mánadagur 17. mai 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 17. mai · Nr. 82
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ólavur Øre Hansen
Hóast hann er verjuleikari, so
hevur Gert Hansen seinstu tveir
dystirnar skorað sigursmálini hjá
EB/Streymi. Í síðsta dysti skoraði
hann sigursmálið í 2-1 sigrinum á
AB, og í gjár tryggjaði hann sunda-
lagsmonnum øll stigini, tá hann í
tíðini dómarin hevði lagt afturat
skoraði til 2-3 til EB/Streym. Við
sigr unum er EB/Streymur við at
koma seg eftir eina slaka byrjan
uppá kappingarárið.
Sjálvt um EB/Streymur ikki fekk
sigurin í hús fyrr enn í síðstu løtu, so
var tað uppiborið. Tó vóru perónlig
mistøk
hjá
sundalagsmonnum,
sam an við einum vælleikandi Bárði
Johann esen í B71 málinum, nær við
at kosta EB/Streymi sigurin.
Meðan sundalagsmenn kunnu
frøast um sigurin, so iðra tey seg á
Sandoynni eftir at missa á stokk-
inum. Sum uppflytari ræður um
at skava so nógv stig saman sum
tilber, men ósketni í síðsta minutti
gjørdist dýrt.
Sum heild var talan um ein
javnan fyrra hálvleik, har sunda-
lags menn høvdu bóltin meira, men
sandoyingar vóru vandamiklir í
mót álopunum. Tað skuldi tó ein
heldur margháttlig støða til áðrenn
fyrsta málið kom. Ungi málverjin
hjá EB/Streymi, Sam Bjartalíð, tók
bóltin tá ein viðspælari spældi
aftur, og tí varð fríspark til B71.
Danilo gjørdi skjótt av, og spældi til
Høgna Midjord sum skoraði.
Eftir at B71 var komið á odda
trektu teir seg eitt sindur aftur á
vøllin, og sundalagsmenn tóku yvir.
Men sjávt um EB/Streymur hevði
kjansir nokk til at javna, so eydn-
aðist tað ikki áðrenn steðgin.
Gert Hansen gjørdist hetjan
Eftir hálvleiksteðgin kom rættuliga
gongd á málskjótingina. Longu í
fyrsta minutti eftir hálvleiksteðgin
javnaði Gudmund Nielsen fyri
sunda lagsmenn.
Útjavnandi málið hevði við sær
at gesirnir settu seg tungt á dystin,
har serliga Hans Pauli og Arnbjørn
vóru eygsýndir í álops spæl inum.
Hetta hevði við sær at sunda lags-
menn komu fram til nakrar góðar
kjansir, men tað skuldi eitt brots-
spark til, áðrenn EB/Streymur legði
seg á odda. Málskjútti var Santos.
Nú vóru tað sandoyingar sum
skuldu fram á vøllin, og 10 minuttir
fyri dystarlok, fingu sandoyingar
javnað. Eins og við fyrra málinum
var tað eitt heldur løgið mál. B71
fekk hornaspark, sum Mikkjal
Hentze sendi beinleiðis í málið.
Sum minuttirnir gingu komu
sandoyingar nærri og nærri einum
heldur heppnum stigi, men Gert
Hansen vildi tað ørvísi, tá hann í
síðsta minutti av yvirtíðini skoraði
sigurs málið.
Sostatt
eydnaðist
tað
EB/
Streymi at draga sigurin í land
takk að verið Gert Hansen, meðan
sand oy ingar ikki kunnu brúka enn
eitt tepurt tap til nakað sum helst.
Gert aftur á blettinum
vodafonedeildin
Annan dystin á rað
skoraði Gert Hansen
sigursmálið hjá
sundalagsmonnum,
tá hann í yvirtíðini
legði EB/Streym
á odda 2-3 í
dystinum móti B71
Heðin Askham:
Vit spældu væl
– Hetta var avgjørt okkara besti dystur higartil í
kapp ingini, segði Heðin Askham, venjari hjá EB/
Streymi eftir dystin, tá Sosialurin fekk orð ið á eftir
dystin móti B71.
– Vit spældu væl, og komu til fleiri góðar kjansir,
sigur Heðin, sum tó leggur afturat, at tað vóru
persónlig mistøk, sum høvdu við sær at B71 kom inn
aftur í dystin.
Um framt at fegnast um sigurin, so vísir EB/Streyma
venj arin á at fleiri av profilunum hjá sunda lags monn
um vóru eygsýndir í dystinum.
– Sigurin móti B71 hevur sera nógv at tíða fyri
okkum, tí nú halda vit sambandið við liðini omanfyri
okkum á stigatalvuni, sigur Heðin Askham at enda.
Gert Hansen skoraði sigursmálið í evstu løtu
Mynd: ???
Fyrrverandi B71 leikarin,
Gudmund Nielsen, og Mikkjal
Hentze í hornatøkum
Mynd: ???
B71
2
EB/Streymur 3