mikudagur 19. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83
Sosialurin
Forkvinnan í danska Javn að
arflokkinum, Helle Thorning
Smith, hevur verið og vitjað
før oy ska
bróð ur flokkin
í
viku skiftin um. Fríggja kvøld
ið var hon gestur í Degi og
Viku, og ikki óvæntað, varð
hon spurd um ríkisrættarligu
viðurskiftini.
Helle Thorning stendur
fremst í røðini at yvirtaka
forsætisráðharrasessin,
um vinstravongurin í Dan
mark vinnur komandi fólka
tingsval. Tí var spurn ingurin
áhugaverdur, og svarið var
eisini greitt.
Hon staðfesti at før oy
ingar ráða sjálvir fyri, hvar
Føroyar skulu vera í mun til
ríkisfelagsskapin.
Føroyingum stendur frítt at
definera egin per són lig rætt
indi í eini stjórnar skipanarlóg.
Skulu Føroyar vera partur
av ríkisfelagsskapinum, so
mugu vit hava reinar rætn
ings linjur og fylgja spæliregl
unum, sum eru galdandi fyri
henda felags skapin.
Hetta er greið tala. Av
gerðarrætturin
liggur
í
Føroyum, og tað ber væl til
at hava eina føroyska stjórn
ar skipanarlóg,
og
kortini
vera partur av ríkis felags
skapinum, men tað setir ávís
krøv til innihaldið í lógini.
Einki er liðugt, fyrr
enn alt er liðugt
Stjórnarskipanar uppskotið
hevur fingið harðar atfinn
ingar, fyri ikki at vera í sam
svari við galdandi reglur,
men uppskotið er ikki liðugt
viðgjørt, og liggur í løtuni í
eini víðkaðari rættarnevnd.
Um so er, at ósamsvar er
ímillum uppskotið og tann
veru leikan, sum vit liva í, so
hevur nevndin framvegis
møgu leika at lurta eftir
at finn ing unum,
og
gera
broytingar.
Stjórnarskipanarlógin
hevur ikki til endamáls at
broyta ta ríkisrættarligu støð
una, men hon skal millum
annað staðfesta (sum Helle
ThorningSchmidt eisini segði),
at Føroya fólk má velja sína
egnu kós, tí avgerðarrætturin
liggur í Føroyum.
Demokrati
Stjórnarskipanaruppskotið
sigur, at alt vald í Føroyum
er hjá Føroya fólki, men hetta
merkir ikki, at føroyingar eru
leysir av donsku grundlógini.
Hetta merkir harafturímóti,
at Føroya fólk avger, um vit
vilja vera partur av danska
ríkinum, og harvið undir
grundlógini, ella ikki. Hetta
er tað, sum vanliga verður
kallað demokrati.
Um føroyingar ikki skulu
avgera henda spurningin,
hvør skal so gera tað?
Fríggjakvøldið fingu vit enn
einaferð staðfest, at danskir
politikarar vilja ikki hava
henda avgerðarrættin.
Greið tala frá Helle
Thorning-Smith
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Sonur mín, sum gongur í
3. g, valdi sær Cuba sum
evni til høvuðsuppgávuna
í vetur. Hann fer sjálvandi
á bókasavnið at læna sær
tilfar. Har hava tey eina
leitiskipan, sum vísir, hvat
savnið eigur. Jú, hann slær
Cuba inn, men einki úrslit. So
roynir hann Kuba. Nú opnar
heimurin seg fyri honum.
Hann finnur fleiri bøkur um
evnið, men allar bøkurnar
byrja við C CUBA.
So spyr mann seg sjálvan:
Hví leggur bóka savnið hesa
forðingina inn? Svarið er
einfalt. Skúla bóka grunnurin
gav fyri nøkrum árum síðani
eitt »føroyskt atlas« út, har
partar av navnatilfarinum
hava fingið nýggj nøvn.
Summi nøvn eru tikin úr
kvæðunum, onnur eru tikin
úr høvdinum á týðaranum, og
aftur onnur hava fingið eina
vánaliga umseting. Henda
margháttliga
leiti skipanin
gav mær blóð á tonnina. Eg
fór at googla hesi serføroysku
útlendsku nøvnini.
BORGUNDA R HÓLMUR:
Eg fann nakrar føroyskar
skúlabøkur og nakað av
íslendskum tilfari.
SIKILOY:
Sama
úrslit.
Nakað av føroyskum tilfari
og okkurt á íslendskum ella
fornnorrønum.
LÍÐANDISNES. En dys
funksjonell, men hevn gjerrig
viking familje. Síðan verður
víst til Heimskringlu og til
Heimsatlas.
GRØNHØVDA OYGGJ AR:
Bert føroyskt tilfar.
KILI:
Her
er
nógv
spennandi at finna, kiliseng,
kilimadras, kiliradio. Og so
stendur Kilimanjaro, sum er
eitt fjall í Afrika og ikki eitt
land í Suðuramerika.
Eg royndi at googla fleiri
av hesum sjáldsomu nøvn
unum, men onki brúkiligt at
finna.
Eg undirvísi á einum
spildurnýggjum skúla við
elektroniskum talvum og
ongum
landakorti
undir
loftinum.
Kortini
verða
tikin av internetinum og
standa á talvuni við sínum
geografisku nøvnum, sum
vit kendu tey, áðrenn hetta
famøsa atlasið kom út.
Út frá hesum oman fyri
kann sigast, at tað almenna
forlagið Skúla bóka grunnurin
leggur okkara børn um og
ungdómi forð ingar í vegin, tá
tey skulu leita sær upplýsing.
Hetta man vera eindømi í
allari verðini.
Eitt annað fyribrigdi, sum
er aktuelt í hesum sambandi,
er, at vit lesa ikki bókstavir,
men vit lesa orð ella rættari
orðamyndir, sum vit fáa
assosiatiónir av. Hetta er sera
mennandi fyri barnið. Síggja
vit myndina Sicilia, hugsar
onkur um suðurfruktir og
onnur um Mafiuna. Síggja
vit myndina Chile, hugsar
onkur um Allende, sum fall
fyri Pinochet, meðan onnur
síggja lamair og indianarar í
bovlarahatti.
SIKILOY og KILI geva
onga
assosiatión
annað
enn
tøð,
heimføði
og
nationalismu.
Júst hetta við assosia
tiónunum og orðamyndum
ger tað neyðugt, at vit hava
alt tað latínska alfabetið og
loyva C, Q, W, X og Z, tí hesir
stavirnir eru ein partur av
okkara medviti.
Myndin Quisling vekir
andstygd, men Kvisling hevur
onga ávirkan á medvitið.
Eg havi eisini roynt at
googla
Kolumbus,
sum
Columbus eitur í skúla bók
um. Jú, eg fann eina bussrutu
í Rogalandi og eitt hotell
í Berlin og mangt annað
óviðkomandi.
Mynduleikarnir leggja av
nationalistiskum orsøkum
ungdóminum
fótonglar
í
vegin fyri upplýsing. Og so
fýlast teir á PISAúrslitið .
Gud forbarmi seg...
Tá national is-
man gerst ein
forðing fyri
upplýsing
Dan Reinert Petersen
Legan, sum var í Zarepta
hetta dýrabiðudags viku
skiftið, var fyri tey, sum
hava brek. Sum eg sat har
eina løtu og eygleiddi hesi
menniskju, fóru tankarnir
at sveima eitt sindur. Eg fór
at hugsa um, at tað er eingin
sjálvfylgja, at eg havi tann
førleika, sum eg havi, tann
førleika, sum hesi ikki hava.
Tey eru skerd á ymiskan hátt,
tey mugu hava fólk hjá sær,
sum gera tað fyri tey, sum tey
ikki klára at gera sjálv, hesi
hjálpa teimum soleiðis, sum
nú hvør hevur tørv fyri hjálp,
og gott er tað, at so kann
vera. Vit eiga at takka fyri,
at land okkara er so væl fyri,
at vit hava møguleika fyri
at hjálpa hesum. Zarepta og
tey, sum har stíla fyri og øll
tey mongu, sum geva hesar
dagar til hesi, eiga eisini stóra
tøkk uppborna.
Men, tað er eingin sjálv
fylgja, at eg havi hendan
førleikan.
Eg
havi
nú
livað eitt langt lív og havi
kunna arbeitt og klára meg
sjálvur, og sjálvt eftir at eg
eri pensióneraður, havi eg
heilsu til at gera tað, sum
eg havi hug at gera, ella føli
meg leiddan til at gera, tað
er stór náði. Eg má spyrja
meg sjálvan: Havi eg takka,
sum eg átti fyri hendan
frammíhjárætt? Ein danskur
sangur, sum vit kenna væl
sigur: “Tak er kun et fattigt
ord.” Men vit gloyma tí verri
mangan at siga takk.
Hvi
fekk
eg
hendan
frammíhjárætt
fram
um
onnur. Eg havi einki svar
uppá tað. Vit vóru nýggju
systkin, umframt ein beiggja,
sum var deyðføddur. Hví
havi eg fingið tey ár, sum
eg havi fingið, meðan hann
fekk 0 dag, ein annar beiggi
bara 28 ár, mamma okkara
100 ár, og eg kundi blivið við
at spurt, men fái einki svar.
Viðhvørt verður spurt: Hvi
letur Gud hetta henda og
hví letur hann hatta henda?
Vit fá einki svar. Skulu vit
ikki heldur spyrja: Hví var
eg spardur, tá ið vannlukkan
hendi.
Hitt
loynda
hoyrir
HARRANUM Gudi okkara
til, men hitt opinberaða er
fyri okkum og børn okkara.
5. Mós. 29, 29a
Tað, sum eg havi mest at
takka fyri, er at eg lærdi at
kenna, at syndir mínar eru
fyrigivnar, tí at Jesus tók
tær á seg á Golgata krossi
ein myrkan dag. Tann myrki
dagurin fyri Hann, tá ið hann
rópti: Gud Mín Gud Mín, hví
ert tú farin frá mær, ger tað
at tað myrkur, sum nívdi meg
fór burtur, syndin, sum nívdi
meg svann burtur, og eg sá
hana ikki aftur. Hetta komið
eg ongantíð her niðri at duga
at takka fyri, sum eg átti.
Takksemi
Richard Danielsen
Dýrabiðjudag koyrdu vit ein túr til Vágarnar, vit
høvdu okkurt við til leguna í Zarepta