Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mai 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mai · Nr. 82 28 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Vanliga varð Marius, millum manna, nevndur Marius hjá Linu í Rituvík. Borin í heim í Lorvík, barna- og ungdómsárini í Fugla firði og giftur inn í heim ið hjá Linu í Rituvík, har mamma og bróðir henn- ara búðu. Marius og Lina fingu einkardótrina Elnu, sum tey elskaðu og vildu gera alt fyri og abbabørnini Marius og Astrid, hava verið abba og ommu til stóra gleði. Líka til fyri stuttum, tá Marius gjørdist sjúkur, hava tey meir og minni livað saman sum ein familja, og mang an kókaði Marius døg- urða til tey øll. Síðan Lina, fyri mongum árum síðani, misti heilsuna, hevur Marius passað hana fulla døgnvakt, og fingið góða hjálp frá kærleiksfullum heimahjálparum, skyldfólki og vinum. Heimið í Rituvík hevur í dag eitt stórt tómrúm, nú Marius er farin. Sorg, sakn- ur og grátur fyllir hansara kæru, sum sita eftir. Lina er komin á stovn, og har verður hon væl passað. Marius var sjómaður, og longu á ungum aldri tók hann ábyrgd í dagligdegnum, og fór hann ungur á sjó- manns skúla. Tá sildarokið var í 50- unum, førdi hann mangan fongin til lands. Nøkur ár var hann skipari á “Suðurland” hjá svágrinum Frederiki Olsen, reiðara. Túsundtals tun n ur fyltar við sild førdu teir heim úr Skotlandi og á einu ferðini mundu teir gingið burtur, tí skipið tók at leka og var um at søkka. Marius var ein stillur og friðarligur maður sum ong- antíð gjørdi nakað hóvasták av sær sjálvum, men neyvan hevur nakar annar her á landi, sett størri og sterkari varðar eftir seg innan havna bygging í Føroyum. Hann førdi grótbátin “BASALT” hjá Pihl & Søn og søkti milliónatals tons í havnaløg og brimgarðar um landið alt. Fyri at nevna nøkur: í Tórshavn, Hvalba, Eiði, Miðvág og Nolsoy. Í Danmark í Hirtshals og Køben havn. Í Íslandi: Hafnafírði og Torleikshøfn. Í Ísrael. Marius var álitis- og skilamaður, sum sjáldan steðgaði upp ella bakkaði fyri veðri og mót burði. Arbeiðsgevarar hansara royndu mangan at fáa hann at taka arbeiðið upp aftur eftir at hann, vegna sjúku konu sína, legðist uppi - fyri at stuðla, hjálpa og vera um elskaðu konu sína, Linu -. Men hann valdi fyrr lívið sam an við Linu. Marius var veiðimaður, bæði á landi og sjógvi. Tá haru tíðin nærkaðist, varð alt gjørt klárt til haruveiðina, og mangan hevur bátur hans ara verið søkklaðin av fiski, sum hann dróg inn um stokkin eftir stuttari løtu, meðan aðrir vóru óhepnir og bert fingu at kóka. Hann var staðkendur eystanfyri Nols oynna. Kendi mong mið, sum hann hevði fingið í minnið við at tosa við eldri skila góðar útróðrarmenn – og varð hettar góður før- ningur. Marius segði ikki so nógv, men fylgdi væl við, las og visti nógv, og um samrøða kom inn á okkurt serstakt evni, tá gjørdist hann ofta fríari og opnari og kundi oysa av tí, hann visti, kendi og hevði upplivað gjøgnum eitt langt lív. Marius átti frið við Gud, og hesin friður fylti hann, nú likam hansara viknaði og flytingin til eitt betri land stóð fyri stavn. Vit vóru burturstødd tá hann flutti inn í dýrdina, men síðsta heilsanin, vit fingu frá honum, tá vit vitjaðu hann og søgdu honum far- væl, er hendan: “Eg rokni við at koma heim, áðrenn tit koma heimaftur”. Hesi orð komu fram fyri okkum, tá vit fingu boðini. Nú er hann komin til hitt himmalska heimið, og har er mangan betri – Heima hjá Jesusi -. Harrin styrki tykkum Linu, Elnu, Marius og Astrid. Hann fylli hjørtu tykkara við góðum, kærum minnum frá lívinum saman við tykkara elskaða manni, pápa og abba. Systkin hansara og mong onnur, sakna og syrgja ein kæran beiggja og vin. Kæri Marius – takk fyri alt. Friður verði um minnið eftir Marius í Rituvík. Esther systir og Johan Samkensluheilsan Marius Johannesen,Rituvík f. 29.06.1929 d. 13.05.2010 Sveinaroynd sum bygnings snikkarar Mikudagin 12. mai stóðu fimm bygningssnikkarar sveina roynd á Tekniska Skúl- an um í Tórshavn. Teir fimm snikkararnir, sum gjørdu køkskáp og eina úthurð, eru f.v.: Niels Arge Hammer, Pauli Mortensen, Eilif Dimon, Ragnar Egholm og Benny Petersen Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá kæra kona, móðir, vermóðir, omma og langomma Irena Johansen andaðist 2. páskadag. Somuleiðis tøkk til tykkum, sum sendu blómur, kransar og heilsanir og øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk til heimahjálpararnar og heimasjúkrastystrarnar, sum vóru um hana teir seinastu mánaðarnar. Tødd til Jógvan Fríðriksson fyri troystarrík orð, tøkk til sangarar og Hera, dekn og klokkara. Tøkk til tykkum, sum stákaðust til ervið og hjálptu til á annan hátt. Bestu heilsanir til tykkum øll Martin, Súsan, Dánial og Jórun Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma GUNHILD JOENSEN NÓLSOY doyði og varð jarðað. Hjartans tøkk veita vit tykkum øllum: Ommubørnini, sum bóru hana til hennara seinasta hvíldarstað, systkinabørnini og tykkum onnur, sum sungu fyri henni, tit, sum gjørdu til ervið og tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. kristine Hestbech prestur takk fyri tíni vøkru orð. Starvsfólkini í Handarastovu á Lágargarið, takk fyri alt tað tit vóru fyri hana, tey seinastu tvey árini, hon var har. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Nólsoyar kirkju. Familjurnar vegna børnini við familju Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ellen Lützen andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Hjartaliga takk til starvsfólkið á Lágargarði. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna, Valdemar, Anni, Kim, Eydna og Ellind