Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 Sosialurin Vilmund Jacobsen Seinna partin í morgin fær Bakka frost á Glyvrum ein nýggj an alibát. Hetta er ein tví kilja av slagnum Hydro Cat, sum hesir bátar vera rópt ir. Tað er KJ Hydraulik á Kambsdali, sum eigur alt kon sept ið og hevur smíðað bátin. Nýggi alibáturin hjá Bakka frosti er hin triðji í røð ini, sum føroyski veitarin hev ur smíðað til felagið síðan 2007. Væl útgjørdur Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ Hydraulik, sigur, at hend an tvíkiljan er 13 metrar long og 6 metrar breið. Hon hev ur tríggjar IVECO-motor- ar, tveir til framdrift og ein til generator og hydraulik. Á dekkinum hevur bátur- in ein 23 tons stóran Pal fing- er sjókrana og spæl. KJ Hydraulik, sum eigur alt konseptið til Hydro Cat ali bátin, hevur í fleiri ár lat ið skrokkarnar smíðað í Letlandi, og síðan verður øll liðugtgerðin og allar instala- tión ir gjørdar í Føroyum. 4-5 miljónir krónur Viggo Johannesen, sølustjóri, sig ur, at alibáturin, sum verð- ur latin Bakkafrosti í Fugla- firði í morgin, kostar millum 4 og 5 miljónir krónur. Felagið á Kambsdali hevur gjøg num árini smíðað fleiri bátar til føroysku alivinnuna, og onkur einstakur bátur er eisini seldur uttanlands. Í løtuni hevur KJ Hydrau- lik ikki fleiri sáttmálar um bát ar til føroysku alivinnuna. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Í dag landar Vesturleiki í Sørvági. Vesturleiki par- trol ar saman við Sjaga- klett i, sum landar í Hvalba í dag. Skipini hava verið úti í einar 12 dagar og hava um- leið 180.000 pund í part – ella eini 360.000 pund til- sam ans. Meginparturin av veið- ini er upsi, men ein lítil part ur er toskur. Upsaprísurin er rætti- liga góður í løtuni, og úr Sør vági verður sagt, at veið an hjá Vesturleika er seld fyri ein miðalprís, sum liggur omanfyri 8 krón ur fyri kilo. Hetta er rættiliga góð- ur fiskaprísur, og fleiri ymisk ir keyparar eru til last ina hjá Vesturleika. Aðrar landingar Landingarmiðstøðin í Sør vági fer eisini at landa línu bátin Havbúgvan í morg in. Havbúgvin hevur ver ið undir Íslandi og hev ur fingið eini 120.000 pund av brosmu, longu og toski. Úr Sørvági verður sagt, at Vesturtúgvan vænt- andi kemur inn at landa fríggjadagin. Vestur túgv- an partrolar saman við Grøna nesi, sum plagar at leggja veiðina upp í Vest- manna. vilmund@sosialurin.fo Bakkafrost fær nýggjan alibát Methøgur prísur á upsa FISKIVINNA Upsaprísurin er rættiliga góður í løtuni, og nú Vesturleiki landaði í Sørvági í morgun, fingu teir ein miðalprís, sum liggur omanfyri 8 krónur fyri kilo Fleiri keyparar vildu hava burtur av lastini hjá Vesturleika. Hetta førdi til, at skipið fekk ein metgóðan miðalprís fyri veiðina, sum løgd varð upp í Sørvági í dag METPRÍSUR HANDVERK Í morgin fær Bakkafrost ein nýggjan alibát, sum KJ Hydraulik á Kambsdali hevur smíðað. Hetta er triði báturin í røðini, sum stóra alifelagið á Glyvrum hevur latið smíðað í Føroyum Tvíkiljan, sum KJ Hydraulik fer at lata Bakkafrosti í morgin, er 13 metrar long og 6 metrar breið. Hon er vælútgjørd við motorum, stórum krana og spæli NÝGGJUR ALIBÁTUR