Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 Sosialurin Teir báðir ungu litavarnir, 23 ára gamli Andrey Fedosiuk og 24 ára gamli Genrik Karuzel vóru ikki sjónliga ávirkaðir av at hava sitið í varðhaldi so leingi. rættinum, men dómarnir eru ikki feldir enn. Fleiri fólk í Litava eru somuleiðis undir illgruna, men fútin Karen Marie Olesen, sum er ákæri í hesum málinum, upplýsti í rætt­ inum mánadagin, at poli tiið í Litava er trekt við at koma við upplýsingum um hesi fólk. Teir báðir ákærdu eru vinmenn. Mánadagin varð Andrej Fedosiuk avhoyrdur, og týs­ dagin átti Genrik Karuzel tørn at avhoyrast. Siga lítið Ikki er tað nógv, sum teir ákærdu hava upplýst í rætt­ inum, og eingin spurningur varð settur til funnu rús­ evnini í bilinum. Andrej Fedosjuk segði, at upprunaliga ætlanin var, at hann og ein annar maður skuldu fara til Íslands at arbeiða í byggivinnuni. Ein litaviskur vinmaður teirra har hevði sagt, at hann skuldi útvega teimum arbeiði. So kom Genrik Karuzel uppí, og hin maðurin settist aftur. Hin maðurin átti bilin. Teir báðir ákærdu sóu einki løgið í, at hann setti bil til, tí tað lá í luftini, at tann maðurin skuldi koma til Íslands seinni at arbeiða. 6. mai fóru teir úr Lita va, koyrdu gjøgnum Polland og Týskland og til Esbjerg í Danmark. Andrej Fedosjuk rindaði allar útreiðslurnar, tí hin átti ongan pening. Hin maðurin skuldi gjalda helvtina, tá ið henn hevði vunnið nakað í Íslandi. Kendu einki til Ísland Teir hildu heldur einki løg­ ið vera í, at teir fóru til Ís­ lands at arbeiða, sjálvt um Ísland tá var komið í svára fíggjarkreppu. Kreppan var stór í Litava, og teir vildu burtur fyri at vinna nakrar krónur. At tað stóð so illa til í Íslandi, vistu teir einki um, tí teir fylgdu ongantíð við tíðindum. Við sær høvdu teir um­ framt klæðir og tílíkt hand­ verkaraamboð og eitt tjald. Tjaldið høvdu teir við, tí báðir søgdu seg hava stóran alsk til náttúruna. Tá ið teir komu til Esbjerg, fingu teir ikki fartelefonir sín ar at rigga. Langt um leingi fingu teir keypt sær eitt talutíðarkort, og ein kvinna á posthúsinum hjálpti teimum við at aktivera tað. Eina aðrastaðni fingu teir hjálp til at fylla á kortið. Navnið á Genrik Karuzel stóð ikki á ferðaseðlinum, sum teir høvdu, men tað var eing­ in forðing fyri at sleppa umborð á Norrönu. Pass høvdu teir báðir. Væl krógvað Mánadagin legði ákærin fram myndir, sum vístu, hvussu snildisliga rúsevnini vóru krógvað í akkumulatorinum. Stengur vórðu tiknar úr akkumulatorinum fyri at geva pláss fyri rúsevnunum. Fyri at kunna seta bilin í gongd var eitt minni battarí sett í bilin har frammi. Illgrunin fall á akku mola­ torin, tí hann var so lættur. Báðir menninir eru upp­ vaksnir í eini bygd uttan fyri høvuðsstaðin, og teir hava kenst síðan skúlaárini. Annar gekk tey 12 árini í fólkaskúla. Hin tók eina tvey ára snikk ­ araútbúgving aftrat. Ann ar býr hjá foreldunum báðum, hin hjá mammu síni. Inntøkan hjá báðum hev­ ur verið eitt sindur upp og niður, og annar viðgekk, at hann eisini hevði arbeitt svart. Hvørgin av teimum ákærdu sóu nakrar trupul­ leik ar í, at teir ikki fóru at klára seg málsliga í Íslandi. Annars tosar litaviskt, russ­ iskt og polskt. Hin tosar har­ aftrat eitt sindur av ensk­ um. Søgdu ikki alt heima Báðir teir ákærdu menninir eru trúlovaðir. Gentur teirra hava greitt politinum frá, at tær høvdu fingið upplýst, at vinmenn teirra ætlaðu at vera burturi í tvær vikur. Annar hevði sagt, at hann fór til Íslands, hin at hann fór til Pollands. Mánadagin var Andrej Fedosiuk tráspurdur um tær tríggjar telefonirnar, sum hann hevði, og um tele fon­ kortini. Hvønn hann hevði ringt til, og hvør hevði ringt til hansara. Maðurin mintist ikki kotuna, men politiið hevði frá rættinum fingið loyvi at fara í telefonirnar. Menninir eru fleiri ferðir avhoyrdir av politinum, með an teir hava sitið í varð­ haldinum í Havn. Avlurtaðir í geglinum Eina ferð fann politiið útav, at hóast teir sótu avbyrgdir, høvdu teir samband hvør við annan. Tað byrjaði, eftir at annar varð avoyrdur, óður kom aftur í klivan og langaði í vegg in. Hetta hoyrdi hin, og teir funnu útav, hvussu nær hvør øðrum teir sótu. Tá tók politiið tað óvanliga stigið at biðja rættin um loyvi til avlurting uttanfyri, tí politiið helt seg vita, at teir tosaðu saman við at lata vindeyguni á glopp. Nakrar av teimum avlurt­ ingunum vórðu spældar av í rættinum mánadagin, og tá kundu teir báðir ikki lata vera við at flenna. Ikki minst tí, at teir á upptøkunum bann aðu og blótaðu. Menninir eru í rættinum oystir undir í spurningum,og manga ferðina svara teir, at teir minnast ikki. Av fólk­ unum, teir verða spurdir um, kenna teir tey fægstu. Málið koyrir víðari í rætt inum væntandi heilt il fríggja dagin í næstu viku. Onkr an frídag fáa vitnini tó ímill um. an hóasT