mánadagur 17. mai 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 17. mai · Nr. 82
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Vespur
Hjalgrím Elttør:
Vit skora bara ikki
B36 hevur ikki havt eydnuna við sær síðstu dystirnar, og hóast fáur hevði trúð tí,
líkist støðan kappingarárinum í fjør, tá alt gekk strúk andi fyrstu dystirnar, men
síðani steðgaði upp.
– Vit hava spælt fimm dystir uttan at vinna, so í løtuni er líka mikið, hvørjum vit
møta. Her er ikki annað at gera, enn at arbeiða hart víðari og vinna dystir, sigur
Hjalgrím Elttør.
– Til tíðir spæla vit væl og eru óhepnir, at vit ikki fáa bóltin inn. Og tað er okkara
størsti trupulleiki, at vit skora ikki.
Um dystin í gjár, tá B36 var minst líka væl við sum NSÍ í ein tíma, men síðani
endaði við at tapa við fýra málum, sigur Hjalgrím, at tað kendist heilt løgið:
– Ja, hetta var ein undarlig kensla, tí tað kendist, sum vit til tíðir stýrdu dystirnar í
fyrra hálvleiki og nakað inn í seinna hálvleik, sigur hann.
– Men tá Dmitrije varð vístur út, opnaðist verjan hjá okkum, og tað kiksaði
fullkomuliga hjá okkum, tá vit so royndu at koma afturíaftur. Tá teir skoraðu til
3-1, var liðugt hjá okkum.