mikudagur 19. mai 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83
Sosialurin
Vit søkja eftir dugnaligum starvsfólki at hava
um hendi bókhald okkara. Starvið fevnir
fyrst og fremst um bókhalds- og roknskapar-
arbeiði har atlit skulu takast til serlig viður-
skifti og krøv galdandi fyri eina børsskrá-
setta fyritøku. Umframt bókhaldsstarvið
kemur tú í mun til tínar førleikar at luttaka í
øðrum uppgávum.
Dentur verður lagdur á at skapa eitt jaligt
arbeiðsumhvørvi har starvsfólkini arbeiða
sjálvstøðugt og í toymum
Útbúgving og førleikar
>tú hevur útbúgving innan bókhald og
búskap
>tú hevur hollar royndir innan KT og
serstakliga við Navision bókhaldsskipanini
>tú samskiftir væl á enskum
Persónligir eginleikar
>tú hevur eitt skipað arbeiðslag
>tú dugir at raðfesta og at halda ásettar
freistir
! tú hevur ein jaligan hugburð og ert
liðspælari
Til rætta fólkið bjóða vit eitt avbjóðandi,
fjølbroytt og spennandi starv í eini fyritøku,
sum er í støðugum vøkstri við góðum
møguleikum fyri fakligari og persónligari
menning.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og
setanartreytir verða ásettar í mun til tínar
royndir og førleikar.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og
viðkomandi skjølum verða at senda við
vanligum brævi til:
Atlantic Petroleum
Postboks 1228
FO 110 Tórshavn
ella við teldubrævi til: sigurdj@petroleum.fo.
Gev gætur, at vanlig brøv skulu hava
frámerkið ”Roknskaparfólk”.
Umsóknarfreistin er 23. mai 2010.
Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú
seta teg í samband við Sigurð í Jákupsstovu
á tel. 210280 ella á sigurdj@petroleum.fo.
Um Atlantic Petroleum:
P/F Atlantic Petroleum er eitt óheft føroyskt oljufelag, sum
virkar í altjóða umhvørvi í samstarvi við øðrum oljufeløgum.
Felagið hevur ognarpartar í olju- og gassloyvum í Norð -
sjónum, í keltiska havinum og á føroyska landgrunninum.
Samtakið fevnir um móðurfelagið P/F Atlantic Petroleum,
Atlantic Petroleum UK Ltd. og Atlantic Petroleum (Ireland)
Ltd. Felagið miðar eftir frálandamøguleikum í búnum
leitingarøkjum í útnyrðingspartinum av Evropa og sum frá
líður eisini á føroyska landgrunninum. Vit stíla eftir eini
góðari javnvág millum leiting, útbygging og framleiðslu.
Atlantic Petroleum er skrásett á virðisbrævamarknaðunum
NASDAQ OMX í Íslandi og í Keypmannahavn. Høvuðssæti
felagsins er í Tórshavn, og umframt hevur felagið skriv-
stovu í London. Í løtuni starvast 7 fólk í felagnum.
P/F Atlantic Petroleum, Gongin 9, Postboks 1228, 110 Tórshavn, Telefon: 350100, Faks: 350101, www.petroleum.fo
851491'6'8,Ã21
7,/$7/$17,&3(752/(80
Vilt tú gerast partur av eini børsskrásettari fyritøku,
sum virkar á altjóða pallinum?
nnn%jXej`i%]f
Leiðin frá hugskoti til pengar
um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til gransking, menning og nýskapan?
Skráin:
kl.13.00-13.05
Vælkomin – Annika Sølvará
kl.13.05-14.15
7 stuttar framløgur um stuðulsmøguleikar og krøv:
Granskingarráðið – Annika Sølvará
Fiskivinnuroyndir – Jákup Mørkøre
Vinnuframagrunnurin – Regin W. Dalsgaard
Innlendismálaráðið, Umhvørvi & Orka – Anni á Hædd
NORA – Lars Thostrup
Northern Periphery Programme – Niclas Forsling
FP7 – John D. Olsen
kl.14.15-15.00
Kaffiprát – básar við individuellari kunning, tilfari o.s.fr..
Afturvið verður kaffi, te, køka og frukt.
kl.15.00-16.00
Balance og samspil mellem konkurrenceudsatte midler og basismidler
Fyrilestur við Inge-Sofie Sørensen, stjóra fyri Forskning og Innovation á
Naturvidenskabelig Fakultet við Københavns Universitet
Spurningar og kjak
Felags kunningarfundur um stuðulsmøguleikar til gransk
ing, menning og nýskapan verður í Norðurlandahúsinum
21. mai 2010 frá kl. 13 til 16. Øll tey, sum umsita játtanir
innan hetta økið, koma at greiða frá, hvat kann stuðlast,
hvør kann fáa stuðul og hvussu hetta gongur fyri seg.
Harafturat verður ein fyrilestur til íblásturs.
Tiltakið er ætlað teimum, sum umhugsa at søkja stuðul til
gransking, menning og nýskapan, stovns og virkisleiðarum,
politikarum, fjølmiðlum, men øll við áhuga fyri evninum eru
sjálvsagt vælkomin. Tiltakið er alment og ókeypis.
B r y g g j u b a k k i 1 2 | P o s t r ú m 2 5 9 | F O - 1 1 0 T ó r s h a v n | T e l + 2 9 8 5 6 7 8 0 0 | g r a n s k i n g @ g r a n s k i n g . f o | w w w . g r a n s k i n g . f o
Sosialurin / KvR 34 18 00