Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 17. mai · Nr. 82 Sosialurin Ítróttarblaðið FC Hoyvík og AB deildust um stigini á niðara vølli í Gundadali Mynd: Álvur Haraldsen Holst tapti á seinasta leikdegi Hóast 3-0 tap á útivølli fyri FC Midtjylland á seinasta leikdegnum í hesum kappingarárinum, so kunnu tey í Silkeborg ikki vera heilt ónøgd. Liðið hjá Christian Lamhauge Holst, sum spældi fyrsta góða tíman av dystinum í gjár, endaði nummar átta í deildini, við sama stigatali sum FC Nordsjælland, sum tó hevði betri málúrtøku. Silkeborg fekk annars eina framúrskarandi byrjan upp á kappingarárið, men í vár hevur tað als ikki gingið eftir vild hjá teimum. Hetta var eisini staðfest á seinasta í dag, og harvið var síðsti dysturin eitt súmbolskt punktum fyri eina seinnu hálvu, sum ikki hevur verið júst soleiðis, sum tey høvdu vónað í Silkeborg. Hinvegin eydnaðist málsetningurin um at halda sær í deildini, og føroyski landsliðsleikarin átti sín stóra lut í hesum við sínum 11 málum. Jonhard Hammer Eftir at 7. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er av, eru 07 Vestur og TB á uppflytingarplássunum. Vágaliðið liggur best fyri, tí tað hevur spælt ein dyst færri enn tvøramenn. Bæði 07 Vestur og TB hildu nullið ígjár, og tað bar sannførandi sigrar við sær. Hjá hinum báðum, sum hava møguleika at flyta upp, hilnaðist tað ikki væl. KÍ tapti á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, og FC Hoyvík megnaði bara 1-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá AB. Merkisvert var tað, at fýra spælarar sóu reytt í teimum fimm dystunum ígjár. Í Leirvík vórðu ein hjá hvørjum partinum riknir av vølli eftir at hava sæð gult tvær ferðir, og í Runavík kendi dómarin seg noyddan at vísa reyða kortið, eftir at síðsta bríkslið hevði ljóðað. Í Gundadali vórðu bæði málini í lokaluppgerðini skorað eftir lítlari løtu miðskeiðis í 1. hálvleiki. FC Hoyvík var favorittur, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at vinna. Tríggjar minuttir fyri steðgin varð ein av heimamonnunum rikin av vølli, og so var mótbrekkan brattari í 2. hálvleiki. jonhard@sosialurin.fo 1. DEILD mEnn Í løtuni eru TB og 07 Vestur betri boð upp á uppflyting enn hini bæði liðini, sum hava møguleika at flyta upp Fýra reyð kort í fimm dystum KÍ avgreiddi alt í fyrra hálvleiki 1. DEILD kvInnur Kvinnurnar hjá AB gjørdu júst tað øvugta av KÍ. Tær avgreiddu alt tann seinasta hálva tíman Heri Simonsen Enn knípur at fáa eyga á hvør skal koppa kvinnunum hjá KÌ í hesum kappingarárinum. Ígjár vunnu klaksvíkskvinnur enn ein knúsandi sigur. KÍ vann 7-1 á Víkingi, longu í steðg inum var KÌ á odda 5-1. Tá eitt korter var farið, var KÍ komið uppá 7-1, og so legði flag skipið hjá KÍ stilt tann sein asta hálva tíman. Hjá AB var gongdin júst tann øvugta, tá 62 minuttir vóru farnir, var støðan 0-0 millum MB og AB vest uri í Miðvági, men so kom glið á hjá argjakvinnum, sum hálvan tíma seinni vóru omaná við sjey málum. Olga Kristina Hansen skoraði eitt reint hattrick í dystinum. EB/ Streymur og Skála áttu tann javna dystin í hesum um far- inum. Liðini spældu javnleik 1-1. Heimaliðið skoraði í fyrra hálvleiki, og útiliðið skoraði í seinna hálvleiki. heris@sosialurin.fo Mynd: savnsmynd