Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mai · Nr. 82 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Villar vodafonedeildin Dysturin í Gundadali var javnur og góður í ein góðan tíma, men tá B36 fekk ein mann útvístan, skramblaði korthúsið hjá heimaliðnum, og villu vespurnar úr Runavík sluppu at stinga frá hond Hilmar Jan Hansen – Tað kundi líka so væl verið onk­ ur annar, sum skoraði hasi mál ini, men eg var heppin, at tað gjørdist eg, segði NSÍ­framherjin, Debes Danielsen, sum í gjár kom á vøll­ in í Gundadali síðsta korterið og við tveimum málum og einum upp leggi fullkomuliga punkteraði B36. Væl eydnaða innskiftingin var tó bara ein partur av orsøkini til, at NSÍ endaði við at vinna ein knús andi sigur. Við til søguna hoyrir eisini, at B36 fekk Dmitrije Jankovic útvístan og tí mátti stríð ast síðsta korterið við 10 monn um ímóti 11. Tá Jankovic fyri aðru ferð fekk gult kort fyri at fella Christian Høgna Jacobsen, ið enn eina ferð var ser stakliga væl upplagdur, var støð an longu blivin 2­1 til runa vík­ ingarnar, so hetta gjørdist veru­ liga steinur oman á byrðu hjá B36, ið annars hevði sæð heilt gott út fyrsta tíman av dystinum. Í fyrra hálvleiki líktist alt ein­ um jøvnum og til tíðir sera væl spældum dysti, har báðir partar vildu vinna seg fram á vøll in og fáa mál. Onkra løtuna var B36 omaná og onkra NSÍ, og kjans­ irnir trutu heldur ikki. Eitt nú høvdu liðini hvør sítt skot á yvir­ liggjaran fyrstu trý korterini, ið veruliga boðaðu frá góðum undan seinna hálvleiki. Eftir steðgin sá B36 út til at vera minst líka væl fyri og hevði ta allarfyrstu løtuna eitt sind­ ur størri yvirskot. Onkur 100 prosents møguleiki varð brendur, men yvirhøvur sá tað sera gott út – og tað var nógv betri enn ímóti Víkingi. So við og við blandaði NSÍ seg meira uppí og dysturin javnaðist aftur. Ongan stýrimann Tað var NSÍ, ið kom á odda, tá Jann Martin Mortensen við høvd­ inum kundi senda bóltin í málið, eftir at B36­málverjin, Meinhardt Joensen, hevði hálvbjargað fyrstu royndini. Men teir gulu høvdu nóg illa fingið armarnar niður aftur, so var tað B36, sum við góð um samanspæli inni í NSÍ­brots­ teiginum fekk spælt Høgna Eysturoy frían, so hann annan dyst in á rað kom á máltalvuna. Nú var 1­1, men so var tað, at NSÍ­venjarin, Pauli Poulsen, valdi rætt millum kortini, hann hevði á hondini. Hann sendi Debes Danielsen á vøllin, og restin er mestsum søga, tí maðurin við sjeytalinum á bakinum skoraði til bæði 2­1 og 3­1, umframt at hann legði upp til 5­1 hjá málið hjá somuleiðis innskifta Ólavi í Ólavs stovu. Heðin á Lakjuni, sum legði upp til annað av málunum hjá Debes, skoraði sjálvur til 4­1. At sigurin gjørdist so stórur, hevði beinleiðis samband við út­ vísingina av Dmitrije Jankovic, tí tá hann var farin av vølli, var eing in eftir at stýra verjuni hjá B36, ið fyri tað nógva sigldi runt, uttan at vita, hvat hon skuldi gera við surrandi vespurnar. – Eg hevði ikki væntað, at vit skuldu vinna 5­1 í dag, og áðr enn teir fáa mannin útvístan, hevði javn leikur helst verið tað rætt­ asta úrslitið. Men tá teir vóru ein í undirtali, gav tað sjálvandi okk­ um betur pláss har frammi, sigur Debes Danielsen, ið er sera eyðmjúkur mótvegis sínum leik luti á liðnum: – Eg var við frá byrjan í onkr um av fyrstu dystunum, tá tað ikki gekk so væl hjá NSÍ. Tá so gongdin vendi, var óneyðugt at skifta so nógv, men nú fekk eg so aftur møguleikan, og tað eri eg glaður fyri. hilmarjan@sosialurin.fo B36 1 NsÍ 5 vespurnar stinga aftur Eftir linliga byrjan uppá kappingarárið, tykjast teir gulu úr Runavík ikki til at steðga Myndir: Hilmar Jan Hansen