Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin Miðvikan 16 Framhald frá síðu 15 skyldur sum íslendingar við at gjalda skatt og onnur avgjøld sum til heilsuverkið. Tað varð eisini ein lóg samtykt í 1877, sum heimilaði eystfirðingum at seta í verk avmarkingar av veiðuni hjá føroyingum. Hetta gjørdu teir á Seyðisfirði og Loðmundarfirði í 1879. Í 1880 varð tað eisini gjørt av teimum á Norðfirði, Reyðafirði og Fáskrúðsfirði. Henda samtykt var í 12 punktum. Her var millum annað ásett, at tað var banna at seta línu úti á fjarðunum. Tað varð eisini bannað at avhøvdu og kryvja fiskin til sjós. Hildið var, at varð slógv tveitt fyri borð fór hetta at forða fiskinum at koma longri inn í fjørðin, har íslendingar veiddu. Vansin hjá føroyingum av hesum var, at skuldi fiskurin førast heilur til lands, so rúmaðist minni av fiski í bátinum. Tilsvarandi minni kom tá burtur úr. Skeljafiskur mátti ikki brúkast til agn. Hetta var ein regla, sum ikki var beinleiðis beind móti føroyingum. Men ásannað var, at skeljaagn fiskaði betur enn annað agn. Men tað vóru ikki allir, sum høvdu atgongd til skeljar. Fyri at forða fyri »kappingaravlaging« var so ásett, at eingin skuldi sleppa at nýta skel! Ein onnur regla var tann rímiliga, at lína mátti ikki setast útyvir línu hjá øðrum. Her vóru bæði rímiligar og órími­ ligar reglur. Føroyingar vóru sera ónøgdir við tær. Teir klagaðu eisini til løgtingið um hesar ásetingar. Hóast alt hetta gekk so væl hjá føroyingum, at aðrir eisini fingu brell. Í 1883 vóru fýra donsk fiskiskip, sum eltu føroyingum yvir á Norðfjørðin. Men tað vóru eisini norðmenn, sum fingu áhuga fyri hesi veiðu. Tað vóru 40 bátar, sum fiskaðu á hesum leiðum frá norskum skipum. Var møguligt at læra av føroyingum? Um 1875 byrjaðu føroyingar at koma til lands. Teir komu yvir til Íslands við sínum bátum antin við ferðamannaskipum ella sluppum. Teir leigaðu støðir á landi, og teir seldu keypmonnunum fiskin. Tað vóru eisini føroyskir keypmann, sum sóu sær ein møguleika her. Mortensenmenninir av Tvøroyri bygdu sær eitt stórt fiskahús og fóru at taka ímóti fiski. Tað vóru nú ikki allir íslendingar, sum ilskaðust inn á føroyingar. Ì 1876 verður skrivað bræv á Eyst­ fjørðum, har tað varð ynskt eftir, at íslendingar lærdu av føroyingum. Tað serliga var við føroyingum, at teir vóru so nógv fremri enn íslendsku útróðrarmenninir. Teir høvdu betri bátar. Teir høvdu eisini betri reiðskap, sterkari og longri línur. Teir dugdu betri at arbeiða og at skipa fyri arbeiðinum. Og teir nýttu sild til agn. Tað gekk sjón fyri søgn, hvussu nógv betri føroyingar dugdu at veiða enn íslendingar á hesum leiðum. Eftir at føroyingar byrjaðu at fara »til lands« broyttist umrøddi hugburðurin móti føroyingum. Nú fóru sluppirnar eisini at koma inn á fjarðirnar við bátum, og tað var heldur eingin trupulleiki við tí. Tað vóru nú enn fleiri eyst­ firðingar, sum spurdu: Kundu vit ikki lært av føroyingum og gjørt fiskiveiðu og tilvirking av fiski til ein sjálvstøðugan vinnuveg? So við og við batnaðu viðurskift­ ini millum eystfirðingar og føroysku fiskimenninar, og tað gjørdist góður vinskapur teirra millum. Føroyingarnir fingu í 1887 eisini javnbjóðis kor við íslendingar. Eystfirðingar fóru at læra bæði at veiða fiskin og at tilvirka hann av føroyingum. Teir lærdu eisini at veiða sild og at nýta hana til agn. Teir keyptu eisini bátar frá føroyingum og lótu føroyskar bátar smíða. Tískil stuðlaðu føroyingar eystfirðingum at seta sítt álit á fiskivinnu sum ein vinnuveg. Eins nógvir útróðrarmenn sum íbúgvar Tað eru til taks upplýsingar um føroyingar, sum veiddu út frá ymsum støðum á Eysturlandinum. Á Norðfjørðinum vóru í 1890 26 føroyskir bátar við tilsamans 95 monnum. Í 1893 vóru teir 109 útróðrarmenn á Norðfirði. Tá búðu annars 139 fólk í bygdini. Flestu føroysku bátarnir á Norðfirði í 1893 komu úr Kvívík og Eiði. Einstakir komu úr Sandavági, Leirvík, Gøtu, Slættanesi og Trøllanesi. Trøllanesmaður, sum var við í hópinum, helt tó ikki, at nakar bátur haðani hevði verið til lands, men kanska onkur maður. I 1922 varð samtykt lóg, sum bannaði útlendingum at fiska frá landi í Íslandi. Hetta broytti í fyrsta umfari ikki so nógv hjá føroyingum. Teir fingu íslendingar at leggja navn til bátarnar, og so hildu teir áfram sum vanligt til nakað eftir, at Ísland loysti frá Danmark í 1944. Í 1930 vóru tveir føroyskir bátar á Norðfjørðinum. Tað vóru eisini føroyingar, sum búsettust á Norðfjørðinum styttri og longri tíðarskeið. Í 1880 búsettist ein føroyingur á Norðfirði. Hann æt Torkel Joensen og varð kallaður Keli færingur. Hann bygdi útróðrarskúrar, sum hann leigaði føroyingum. Hesir skúrar vórðu kallaðir Kelaskúrar. Hann var tann einasti føroyingur á Norðfirði, sum fekk sær íslendskan ríkisborgararætt. Er nakar, sum veit meira um hann at siga, vilja vit fegin frætta. Kristianna Jacobsen búsettist eisini á Norðfirði um 1900. Hon var sína síðstu tíð elsta fólk á Norðfjørðinum. Vit vilja eisini fegin frætta, um nakar veit um hana. Sluppirnar komu inn Føroysku sluppirnar hildu á at veiða á íslandsmiðum, eftir at tað ikki longur slapst inn á fjarðirnar at veiða við bátum. Tær komu javnan inn í havnir á Eysturlandinum, og her var Norðfjørður ein høglig havn. Teir kundu koma inn at kroka, at fáa útgerð ella at halda sunnudag, tá ið tað kortini ikki varð fiskað. Føroysku fiskimenninir komu nógv í land og settu lív í fólkið á staðnum. Árini 1920­1930 brúktu føroy­ ingar nógv Norðfjørðin sum um­ skipingarhavn. Fiskurin varð land­ aður umborð á farmaskip, sum flutti hann á marknaðin. Undir krígnum var Norðfjørður ein havn, har nógvir føroyingar komu at keypa fisk at selja í Bretlandi. Tað kann verða nevnt, at tá ið Johanna í 2005 gjørdi ein minningartúr um hesa sigling í samband við, at 60 ár vóru liðin síðan bardagalok, gekk hesin túrur til Norðfjørðin. Tað komu eisini aðrir føroyingar enn fiskimenn til Íslands. Tað vóru níggju bátasmiðir sum starvaðust á Norðfjørðinum árini 1955­1957. Ein teirri steðgaði í longi tíð. Smári helt í síni framløgu, at eystfirðingar mugu ikki gloyma, at tað vóru føroyingar, sum løgdu teimum lag á at gera fiskiskap til ein sjálvstøðugan vinnuveg. Søgan bindir okkum saman. Men tað er stórur tørvur á at kanna hesa søgu betri, ikki minst tí talan er um frændatjóðir. Smári skrivar eisini um norskan fiskiskap í hesi tíðini. Men hetta var mest eftir sild, og kom henda norska veiðan at hava stóran týdning fyri Ísland. Her var serliga talan um Siglufjørðin og Seyðisfjørðin. Føroyingar komu eisini uppí part í hesi veiðu, men hetta er ein onnur søga Trolarasøgan Eftir fiskiskapin til lands og sluppirnar kom trolarasøguna í 50­ unum. Aftaná heimsbardagan komu nógvir trolarar til Eystfjarðirnar eins og aðrar staðir í Íslandi. Nógvir føroyingar fóru við hesum trolarum, og viðhvørt vóru teir meirilutin av allari manningini. Á sumri 1945 avgjørdi íslendska stjórnin at smíða 30 oljukyndar trolarar, 6­700 tons til støddar við 1.000 hesta maskinum. Teir vóru væl útgjørdir við radara og ekkoloddi. Hesir trolarar gjørdust grundarlagið undir íslendska fiskiskapinum tey fylgjandi árini. So nógv skip, har hvørt teirra kravdi eina manning uppá umleið 35 mans, skaptu eisini ein stóran manningartørv. Tað fingust ikki nóg nógvir íslendingar, og tí var neyðugt at fara út um landoddarnar at fáa fólk. Føroyar var tann mest nærliggjandi møguleikin, og í Føroyum høvdu fiskimenn tá stóran tørv á arbeiðsmøguleikum vegna ein niðurslitnan flota her heima. Tískil kundu føroyingar og íslendingar hjálpa hvørjum øðrum. Árliga fóru upp til 1400 føroyingar til Íslands hesi árini. Nógvir teirra vóru við trolarum, og er hetta ein serligur partur av føroysku fiskimannasøguni. Í hesum sambandi hava vit eisini eitt heilt serligt samband til Norðfjørðin. Tveir av teirra trolarum gingu burtur, og báðir høvdu eitt serstakt samband við Føroyar. Við Egil Reyða, sum forlisti í 1955, vóru 19 føroyingar við. Ein av teimum sjóláts. Hetta var Sofus Skoradal úr Dali. Eftir hann sat einkja við lítlari dóttir. Goðanes sigldi á Flesjarnar á veg inn á Skálafjørðin fyrst í 1957. Tá doyði skiparin, tann 24 ára gamli Petur Hafsteinn, frá gentu og nýføddum soni. Í 2007 varð minnissteinur reistur fyri honum á Strondum, og høvdu vit tá frásøgn frá hesi vanlukku og eisini frá minningarhaldinum. Hetta er í hvussu er ein góður útróðrardagur Føroyskir bátasmiðir í Íslandi. Hvørjir eru teir? Torkil Joensen, Keli færingur, búsettist á Norðfirði. Hvør var hann? Framhald á síðu 33 og 34