mikudagur 19. mai 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83
14
Sosialurin
Kjak
Johan Petersen
Í Sosialinum er grein av
Zakariasi Wang, har hann
ger vart við, at hann hevur
savnað saman keldutilfar
frá tíðini, tá fólkaatkvøðan
var í 1946. Eisini hevur hann
lýsing, har hann sóknast
eftir stuðlum til útgávu av
keldusavninum.
Hetta er eitt frálíkt hug
skot, tí so kann ein og hvør
nema sær vitan um, hvat
veruliga fór fram og nýtist
ikki bert at lurta eftir tí,
Tjóð veldi hevur ført fram
nú í meiri enn 60 ár sum
»sann leikan«
aftan
fyri
fólkaatkvøðuna.
Vildi sjálvur fegin stuðlað
Zakariasi í hesi útgávu, men
tað er sjálvandi treytað av,
at keldusavnið er seriøst og
óheft av politiskari áskoðan.
Søgumanipulatión
Men trupulleikin er bara
tann, at loysingarmenn tola
ikki at koma nær í ná mind
av søguligum tilfari, uttan
at teir skulu fremja søgu
manipulatión og søgu falsan.
Og hetta avdúkar Zakarias
longu í grein síni og í lýsingini
eftir stuðlum.
Hann sigur í grein síni t.d.
at loysingin vann, hóast hann
væl veit, at bæði stjórnar
uppskotið og loys ingin blivu
vrakað av førisku veljar
unum. Eisini framgongur av
lýs ingini, at keldu savnið eitur
»14. septemb er 1946 stjórnar
upp skotið 49,3% loysing
50,7%« hóast hann væl veit,
at stjórn ar uppskotið einans
fekk 47,2% og loysingin bert
fekk 48,7%, tí 4,1% av atkvøð
unum vóru ógildugar.
Endurtøka av
ósannindum
Hetta er bert enn eitt dømi um
áhaldandi søgumanipulatión
loysingarmanna. At enda
halda fólk, sum ikki vita
bet ur,
hetta
vera
sann
leikan.
Sum
dømi
kann
nevnast, at sjálvt í bókini
Sambandsflokkurin í 100 ár
fellur søgufrøðingurin Anja
Andreasen í hesa grøv, tá
ið hon skrivar, at ein tepur
meiriluti av teimum 66,4%,
ið
høvdu
atkvøtt,
hevði
atkvøtt fyri loysing. Sig so,
at endutøka av ósannindum
ikki loysir seg!
Zakarias! Haldi ikki, at
tú kanst kalla savnið fyri
eitt keldusavn, tá ið tú
leggur tína subjektivu (feil)
tulking
sum
grund
fyri
savnið! Tað haldi er vera
spell. Enn er ikki ov seint
at bjarga søgusavninum frá
loysingarmanipulatiónini. Vil
fegin hjálpa tær við hesum
arbeiði,
so
keldutilfarið
verður seri øst og politiskt
óheft, um tað so ikki kemur
út á ólavsøku í ár, sum tú
ætlar, men kanska ikki fyrr
enn til ólavsøku næsta ár.
Haldi tað vera tað vert. Og
so skal eg eisini vera ein av
stuðlunum til útgávuna.
Løgtingssøgan ella
søgur úr løgtinginum?
Annað dømi um søgu mani
pulatión
loysingar manna
er løgtingssøgan í 1. bindi í
bókaverkinum Løg ting ið 150,
sum kom út í samband við, at
150 ár vóru liðin, síðan løgting
ið bleiv endurreist. Bóka verkið
bleiv til undir sjálvs stýris
sam gonguni og er útgivið fyri
almennan pening.
Minnist sum óviti í Fugla
firði
fyrst
í
1950´unum
Andras Samuelsen. Sagt var
mær, at hann var ein av teim
frem stu politik arunum og
Før oya fyrsti løgmaður.
Tá ið eg so las løgtings søg
una, las eg upp og niður, síðu
eftir síðu um Jóan nes Paturs
son, men Andras Samuel sen
bleiv ikki nevndur. Gav mær
ikki nærri far um tað, kanska
hann
kom
nógv
seinni
inn í politikk enn Jóannes
Patursson?
Skilamaðurin
Heri Mohr
Men tá ið so skilamaðurin og
skyldmaður mín, Heri Mohr,
skrivar um sama bókaverk og
kallar tað eitt propagandarit,
har nógv av tí skrivaða er
ósatt ella villleiðandi og óegn
að til skúlabrúks, raknaði eg
við aftur.
Eri ikki førur fyri at vísa
á faktuellar feilir, tað veit eg
heilt einfalt ov lítið um, men
kundi kannað eitt sindur
nærri undir leitorðunum í 3.
bindi um politiska virksemi
hjá Jóannesi Paturssyni og
Andrassi Samuelsen.
112-1 til Jóannes
Patursson móti
Andrassi Samuelsen
Jú, teir hava báðir sitið stórt
sætt samstundis á tingi í
uml. 45 ár, Jóannes Paturs
son 190146 og Andrass Samu
elsen 190650, harav 2 ár
sum Føroya fyrsti løgmaður
í nýggjari tíð. Teir vóru
mót pol arnir
í
føroyskum
politikki í nógv ár, so teirra
virksemi hevur verið á sama
støði.
Umframt teirra politiska
virksemi eru teir nevndir
í bílæta teksti – Jóannes
Paturs son 7 ferðir og Andras
Samuelsen 3 ferðir, harav
tann eina myndin er ein
keipu mynd – og Andras
Samuel sen 1 ferð sum valdur
løgmaður.
Men nú kemur tað áhuga
verda: fyri sítt polit iska virk
semi er Andras Samuelsen
nevndur eina einastu ferð. Og
Jóannes Patursson? Hvussu
ofta? Jú, heilar 112 ferðir!!!!
Bumbuatsóknin og
burturflytingin
Tá ið hetta er lagið undrar
tað kanska ikki, at hvørki
bumbuatsóknin undir løg
tingshúsunum ella burtur
flytingin av løgtings manni
verða
nevnd.
Tað
hevði
heilt einfalt verið ov pínligt
fyri
loysingarmenn.
Men
»roysnisverkið« at kvetta
flagglínuna við Dannebrog,
verður greitt frá bæði í
myndum og teksti.
Tá ið bókaverkið kom
út í 2002 hevði Edmund
Joensen tikið við sum løg
tingsformaður. Hann man
hava havt varhugan av, hvat
loysingarsamgongan kundi
havt funnið uppá og frá
skrivar sær tí ábyrgdina av
bókaverkinum: gjørt verður
vart við, at høvundarnir
sjálvir hava ábyrgdina av
innihaldinum í tí, teir hava
skrivað.
Álvaratos,
Hans
Andr.
Sølvará! Hvussu kanst tú
sum søgufrøðingur leggja
navn til slíkt? Hvar er tann
fakligi stoltleikin?
Fedranna kirkja
Og nú vit eru við dyrkanina
av Jóannesi Paturssyni, so
nevndi Jógvan E. Ósá í send
ingini Álvaratos í útvarpinum
í samband við nýggju kirkj
una á Argjum sera vakra
sálmin Fedranna kirkja í
Føroya tjóð sum sálmin hjá
Jóannesi Paturssyni.
Heilt erliga, Jógvan Ósá.
Fyri tann skuld at ein sálmur
er vakur behøvist hann ikki
at verða yrktur av Jóannesi
Paurssyni ella fyri tann skuld
av einum loysingarmanni.
Sálmin í sera hepnari før
oyskari
umyrking
eigur
danski presturin, prósturin
og føroyavinurin Gudmund
Bruun, sum hevði so sera
stóran alsk til alt føroyskt og
serliga føroysku kirkjuna. Tað
var eisini hann, sum fekk í lag
føroyskar gudstænastunar á
føroyskum máli í Kjøpinhavn
lang áðrenn vit fingu tær í
Føroyum.
Til Zakarias Wang
(og Hans Andr. Sølvará og Jógvan E. Ósá)
Zakarias Wang hevur fingið tað frálíka hugskotið, at fáa til vega eitt keldusavn í
samband við fólkaatkvøðuna í 1946 og sóknast eftir stuðlum til útgávuna. Vildi fegin
verið ein av hesum stuðlum. Men trupulleikin er bara tann, at loysingarmenn tola
ikki at koma nær í námind av søguligum tilfari, uttan at fremja søgumanipulatión
og søgufalsan. Hetta avdúkar Zakarias longu í lýsing síni eftir stuðlum
Hósdagin 20. og fríggja
dagin 21. mai verður fe
lagið
Før oy skir
Sálar
frøð ingar
vert ur
fyri
fak ligum sam starvs fund
um millum leiðsl ur nar í
Norðurlendsku sálar frøð
ingafeløgunum.
Fyrra dagin er fundur
fyri samráðingaleiðarar,
og har verða ymisk ar
beiðs marknaðarmál hjá
sálarfrøð ingum í Norðan
londum á skránni.
– Felag okkara verður
um boðað
saman
við
Magist ara felagi
Føroya,
sum er yrkis felag sálar
frøð inga
á
almennum
ar beiðs markn aði,
sig ur
felag ið Føroyskir Sálar
frøðingar.
Seinna dagin er tað
SAK – sum stendur fyri
»Sam arbetskomitéen for
Nordiska
Psykolog för
bunde« sum fundast í
Havn. Nevndin er sam
an sett
av
formonnum
og skriv arum, og skráin
er
fjøl broytt:
støðan
hjá feløg unum í mun
til nýggju felags europ
eisku
autorisatiónina
EuroPsy, og tilsvarandi
ser frøðigóðkenningar,
støðu takan sálar frøð inga
til krøv frá heilsu myndug
leikum
um
gran sking
argrundaða sálar við gerð,
og annars verður orða
skifti um ólík faklig viður
skifti hjá sálar frøð ingum
í teim 6 londunum sum
luttaka á fundinum.
Samstarvsnevndin
hitt ist tvær ferðir árliga
til skiftis millum høvuðs
staðirnar meðan fundir
fyri samráð ingaleiðarar
eru eina ferð árliga. Hetta
er triðju ferð at Føroyskir
Sálarfrøðingar
luttaka
í sum javnbjóðis hesum
sam starvi, og fyrstu ferð
at føroyska felagið skipar
fyri. Nevndin í felagnum
varð annars skipað 14. apríl
2010 við Kára Leivssyni
sum formanni, Kathrinu
Lindenskov Holm sum
kassameistara, Tóru Pet
ersen sum skrivara, og
Hera
Kragesteen
sum
nevndarlimi fyri kunn ing,
samskifti og fakfelags
uppgávur. Meir um felagið
kann lesast við at vitja
www.psykolog.fo
Norður
lendskir
sálar
frøðingar
fundast
í Havn
Tíðindaskriv
Føroyskir
Sálarfrøðingar
Men tá ið so skila mað
ur in og skyldmaður mín,
Heri Mohr, skrivar um
sama bókaverk og kallar
tað eitt propagandarit,
har nógv av tí skriv aða
er ósatt ella vill leið andi
og óegn að til skúla brúks,
raknaði eg við aftur.