Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mai · Nr. 82 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Finnur Justinussen var sjálvtryggur og stórspælandi, tá hann staðfesti í viðtalu við Sosialin í oktober í fjør, at hann er ein viðleikari eins og aðrir. – Tað snýr seg um liðið. Eg skjóti málini fyri Víking, segði hann. Fyri so vítt skulu Finnur Just in­ ussen og Víkingur ikki seta fingurin á avrikið, sum liðið hevur stríðst fyri higartil. 15 stig í átta dystum, bara tvey færri enn oddaliðið, er av gjørt nøktandi. Men Finnur Justinussen er neyvan heilt nøgdur við sítt av rik í hesum kappingarárinum. Hann hevur havt torført við at funn ið málið í ár. Toppskjúttin í Voda­ fonedeildini og ársins stjørnu skot í fjør hevur bara skotið tvey mál í átta landskappingardystum. Um sama mundið í fjør hevði hann skot ið seks mál. Atli Gregersen, sum hevur stað ið seg væl í ár, metir ikki, at tað er sømiligt at finnast at Finni Justinussen. – Tað er einki dulsmál, at Finnur hevur tað trupult. Men eg kann einans rósa honum. Tað hilnast ikki væl við málskjótingini, men hann tekur renniskógvarnar fram og stríðst fyrimyndarliga fyri liðið hvørja ferð. Tað gav úrslit í dag, sig­ ur Atli Gregersen. Ikki lætt Tað er ongantíð lætt hjá fram herj­ um, sum einamest hava til upp gávu at fáa bóltin í netið handan mál­ verjan. Tað vísti Finnur Justinussen eisini á. – Sjálvsagt kenni eg eitt trýst, tí fólk vænta, at eg skori. Tað var kanska serliga í summar, tá eg spældi fýra dystir uttan at skora, at eg føldi eitt trýst. Men allir fram­ herjar fáa niðurtúrar, og so má tú bara arbeiða við tí, segði hann í Sosial inum í oktober í fjør. Finnur Justinussen hevur ikki altíð verið í leiklutinum sum framherji hjá Víkingi í ár. Topp­ skjúttin hevur stundum røkt upp­ gávuna sum høgri vongur, sum vit eisini hava sæð hann á U21­lands­ liðnum. Framherjin stóð í alt fyri 19 av teimum 51 málunum, sum Víkingur fekk í 2009. Í Svøriki varnaðust Geftle IF og Ørebro dugnaliga før­ oyska framherjan og bjóðaðu hon­ um til royndarvenjingar. Tað spurd­ ist tó einki burturúr. Finnur Justinussen økti til 3­0 í útidystinum móti FC Suðuroy í gjár. Hann stýrdi bóltinum í netið aftaná hornaspark. Súni Olsen legði gestirnar á odda fáar minuttirnar undan steðg inum við flottum frísparki. Lands liðs­ leikarin var aftur á blettinum, tá seinni hálvleikur var átta minuttir gamal. Heini Vatnsdal minkaði um leiðsl una, tá fýra minuttir rest ­ aðu í. Víkingur vann uppiborið og fekk bestu fyrireikingarnar til heima dystin móti ÍF komandi mána dagin. Spurningurin er fyrst og fremst, um Finnur Justinussen hev ur fingið hol á. uni@sosialurin.fo Atli slær manngarð um toppskjúttan vodafonedeildin Finnur Justinussen var toppskjútti í Vodafonedeildini í fjør, men tað hevur ikki hilnast eins væl hjá framherjanum í ár. Atli Gregersen sigur, at eingin kann fílast á avrikini hjá verandi toppskjúttanum Mynd: savnsmynd Víkingur vann uppiborið Henning G. Joensen, sum spældi í 83 min­ uttir fyri FC Suð uroy, sigur, at Víkingur hevði uppiborið triva liga sigurin á Eið inum í Vági í gjár. – Vit spældu ikki væl og runnu aftaná í stór­ um løtum av dyst inum. Súni Olsen legg ur Víking á odda beint áðrenn steðgin, og tað verður strævið í seinna hálvleiki, sigur Henning G. Joensen. Atli Gregersen úr Vík­ ingi er samdur við mót­ støðumanninum. – Vit høvdu ferð á bólt inum og spældu okk um fram til fleiri vanda miklar støður. Nú bíða vit bara eftir ÍF, sigur Atli Gregersen. FC Suðuroy 1 Víkingur 3