mánadagur 17. mai 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mai · Nr. 82
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ólavur Øre Hansen
Toftamenn skuldu reisa seg aftur
eftir at hava tapt móti HB, og grann
unum úr Runavík, meðan tað hevur
gingið alt annað enn gott hjá argja
monnum higartil í kapp ingini.
Tískil vóru tað tvey lið í mót
gongd, sum hittust á Svanga skarði
sunnudagin, og tað sást eisini á
spælinum. Tað var sum um vandin
fyri at tapa var størri enn viljin at
vinna. Bæði liðini hugsaðu um at
standa væl í verjuni, og av tí sama
var var als onki veiggj í álops spæl
inum á Svangaskarði sunnu dagin.
Sostatt var tað fult í trá við
dystar gongdina at liðini býttu
stigini millum sín. Toftamenn
kunnu ikki brúka javnleikin til
tað heilt stóra, meðan argjamenn
virk aðu nøgdir við eina stigið. Sum
botn lið hevur AB brúk fyri øllum
stig um teir kunnu skava saman,
fyri at koma vekk frá botninum
Rótut spæl
Frá dystarbyrjan var talan um ein
rótutan dyst, við nógvum steðgum.
Spælarnir stríddust fyri hvørjum
bólti, og av tí sama var trupult hjá
báðum pørtum at fáa samanhang í
spælið. Bæði liðini spældu nógv við
longum sendingum upp til áleyp
arnar, sum høvdu sera trupular ar
beiðsumstøður.
Sjálvt um tað vóru fáir kjansir í
fyrra hálvleiki, so komu tó tvey mál.
Vertirnir løgdu fyri í 20. minutti, tá
teir skoraðu uppá einasta veruliga
kjansin teir høvdu í øllum dystinum.
Oddur Højgaard, sum spældi í álop
inum sendi bóltin aftur um verjuna
hjá AB, har ein púra fríður Kristian
Anton Andreasen kundi leggja B68
á odda. Men argjamenn svaraðu
aftur 10 minuttir áðrenn steðgin,
tá Nikolaj Eriksen stútaði bóltin
í málið eftir innlegg frá StigRoar
Søbstad.
Oyðimarkargongd
Var tað rótut í fyrra hálvleiki, so
gjørd ist tað verri eftir steðgin.
Um liðini ikki kláraðu, ella tey
ikki vildu mynda dystin, skal vera
ósagt. Men tað er ein sann roynd
at seinri hálvleikur varð ein oyði
markargongd, har hæddar punktið
var, tá N'Dende fekk tvey gul kort,
og harvið vístur av vøll inum.
Meginparturin av spælinum
gekk fyri seg á miðvøllinum, og eins
og í fyrra hálvleiki so høvdu áleyp
arnir hjá báðum liðum ómøguligar
arbeiðsumstøður. Av tí sama var
ikki ein tann einasti líkinda kjansur
seinastu 45 minuttirnar.
Sostatt kundi dysturin millum
B68 og AB bert enda við javnleiki.
Toftamenn kunnu ikki brúka javn
leikin til tað heilt stóra, meðan
argja menn fingu eitt tiltrongt stig
í botnstríðnum, og eru nú trý stig
aftan fyri uppflytarnar FC Suðuroy
og B71.
Javnleikur einasta loysn
vodafonedeildin B68 og AB spældu javnleik 1-1 í einum
rótutum dysti við sera fáum kjansum. Meðan toftamenn
ikki kunnu brúka tað eina stigið til tað heilt stóra, so eru
øll stig kærkomin hjá hart royndu argjamonnunum
Jóhan Dávur Højgaard:
Eg eri vónsvikin
– Eg eri sera vónsvikin av okkara avriki, segði
liðskiparin hjá B68, Jóhan Dávur Højgaard.
– Vit vildu sjálvandi hava trý stig, men tá vit spæla so
illa sum í dag, hava vit ikki uppiborið meira enn tað
eina stigið, sigur ein skuffaður Jóhan Dávur Højgaard
eftir dystin, tá Sosialurin fekk orðið á hann.
Spurdur um hvat gekk galið hjá B68, metir Jóhan
Dávur, at har gekk einki, hóast teir royndu, so kláraðu
teir ikki at koma ígjøgnum verjuna hjá AB.
Komandi dystur hjá B68 verður móti EB/Streymi 2.
Hvítusunnudag.
B68
1
AB
1
Tað var ikki tann stóra fótbólts
upplivingin á Svangaskarði, tá
B68 og AB samdust um stigini
Mynd: Álvur Haraldsen