mikudagur 19. mai 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83
10
Sosialurin
Poul Jóhan Djurhuus
Tey, sum komu við bili kl.18.15
fingu ikki parkeringspláss
uttanfyri Løkshøll, tí longu
tá var væl av fólki komið,
sum vildu tryggja sær eitt
gott pláss inni í høllini. Nógv
fólk úr Klaksvík var at síggja
millum
áhoyrararnar,
og
onkur segði, at tað er tí, at
klaksvíkingar eru so góðir
við Betesdakórið.
Ein av teimum, sum møtti
upp millum tey fyrstu, var
93 ára gamli klaksvíkingurin
Jógvan Gerðalíð, sum hevur
havt alsk til bæði kingosang
og kórsang í ein langan
mansaldur. Jógvan minnist,
tá kórið varð stovnað í 1926.
Bert nøkur fá ár seinni kom
hann upp í kórið sum ungur
drongur, og hann hevur øll
hesi árini fylt við hvussu
kórið hevur ment seg til
tað, tað er í dag. Hann hevur
eisini stjórnað kórinum eitt
tíðarskeið. Tí má tað hava
verið ómetaliga stórt fyri
Jógvan Gerðalíð at uppliva
hesa
serstøku
løtuna
í
Løkshøll, tá Betesdakórið
leveraði tað besta av tí besta
meðan LIVE-upptøkutólini
rullaðu, og áhoyraraklappini
rungaðu um høllina.
Teir, sum stjórna kórinum
í dag, eru Jógvan við Keldu,
Árni Jacobsen og Torkil
Mørkøre.
Àrni
Jacobsen
stjórnaði kórinum ígjøgnum
alla skránna, meðan Torkil
sæt
við
klaverið.
Hetta
gjørdu
teir
meistarliga,
meðan Jógvan við Keldu,
sum í mong ár hevur borið
tunga
lessið
í
kórinum,
sæt millum áhoyrarnar og
kundi njóta kórið í frástøðu.
Nógvir
aðrir
tónleikarar
vóru eisini við, sum vit t.d.
kenna aftur frá teimum væl
umtóktu sangløtunum hjá
sangbólkinum Vitanum.
Nógv er at fyrireika til
eina slíka tónleikaløtu, sum
skal
sendast
beinleiðis.
Nógv varð runnið aftur
og fram á pallinum teir
seinastu minuttirnar undan
startinum, men tá klokkan
sló sjey, steig Eyðun Jacobsen
fram á pallin, og harvið var
tónleikaløtan byrjað. Eyðun
leiddi sangløtuna, og Torkil
Mørkøre var kapellmeistari.
Skráin byrjar
Tá kórið hevði sungið fyrsta
sangin, “eg nú Jesusi gevi
mítt hjarta,” gekk tað sum
eftir ánni, og kendir og
nýggir sangir, við leikandi
løttum spæli og framførslu,
kendist sum ein leskiligur
drykkur hjá eini tystari
sál. Orðini og boðskapurin
í sangunum, hesa stóru
tónleikaløtuna í Løkshøll,
gjørdi eina uppbyggjandi
innrás
í
sálunum
hetta
kvøldið.
Sum nakað nýtt legði
ein merki til, undir fleiri av
sangunum hjá kórinum, at til
hvørt ørindi komu skiftandi
røddir
fram
á
pallin,
ávíkavist sum solo, tvírødd,
trio ella kvartet, samstundis
sum sangurin eisini varð
settur eitt sindur upp. Hetta
fyribrygdi fleyt ómetaliga
væl og gav sangframførsluni
nakað serskilt. Kórið var, í
røttum Gaither-stíli, sitandi
undir allari framførsluni –
og góðskan og sanggleðin var
ikki eitt fet aftanfyri Gaither.
Jóhan við Neyst syrgdi
fyri, at áhoyrarnir eisini
fingu innlit í onkra av
søgunum
aftanfyri
sangirnar, t.d. sangin, tá
tígnandi í undran Harri
Drottur. Sangurin ferðaðist
eina langa og kringluta leið,
áðrenn hann gjørdist altjóða
fólkaogn.
Svenskarin, Carl Boberg,
skrivaði sangin eftir ein
seinnapart, tá hann var á
veg heim frá Gudstænastu.
Hetta
var
ein
av
teim
vakrastu
døgunum,
har
náttúran stóð í fullum blóma.
Brádliga kom eitt myrkt
skýggj inn frá havsbrúnni
saman við snarljósi, toru,
regni
og
stormi,
sum
legði
seg
hóttandi
yvir
kornmarkirnar. Hetta vardi
tó bert eina lítla løtu, so
stilnaði av og ein ælabogi
spenti
seg
yvir
hválvið.
Hetta
náttúrufyribrygdi
gav íblástur hjá Carl Boberg
at skriva sangin, tá hann
um kvøldið stóð við opnum
vindeyga og hugdi út yvir
Mønsterås víkina, sum lá so
spegilsblonk framman fyri
honum.
Hann skrivaði sangin í
1885, og fyrstu ferð sungin
í eini kirkju í Vårmland í
Svøríki í 1888. Sangurin varð
væl móttikin. Úr Svøríki kom
hann til Estonia. Varð týddur
til týskt í 1907 og til Russiskt í
1912. Tað var bretski trúboðin
í Ukraine, Stuart Hine, sum
týddi sangin til enskt og tók
hann við sær til Bretlands,
har hann varð sungin á eini
evangeliskari
fundarøð
undir fyrra heimsbardaga. Í
1954, tá Billy Graham hevði
sína víðakendu evangelisku
fundarøð í London “The
London Crusade,” tók Billy
Graham sangin til sín, og
harvið gjørdist sangurin,
undir kønu kórleiðslu Cliff
Barrows
og
borin
fram
av kendu solorøddini hjá
George Beverly Shea, altjóða
fólkaogn. Eitt skifti var
hann nr. 2 á hitlistunum
aftaná heimskenda sálmin,
Amazing Grace.
Jublandi gleði
Tá kórið framførdi sangin,
syng lovsong og prís og
ver glað, var tað sum um,
at kórið fekk salin at lætta
sær á, tá niðurlagið varð
sungið saman við klappandi
áhoyrarum......ver glað, ver
glað, tú útvalda sál, á, ver
glað!
Tá sangløtan var komin í
helvt, hevði Eyðun Jacobsen
eina
samrøðu
við
Anju
Hansen, sum er í orðsins
sonnu merking arbeiðandi
stjóri í IKTUS. Í samrøðuni
gjørdi hon greitt, at um
IKTUS skal kunna halda
fram, so er tað neyðugt, at
tey fáa enn fleiri regluligar
fíggjarligar
stuðlar.
Anja
gjørdi vart við markleysu
møguleikarnir
við
eini
sjónvarpsstøð sum hesari:
“Við støðini náa vit út til alt
fólkið við orðinum!”
Á
skránni
endaði
sangløtan við sanginum, vit
ferðast heim at møta teim,
sum synd og sorg ei kenna.
Fólkið klappaði kórið upp úr
stólinum, og standandi góvu
tey okkum ein sang afturat,
sum lá uttan fyri skránna.
Kristiliga
sjónvarpsstøðin
IKTUS og Betesdakórið góvu
okkum øllum, hetta kvøldið í
Løkshøll, eitt sangupplivilsi
av teimum fáu, sum vit
koma at minnast og liva upp
á leingi.
gjaranes@olivant.fo
Stórt tónleikakvøld í Løkshøll
Tónleikur Leygarkvøldið 8. mai kl. 19.00 bjóðaðu Kristiliga sjónvarpsrásin
IKTUS og Betesdakórið til tónleikaløtu í Løkshøll í Runavík
Betesdakórið
til tónleikaløtu
í Løkshøll
Eyðun Jacobsen hevur samrøðu við Anju Hansen