Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 6 Sosialurin Randi Jacobsen Bara tað at ein bilur kemur til Føroya við litavum, eru tollararnir á varðhaldi. Nógv rúsevnissmugling fer fram úr Balkanlondunum til Skand­ inavia og onnur lond í Vest­ urevropa. Tí høvdu tollararnir í Havn beinanvegin eitt ill­ grunasamt eyga til ein bil, sum kom í land av Norrönu 9. november í fjør. Bilurin varð kannaður væl og virðiliga við hassjhundi og øllum, men einki var at finna. Meðan bilurin varð kann­ aður, fóru teir báðir menninir í bilinum ein túr. Ætlan teirra var at fara víðari við Norrönu sama dag til Íslands. Teir spákaðu sær ein túr gjøgnum býin, men tá ið teir komu oman aftur á bryggj­ una, sóu teir í hekkuna á Norrönu, sum hevði fram­ skundað fráferðina orsakað av óveðri. Tá ið so Norröna kom aft­ ur úr Íslandi, fóru teir um­ borð eftir sínum klæðum og øðrum, ið teir høvdu ligið eftir. Kannaðu bakgrundina Litavarnir fóru á skriv stovu­ na hjá Smyril­Line, sum hjálpti teimum við at fáa inn­ vist á hotel Skansanum. Har búðu teir, meðan poli­ tiið kannaði hvørjir menninir vóru, um orsøk var til at hava illgruna til bilin o.s.v. Hesar dagarnar vórðu teir eygleiddir, og 13. november kom politiið handtók teir, tí teir vóru skuldsettir fyri at hava smuglað stóra nøgd av rúsevnum inn til Føroya. Hesar dagarnar høvdu toll arar, politistar og kønir bil mekanikarar kannað bil in nærri. Bilurin var pilk að ur sundur, og inni í akku mula­ torinum vórðu funnin umleið 4200 ecstasy­tablettir og 2781 gramm av tí sera sterka evninum methamfetamin. Samanlagt svarandi til um­ leið fýra kilo av sterkum rús­ evnum. BMW-málið Av tí at bilurin, sum menninir komu til Føroya í, var av slagnum BMW 523, hevur fútin doypt málið at eita BMW­málið. Teir báðir ungu menninir hava hetta seinasta hálva árið sitið varðhaldsfongslaðir, og líka til seinast í februar sótu teir avbyrgdir. Tá varð so annar fluttur til Danmarkar at sita. Av tí at menninir alla tíðina hava noktað seg sek ar, og revsingin fyri smugl ing­ ina, teir hava verið skuld sett­ ir fyri, er upp í 10 ár, skuldi nevningating til at døma í málinum. Og mánamorgunin varð nevningatingið sett at døma í hesum BMW­málinum. Teir báðir ungu litavarnir, 23 ára gamli Andrey Fedosiuk og 24 ára gamli Genrik Karuzel vóru ikki sjónliga ávirkaðir av at hava sitið í varðhaldi so leingi. Undir eftirliti Saman við teimum i rættin, sum í hesum døgum heldur til í Starvsmannafelagnum, kom ein heilur hópur av politistum at ansa eftir teim um. Tað mesta av tíðini hava bara tríggir politistar sitið í rættarsalinum, men aðrir, sum hava verið við til at útgreinað málið, ganga uttanfyri. Onkur sleppur ikki inn, tí hann skal vitna. Tað er greitt, at rúsevnini í bilinum ongantíð vóru ætlað til føroyska marknaðin. Hevði tað ikki verið, at Norröna tann dagin 9. november í fjør hevði framskundað frá ferðina til Íslands, vóru menn inir farnir víðari við ferjuni. Í staðin fyri at verða tiknir her, høvdu teir verið tiknir í Íslandi og komið fyri rættin har. Alt skal tulkast Hetta er eitt ógvuliga drúgt mál, tí alt, sum menninir siga, og alt tað, sum sagt verður í rættinum skal tulkast. Av tí at tulkurin kemur úr Danmark, er rættarmálið hesa ferð danskt. Ætlanin er at hoyra fleiri vitni, men ivasamt er um øll vitnini koma úr Danmark og úr Íslandi, vegna dagliga hóttu flúgvingina. Tvey vitni eru eisini biðin um at koma úr Litava, og tað eru genturnar hjá teimum ákærdu monnunum. Rúsevnismál hava altíð greinir í øðrum londum, og so er eisini við hesum málinum. Tríggir litavar í Íslandi í sama máli hava verið fyri Rúsevnissmugling Tveir litavar, sum síðan 13. november hava sitið varðhaldsfongslaðir fyri at hava smuglað stórar nøgdir av rúsevnum til Føroya, ætlað til íslendska marknaðin, nokta seg sekar. Teir kendu einki til rúsevnini í bilinum, siga teir Tosaðu sama avbyrgdir