Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. apríl 2010 Sosialurin Miðvikan Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo 15 2. partur Seinasta Miðvika endaði við, at vitjað varð á Vattarnesi. Nú verður vent aftur til Neskaupstaðin. Umframt á fiskavirkinum hjá Sildavinnsluni varð eisini vitjað á tí stóra savninum í býnum, sum umfatar listasavn, fornminnissavn og fiskivinnusavn. Her var eisini eitt myndasavn, sum eisini umfataði føroysk skip á Norðfjørðinum. Tað vóru eisini manningarmyndir, og tað var enntá onkur av føroyingunum, sum kendi pápa sín á onkrari av myndunum. Hesar myndir fara at verða tøkar í Føroyum, eisini hjá Fornminnissavninum. Aftaná var í bygdarhúsinum ein fyrilestur hjá søgufrøðinginum Smári Geirsson um sambandið millum Føroyar og Eysturlandið. Smári man vera fremsti søgu­ maður á Norðfjørðinum, sum Neskaupstaður eisini verður kall­ aður. Hetta er nevniliga navnið á sjálvum fjørðinum. Smári er føddur í 1951, og hann er lærari. Hann hevur eisini verið kommunupolitikkari og limur í býráðnum síðani 1982, men til býráðsvalið 29. mai stillar hann ikki upp aftur. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um søguna hjá Norðfjørðinum, eisini eina sum serliga er um fiski­ skap og fiskivinnu. Hon kallast: »Norðfjørður – saga útgerðar og fiskivinnslu.« Henda bók hevur úti við 400 blaðsíður við nógvum myndum. Her greiðir Smári eisini frá søguni um fiskiskapin hjá føroyingum. Sum hjá øðrum søgumonnum verður ongantíð komið á mál, og vit báðir hava eisini avtalað at samskifta framyvir. Hetta verður millum annað gjørt við at lata Smára fáa tað nógva tilfar, sum eg havi skrivað um føroyskan fiskiskap undir Íslandi. Grundað á bókina og framløguna hjá Smára skal her verða givin ein lýsing av okkara fiskiskapssøgu á hesum leiðum. Hesin fyrilestur var ótrúliga áhugaverdur. Niðurstøðan hjá Smára var í stuttum, at tað vóru føroyingar, sum høvdu lært íslendingar á Eysturlandinum at fiska lønandi. Tað var sera hugaligt at vera føroyingur hesa løtu. Føroyingar upprunaliga ikki vælkomnir Fiskiveiðan hjá føroyingum frá Eystfjarðunum í Íslandi er frá 1871. Hetta árstal er úr íslendskum skjølum, meðan almenna føroyska søgan sigur hetta hava verið í 1872. Tá kom Fox til Seyðisfjarðar at vera móðurskip hjá bátum, sum róðu út har. Fiskurin varð flaktur og saltaður umborð á Fox. Hetta gekk væl, og talið av føroyskum skipum, sum komu til eysturfjarðirnar øktist tey næstu árini. Tvey skip komu til Seyðisfjarðar árið eftir Fox, og í 1874 vóru tað fimm skip. Til Norðfjarðar kom eitt skip í 1873 og tvey í 1874. Sum frá leið komu higar fleiri og fleiri føroysk skip, sum veiddu við bátum. Vanliga hevði hvørt skip tveir bátar, og tað vóru 3­4 mans við hvørjum báti. Í 1876 komu níggju skip til Norðfjørðin. Tað lá eisini væl fyri hjá teimum at fiska. Reiðskapurin var lína. Agnið var sild, men føroyingar skutu eisini fugl til agn. Tá ið eystfirðingar fingu at vita prísin, sum føroyingar fingu fyri saltfiskin, tóktist tað teimum ótrúligt. Tað var heldur ikki sørt av øvund móti hesum fiskimonnum, sum dugdu so væl. Hetta var um ta tíðina, tá ið ringar tíðir vóru á Eysturlandinum. Her var kuldatíð. Eldgos við øskuroki var í Íslandi í 1875. Hetta tarnaði jarðarbrúkinum, sum nógv livdu av. Tá fluttu fólk í hópatali til Amerika. Føroyingar fingu frá byrjan av rættiliga stóra mótstøðu frá fólkinum á Eystfjarðunum. Tey kærdu seg um, at føroyingar ikki rindaðu skatt. Eisini var funnist at, at tað var so trongt á fiskimiðunum av øllum hesum føroyingum, eisini við allari teirri línu teir settu. Meira lína ið varð sett, tess minni var veiðan uppá seg, varð sagt. Føroyingarnir vóru heldur ikki so fáir. Tað verður mett, at teir vóru 800­1.000 mans á Eystfjarðunum til dømis árini 1894­95. Hildið var eisini, at tá ið føroy­ ingarnir veiddu úti móti havinum, forðaði hetta fiskinum at koma inn í fjarðirnar, har íslendingar veiddu. Eystfirðingar heittu tískil á Altingið um at seta avmarkingar fyri veiðuna hjá føroyingum. Tann 12. marts 1875 hildu seyðisfirðingar fund, har teir samtyktu at senda bønarbræv til altingið um at settar vóru avmarkingar fyri føroyingar. Teir skuldu ikki fáa betri sømdir enn franskmenn. Um hetta ikki bar til, skuldu aðrar avmarkingar setast, sum við stødd av skipum og tal av bátum. Teir skuldu eisini koma undir somu borgarligu Íslandsferðin við Norrønu: Føroyingar lærdu íslendingar lønandi fiskiskap Á ferðini til Íslands seinast í apríl varð eisini vitjað í Neskaupstaði. Her fekst frá søgumanninum Smári Geirsson ein áhugaverd frásøgn um føroyskan fiskiskap á Eystfjarðum Framhald á síðu 16, 33 og 34 Hendan myndin er tikin uttanfyri kirkjuna í Seyðisfirði, helst í tjúgunum. Hetta man hava verið í tíðini, tá ið Absalon Joensen arbeiddi sum prestur hjá fiskimonnum har. Kennist nakar við nakran av hesum monnum vilja vit fegin frætta Smári Geirsson sigur føroyskar fiskimenn hava havt stóran týdning fyri menningina av íslendska fiskiskapinum á Eysturlandinum