mánadagur 17. mai 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 17. mai · Nr. 82
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Liðskiparin og verjukempan hjá
fuglfirðingum, Poul Ennigarð,
setur her íslendska þórður
Hreiðarsson hjá HB uppá pláss
Mynd: Álvur Haraldsen
Frem vann uttan føroyingar
Seks dystir hevði Frem spælt uttan at hava vunnið ein einasta av hesum. Tað var
støðan undan dystinum móti Skive í gjár, og tað merkti eisini, at møguleikarnir
hjá Frem fyri at yvirliva í næstbestu donsku deildini, eru minkaðir niður í næstan
einki. Í gjár fingu tey tó okkurt at gleðast um í Valby, tí fyri fyrstu ferð í meira
enn ein mánað eydnaðist tað Frem at vinna ein dyst. Hetta gjørdu tey við at basa
Skive 0-1 á útivølli. Sæð við føroyskum brillum var tó lítið at frøast um. Eingin
føroyingur var á vøllinum í sigrinum í gjár, har Bogi Løkin sum tann einasti av
okkara landsmonnum, sat á beinkinum. Fimm dystir eru eftir at leika í donsku 1.
deild og sum støðan er nú, hevur Frem sjey stig upp um markið.
Keðiligt og tó hjá Atla
Atli Danielsen kundi um vikuskiftið gleðast um, at hann endiliga var komin
fyri seg aftur, eftir at hava sitið uttanfyri við skaða seinastu tríggjar dystirnar.
Klaksvíkingurin byrjaði inni í dystinum móti Skive í gjár og spældi allan
dystin á tamb. Hinvegin kundi hann saman við liðfeløgunum harmast um, at
FC Roskilde tapti annan dystin á rað. Skive vann nevniliga dystin 1-0 og harvið
er triðja tapið hjá FC Roskilde í vár veruleiki. Samstundis, sum tað ikki hevur
gingið eftir vild hjá teimum teir báðar seinastu dystirnar, hava hini liðini kring
FC Roskilde fingið stig. Tað merkir, at FC Roskilde nú einans er trý stig omanfyri
niðurflytingarmarkið nú einans fimm dystir eru eftir at spæla.