Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 12 Sosialurin Kjak Sjúrður Skaale Tað var fyri neyðini, at vit í síðstu viku ikki vendu aftur til sjey valdømi. Men hóast nógv kjak er um valdømini, er tann spurn ingurin ikki tann týdningarmesti, tá tað snýr seg um valskipanina. Avbjóð­ ingin er at finna eina skipan, sum í fyrsta lagi tryggjar, at fólk fáa nøkur verulig alternativ at velja ímillum ­ og sum í øðrum lagi tryggjar, at meirilutin so eisini fær tað, sum hann velur. Tað góða við uppskotinum um sjey valdømi var, at tað end aði við eini viðtøku um, at ein kommissión skal endur skoða val lógina. Tað er eitt frálíkt høvi til at umrøða, hvussu vit fáa okkara fólka­ ræði á beint. Tí sum støðan er, fungerar tað als ikki. Kaos Eg havi áður umrøtt tann trupulleikan, at veljarin áðrenn eitt val ikki veit, hvørjir flokkar eru »í parti«. Tað eru ongar alliansur áðrenn valini, og tí valdar reint kaos eftir valini. ­ Inntil ein sam gonga er skipað millum flokkar, sum hava brúkt alt valstríðið til at taka frástøðu frá hvørjum øðrum. Politikkurin byggir so á neyðsemjur millum fleiri flokkar ­ í staðin fyri tey lyfti, sum hvør einstakur flokkur júst hevur givið veljarunum. Vit kunnu siga, at flokk­ arnir longu valkvøldið bróta tann »sáttmála«, sum teir valdagin gera við veljararnar. Eg veit, at rættiliga mong ikki høvdu valt meg seinasta val um tey vistu, at tey við hesum settu Miðflokkin í landsstýrið. Og eg giti, at onkur veljari hjá t. d. Poul Michelsen ikki er so glaður um, at hann hevur gjørt Kaj Leo til løgmann. Velja eitt - fáa eitt annað Men tað er ikki bara flokka­ skipanin, sum er kaotisk. Inni í hvørjum einstøkum flokki valdar sama kaos! Avlopsatkvøðurnar hjá einum persóni á lista A, fara jú beint til ein annan persón á lista A. Og flokkarnir eru so veikir í dag, at eingin veit, hvat tann persónurin stendur fyri. Høvdu fólk t. d. valt Gerhard Lognberg um tey vistu, at atkvøðan kundi fara til John Johannesen? Høvdu fólk valt Bergtóru H. Joensen um tey vistu, at atkvøðan kundi fara til Heina O. Heinesen? Ella Anniku Olsen um tey vistu, at atkvøðan kundi fara til Jógvan á Lakjuni? Eg rokni við, at nógv høvdu atkvøtt øðrvísi ­ ella ikki atkvøtt yvirhøvur ­ um tey vistu, hvat teirra atkvøða bleiv nýtt til. Men tað veit mann ikki, tá mann fer á val í Føroyum. Og tað er hetta, sum er høvuðstrupulleikin í okkara politisku skipan: Fólk at­ kvøða í blindum. Tey hava ikki ánilsi av, hvat tey fáa fyri atkvøðuna. Og tað er ikki so sjáldan, at tey fáa beint ta øvuta av tí, sum tey hildu seg atkvøða fyri. Kann mann yvirhøvur tosað um fólkaræði, tá so er? Álvarsamar avleiðingar Farnu tíðina er føroyskur politikkur blivin so pínligur, at nógv skammast. Vit hava sæð bæði ólav­ søkupakka og fíggjarlóg hjá Jóannesi Eidesgaard verða bumbað sundur ­ av hansara egnu samgongu. Vit hava sæð kommunu­ reformin hjá Anniku Olsen verða bumbaðan sundur ­ av hennara egnu samgongu. Vit hava sæð skúla­ reformin hjá Helenu Dam á Neystabø verða steðgaðan ­ av hennara egnu samgongu. Bara fyri at taka nøkur av ekstremu dømunum... Tað er eingin leiðsla. Tað er eingin myndugleiki nakra­ staðni. Bara kaos. Sjálvandi hava teir per­ sónar, sum sita í landsstýri og á tingi, ábyrgdina av óskilinum. Men sjálv skipanin elur eisini fram kaos heldur enn ordan. Skipanin er sum stoypt til egotripparan! Og tað fáa vit høvi at gera nakað við í teirri kommissión, sum setast skal! Læstir listar Eitt, sum vit eiga at umhugsa, er at venda aftur til læstar listar ­ júst sum Páll Isholm mælti til herfyri. Tað merkir, at flokkarnir seta valevnini upp í nummar­ røð. Fyrimunirnir eru fleiri: Fólk fara ikki at kunna velja sær tilvildarligar flokkar sum lopfjalir til eina politiska karrieru, sum í veruleikanum er reint persónlig. Tað hava tað sum kunnugt verið nógv dømi um. At vera illoyalur fer ikki at løna seg ­ tað fer at verða revsað av flokkinum. Flokkarnir fáa ábyrgd av at syrgja fyri, at geografiska býtið og kynsbýtið millum tey fremstu valevnini er rímiligt. Og fyri veljaran fer tað at gera, at hann veit, hvat hann fær fyri atkvøðuna. Standa t.d. bæði Gerhard og John ovarlaga á javnaðastanum, so veit veljarin, at hann velur báðar, um hann velur lista C. Listarnir verða kortini ikki læstari enn so, at fær ein persónur, sum ikki er ovar­ laga á listanum, heilt nógvar persónligar atkvøður, so kann hann »spreingja listan«, og vinna tingsessin kortini. Veljararnir kunnu altso eisini taka floksleiðsluna av ræði. Gjøgnumskygni Læstir listar høvdu uttan iva havt við sær, at størri agi ­ disiplin ­ kom í flokkarnar. Tað hevði blivið greitt, hvør hevði maktina í flokkunum. Nú nýtist ongum at taka atlit til nakran. Øll hava maktina. Og tískil eingin... Disiplineraðir flokkar høvdu eisini betur kunnað gjørt avtalur við aðrar (disi­ plin eraðar) flokkar. Og hvør veit um vit ikki kundu komu hartil, at veljarin ikki bara kendi flokkin, sum hann valdi, men eisini visti hvønn flokkurin fór at samstarva við? Ja, hugsið tykkum tað... Hugsið tykkum, at veljarin ikki bara fekk tað vanliga skvaldrið av tómum lyftum, men veruligar, politiskar ætlanir at taka støðu til... At valið var eitt slag av sáttmála millum teir vinnandi flokk­ arnar og fólkið... Hugsið tykkum, at fólk kundu hildið givin lyfti beinleiðis upp móti førdum politikki... Tað er okkum fremmant. Og tað ljóðar heilt utopiskt. Men skal okkara fólkaræðið fungera, má hetta fáast í lag. Onkur hava makt og myndugleika. Onkur má leiða. Ábyrgdin má kunna plaserast. Og veljarin má vita, hvat hann fær fyri sína atkvøðu. So her má vend koma í. Kommissiónin, sum skal endurskoða vallógina, má hugsa um Lennon gamla. Power to the people... Power to the people Hugsið tykkum, at veljarin visti, hvat hann valdi... At hann fekk veruligar ætlanir at taka støðu til... At hann kundi hildið givin lyfti upp móti førdum politikki... Tað er alt púra fremmant í Føroyum. Men tað rópast fólkaræði. Og tað kann gerast veruleiki Einaferð stóðu tríggir varðar á einum grýtutum fjalli. Tveir teirra vóru stórir og hábærsligir; tann triði var minni og heldur lítillátin. Millum manna vórðu teir stóru nevndir kongsins varðar; tann lítli fekk navnið, Fullveldisvarðin. Á manna munni varð sagt, at tá Fullveldisvarðin hevði fingið munin á kongsins varðum í stødd, ja, tá var frælsisstremban tjóðarinnar næstan komin á mál! Árini gingu; men so knappliga ein dagin varnaðust fólk, at Fullveldisvarðin dag­ aði hægri mót himni enn kongsins varðar! Hvat var nú hent? Stóð tjóðarfrælsi fyri durum? Fólk fóru til gongu niðan á fjallið fyri at kanna málið gjøllari. Tó, alt veldst um sjónarhorn fólksins! Nærri tú kemur fjallinum, minni tykist Fullveldisvarðin at gerast. Tá tú ert komin niðan undir fjalsins trom, ja, tá hvørvur fullveldisvarði úr eygsjón, meðan kongsins varðar framvegis standa so hábærsligir á sýnini. Fellur tú ikki í fátt, men heldur fram tey sein astu tungu fetini upp á tindin, ja, tá varnast tú, at Full veldis­ varðin, sum stendur eitt sindur aftan fyri kong sins varðar, veruliga hevur munin og nú er vorðin tann størsti!! E.S.: FLAGGDAGS GRÁT­ UR OG SKEMDARMYNDIR AV FLØGGUM Í KIRKJUBØ Onkur heldur, at tað er veruleikafjart at tosa um fullveldi í hesum døpru fíggjartíðum. Merkið varð góðkent av bretum (ikki føroyingum ella dønum) á flaggdegnum fyri sjeyti árum síðani. Um flaggdagsleitið í ár kom veljarakanning, sum vísti, at Samríkisflokkurin, sum m. a. var ímóti góðkenning Merkisins, hevði undirtøku frá tríati prosentum av føroyingum!? Samstundis var grein í Dimmu um ríkiseindina, við stórari mynd úr Kirkjubø, har tjóðarfløgg verða speirikin!? Móðurlandið fellir tár. Eitt er, at onkur útlendingur við »farofobi« speirekur fløgg, men eisini føroyingar!? Hvussu er vorðið við hugsjónum fólksins? E.E.S.: GLOTTAR Glottar eru kanska at hóma í havsbrúnni hóast alt. Flokkar tykjast samdir um komandi grundlóg tjóðarinnar!! Á Borg á Argjum í gýtusól 2010 Við frælsiskvøðu Kongsins varðar og Fullveldisvarðin Eitt ævintýr, ella---? Eyðun á Borg