mánadagur 17. mai 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mai · Nr. 82
Sosialurin
27
na hóast
eitt puss
Jónfinn Egilsnes sigur, at
tiltakið við Trøllapæturi, Omm
uni og lítla barninum, sum var
í ítróttarhøllini í Vestmanna
fríggja kvøldið, eydnaðist stak
væl, og eini 700 fólk, bæði børn
og vaksin, vóru í høllini hetta
kvøldið.
Hetta var eitt frálíkt tiltak,
sum saman við sangi hjá Steintóri
Rasmussen riggaði so avbera væl,
sigur hann.
Stóra tiltakið leygarkvøldið
var dansurin í ítróttarhøllini, har
vestmannabólkarnir,
Thund er
birds og Vestmenn, spældu til
dans.
– Ítróttarhøllin var fullsett,
og meiri kunnu vit ikki forlanga.
Eini 8001000 fólk tilsamans vóru
í dansinum hetta kvøldið.
Jónfinn Egilsnes sigur, at
kanska vóru ikki so nógv fólk at
síggja í bygdini leygarkvøldið,
sum okkurt annað ár, men hetta
komst ivaleyst av, at veðrið var
skiftandi við grovum ælaveðri og
frískum vindi, tá ælini gingu.
– Fólk hava hildið seg við bát
arnar, í húsvognunum, í tjaldinum
– og ikki minst í dansinum í
ítróttarhøllini, tá dansurin læt
upp og helt fram alla náttina.
Suppa og búffar
Hann vísir á, at eftir at bátarnir
vóru komnir til bryggju seinna
partin leygardagin, og bjóðað
varð til feska suppu í tjaldinum,
var tjaldið, sum er 36 metrar langt
og 12 metrar breitt, á tremur við
fólki.
– Vit mettu, at eini 1400 fólk
tilsamans fingu suppu í tjaldinum,
og seinni um dagin og um kvøldið
vórðu millum 500 og 600 búffar
seldir, umframt at søla eisini var
av breyði.
Jónfinn Egilsnes sigur, at
onnur tiltøk vóru eisini í Vest
manna leygardagin og leygar
kvøldið, og eitt nú var dansur á
Bryggjuni bæði fríggjakvøldið og
leygarkvøldið.
– Vit hava bara fingið góðar
afturmeldingar, og tá fólk eru væl
nøgd við okkara tiltak, eru vit tað
sjálvandi eisini. Alt gekk væl, og
tað eru vit sera fegin um.
Hann sigur, at bátastevnu
nevndin saman við vest menn
ingum annars gleða seg til stevn
una aftur komandi ár, sum tá
verður hin tíggjunda í røðini.
– Bátastevnan er vorðin eitt
stórt og fjølbroytt tiltak, sum
vit nú síggja fram til á hvørjum
ári, sigur Jónfinn Egilsnes í
bátastevnunevndini hjá Vest
manna Ítróttarfelag.
vilmund@sosialurin.fo
Teir, sum manna
bátastevnunevndina undir
VÍF, Vest manna Ítróttar
felag, eru: Eyðun Leo,
Jónfinn Egils nes og Bárður
Nielsen.
Bátastevna verður aftur í
Vestmanna 21. mai 2011.
Fakta