Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 4 Sosialurin Leo Poulsen Føroyska Heimsatlasið er at finna í nærum hvørjum heimi í Føroyum. 11.000 ein­ tøk eru seld hesi seytjan ár­ ini, síðani atlasið varð prent­ að. ­ Upprunaliga ætlanin við Heims atlasinum var at geva landa læruni í skúlunum eitt fakligt grundarlag. Við í atlasi num eru landafrøðilig ser kort, og tað er eisini nak­ að, sum verður at fina í nýggja Heimsatlasinum, sig­ ur Birgir Kruse. Hann roknar við, at flestu fólk hava eina meining um í hvussu er partar av verandi atlasi, og tað eru hesar mein­ ingar, hann fegin vil hoyra. ­ Vit hava verið í samband við lærararnar fyri at hoyra, hvat teir meta eigur at verða broytt og hvat er gott við verandi atlasi, og nú er stundin so komin til at fara út til al­ menn ingum, at hoyra teirra mein ing um, hvussu eitt nýtt Heims atlas skal síggja út og hvat tað skal innihalda, sigur Birgir Kruse. Í verandi Heimsatlasi var Niels Petersen, sum er stjóri í Føroya Skúlabókagrunni, redak tør ur, men tað er litið upp í hendurnar á Birgiri Kruse at verða redaktørr í nýggja Heimsatlasinum. Og tað verður nýggi red­ ak tør urin, sum skipar fyri fundi um evnið í Miðla­ húsinum í kvøld. Pallborðskjak Fyrst greiðir Niels Petersen frá um ávís viðurskifti við ver andi Heimsatlasi, og síða­ ni fer Jógvan í Lon Jacob sen, formaður í Føroysku Málnevndini, at greiða frá málburðinum í atlasinum. Seinasta inn legg­ ið hevur Jonhard Mikelsen, stjóri í forlagnum Sprotin. Eftir hetta verður kjak við einum pallborðspaneli, og í tí sita Ernst Olsen, sum var seinasti før oy ing ur in, sum arbeiddi í Før oy inga­ havnini, Uni Arge, journa­ list ur, og fólka­ og mið­ náms skúlalærararnir, Rúni Bjark hamar og Sámal Matras Krstian sen. ­ Tað er so, at Føroyska Málnevndin hevur lista yvir øll heimsins lond á føroyskum og hvussu íbúgv­ ar nir í landinum kallast, sig­ u r Birgir Kruse. Eitt av evnunum í pall­ borðskjakinum verður spurn ing urin um í hvønn mun føroyingar hava rætt til at geva støðum og lutum í einum fremmandum landi før oyskt navn. ­ Vit vita jú, at føroyingar góvu hvørjari steinpirru í Før oy inga havnini føroyskt navn, og nógva aðra staðni í Grøn landi eisini, so eitt kjak um, hvar markið gongur í so máta verður eisini, sigur Birg ir Kruse. Eftir fundin verður høvi hjá fundarfólkinum at seta spurningar til teir fýra pallborðsluttakararnar og til teir tríggjar fyri lestrar hald­ ar arnar. ­ Vit hava eisini savnað sam an so mong atlas sum til hevur borið frá lond un­ um uttan um okkum, og meiningin er so, at fundar­ fólki eftir fundin skal blaða í hesum atlasum og kanska gera sær sína meting av, hvat vit kundu nýtt í nýggja før­ oyska Heimsatlasinum, sigur Birgir Kruse. Samstarva Hann leggur aftrat, at til ber eisini hjá fólki at fara inn á heimasíðuna snar.fo og síðani undir temasíðuna Nýtt Føroyskt Heimsatlas. Har ber so eisini til at siga sína meining um, ella koma við hugskotum um, hvussu nýggja føroyska Heims at las­ ið skal síggja út. ­ Vit hava ikki tikið nakra støðu til, hvussu atlasið enda liga skal sígg ja út, ella hvussu nógvar blaðsíður tað skal verða. Verandi Heims atlas er nøkur og 90 síður, men tað stendur kort­ ini longu nú greitt, at nýggja Heims at las ið verður mun­ andi talríkari í síðum en tað. Kanska millum 150 og 200 síður, sigur Birgir Kruse. Hann sigur, at teir sam­ starva við trý av størstu forlø g unum uttan um okk­ um, sum geva út atlas. ­ Talan er um svenska for­ lag ið Liber, um týsla Wester­ mann og um enska Coll ins Bartolomew, sigur redak­ tør ur in á nýggja føroyska Heims at lasinum. Á fundinum í kvøld, sum altso verður í Miðlahúsinum klok k an 19.30, verður ókeypis kaffi at fáa. leo@sosialurin.fo Leggja upp til nýtt og betri atlas HEIMSATLAS Føroyska Heimsatlasið hevur eftirhondini 17 ár á baki, og tað er jú ein sannroynd, at bókin er farin langt út um skúlagátt. Tí taka vit eisini almenningin við, nú lunnar verða lagdir undir eitt nýtt og betri atlas, sigur Birgir Kruse, sum verður redaktørur á nýggja Heimsatlasinum Birgi Kruse er redaktørur á nýggja Heimsatlasinum, sum farið er undir at fyrireika