Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mai · Nr. 82 26 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Undan dystinum sunnukvøldið hevði Barcelona eitt stig fleiri enn kapp ingarneytarnir úr Real Madrid. Tí skuldi Barcelona bara vinna sín dyst á Nou Camp ímóti Valladolid. Barcelona byrjaði dystin ótrygt og tað var um reppi, at Valladolid kom á odda. Aftaná tíggju minuttir legði Malaga seg á odda ímóti Real Madrid og løtu seinni gjørdi Valladolid sjálvmál á Nou Camp. So hevði Barcelona beina kós ímóti meistaraheitinum. Pedro økti til 2-0 áðrenn Lionel Messi skoraði til bæði 3-0 og 4-0. Barcelona og Real Madrid hava sitið tungt á La Liga í ár. Barcelona er heili 28 stig frammanfyri Valencia á triðja plássi og ikki minni enn 36 stig frammanfyri Sevilla á fjórða plássi. Barcelona hevur bara tapt ein dyst í øllum kappingarárinum. Tað var í febuar mánað í Madrid ímóti Europa League vinnarunum, Atletico Madrid. Barcelona hevur hetta kappingarárið mist 15 stig og Real Madrid 18 stig. Inter Milan og Bayern Munchen, ið eru meist- ara liðini í ávíkavist Italia og Týsk- landi, hava mist 32 stig í part hetta kappingarárið, meðan ensku meist- arnir, Chelsea, hava mist 28 stig. Jú Barcelona og Real Madrid eru í serflokki í sponsku La Liga. Á Barcelona liðnum, ið byrjaði dystin í dag, vóru ikki færri enn sjey leikarar, sum hava sín uppvøkstur í spanska stórfelagnum. Victor Valdés, Gerard Pique, Carles Puyol, Sergi Busquets, Pedro, Bojan og Lionel Messi komu allir til Barce- lona sum ungdómsleikarar. Tá kann eisini nevnast at Xavi var leik bann aður og at Andrés Iniesta ikki byrjaði vegna skaða. Tað eru fá lið í heim inum, ið kunnu vísa á so nógvar egin uppaldar spælarar á ein um meistara liðið. Á Barcelona liðnum er tað ser- liga Lionel Messi, ið hevur verið framúr. Hann hevur í ár skorað 47 mál í øllum kappinginum. Tað er ein útjavnan av metinum hjá Cristiano Ronaldo frá Manchester United tíðini. Av øðrum kunnu nevn ast liðskiparin, Carles Puyol, og varaliðskiparin, Xavi. trondur@sosialurin.fo Barcelona spanskur meistari La Liga Barcelona vann sunnukvøldið sítt 20. meistaraheiti, tá teir á heimavølli spældu Valladolid umkoll. Við sigrinum kom Barcelona uppá 99 stig, meðan Real Madrid á øðrum plássi hevur 96 stig. Tað merkir, at sína millum hav liðini bara mist 33 stig uppá eitt heilt kappingarár Chelsea greipuvinnari Tróndur Arge Fyrst brendi Kevin-Prince Boateng brotsspark og tríggjar min uttir seinni skoraði Didier Drogba einasta málið í finaluni. Chelsea hevur endurvunnið FA-Cup og eru greipuvinnari 2010. Portsmouth hevur í ár verið eitt reint sirkus. Felagið hevur verið keyp og selt fleiri ferðir og í løtuni er skuldin væl omanfyri eina milliard. Í Premier League fingu teir frátikið níggju stig orsaka av vánaligu fíggjarligu støðuni. Felagið hevur selt fleiri av bestu spælarunum og skiftu venjaran Paul Hart út við Avram Grant. Hóast støðan hevur verið vónleys, so hevur Portsmouth stríðst fyrimyndarliga í hvørj- um dysti og í FA Cup megnaðu teir, við millum annað at vinna á Tottenham í hálvfinaluni, at koma í finaluna. Men Didier Drogba og Chelsea gjørdust ein ov stórur biti. trondur@sosialurin.fo Fa cup Tað skuldi verða ævintýrið har Portsmouth, sum prinsurin á hvíta hestinum, vann sær prinsessuna, men eftir 596 minuttir av FA-Cup fótólti brast vónin hjá konginum, Avram Grant, og hansara hermonnum Eingin slingur var í valsinum, tá Messi og teir í Barcelona, gjørdu sína skyldu við sannførandi 4-0 sigri á Vallodolid. Mynd: Polfoto Chelsea liðskiparin, John Terry, ger seg til reiðar at lyfta heimskenda FA Cup steypið. Mynd: Polfoto