Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 20 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Bara EIN skúla á Kalsoynni Kalsoy – Annar skúlin í Kalsoynni eigur at verða lagdur niður, siga skúlastýrini í Norðoyggjum Snorri Brend Skúlastýrini í Norðoyggjum hava saman viðgjørt uppskotið til løg­ tingslóg um fólkaskúlan, ið lands­ stýriskvinnan í skúlamálum, Helena Dam á Neystabø hevur lagt fyri tingið. Í viðgerðini hava skúlastýrini kjakast um framtíðina hjá skúl­ unum í økinum. Millum annað verð­ ur sagt, at annar skúlin í Kalsoynni eigur at verða lagdur niður. Næmingatalið í oynni er til­ samans 13 – sjey næmingar eru í Húsa skúla og seks í skúlanum á Mikladali. – Ein eigur at skipa soleiðis fyri, at tað bert verður ein einstakur skúli í Kalsoynni, har allir næmingarnir ganga, verður sagt eftir viðgerðina í skúlastýrunum í mars mánaði. Semja er somuleiðis um, at hesin skúlin eigur at verða knýttur at einum størri skúla í Norðoyggjum. Á henda hátt tryggjar ein sær, at størri møguleikar eru fyri einari fjølbroyttari undirvísing. Hóast hesa rættiliga greiðu útmeldingina um skúlastøðuna á Kalsoynni, verður einki sagt um, hvør skúli eigur at verða lagdur niður. Tað er kortini ikki bert á Kals­ oynni, at broytingar eru í væntu innan skúlaøkið. Á Kunoynni eru eisini tveir skúlar, ein í Kunoy og ein í Har­ alds sundi. Her verður sagt, at næm ingatalið er ov lítið til at hava tveir skúlar. Men einki verður kortini sagt um, hvør skúli eigur at verða lagd ur niður. Um skúlan á Fossánesi í Norð­ depli verður sagt, at hesin skúlin er nýliga útbygdur og út gjørd ur at taka ímóti teimum avbjóð ing­ um, ið fara at koma. Skúlin á Viðareiði er somu­ leiðis væl fyri. Samstarv millum nevndu skúlar eigur at verða, verður sagt, eins og millum stóru skúlarnar í Klaksvík – skúlan á Ziskatrøð og Ósáskúlan. Víst verður á, at samferðslu­ kervið í Norðoyggjum ikki er háttað soleiðis, at tað er skilagott at næmingar koyra ímillum bygd ir dagliga í annan skúla. – Kommunustýrið á Viðareiði hevur greitt víst á, at tað er ábyrgd ar leyst at lata børn ferðast um vandamiklu farleiðirnar, sum eru í Norðoyggjum. Og hetta sama halda eisini skúlastýrini í Norð oyggjum. snorri@sosialurin.fo Vandamiklar farleiðir Tað er ábyrgdarleyst at lata børn ferðast um vanda­ miklu farleiðirnar, sum eru í Norðoyggjum Ein eigur at skipa soleiðis fyri, at tað bert verður ein einstakur skúli í Kalsoynni, har allir næmingarnir ganga Nógvar broytingar fara uttan iva at henda innan skúlaøkið í Norðoyggjum. Ein spurningur er, um næmingar í Húsa skúla (myndin) í framtíðini fara at ganga her, í Mikladali ella onkra heilt aðrastaðni Mynd: Jens Kristian Vang NÆMINGaRNIR Næstu ferð: Norðoyggjar