Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Onkur vildi helst hildið, at Kals­ oyggin er at meta sum ein útoyggj. Men tað er ikki vist, at tú fært oyggjarfólkið at skriva undir uppá tað. Hagtølini vísa, at fólkatalið í oynni er tað lægsta seinastu 25 árini. Í dag búgva soleiðis einans 108 fólk á Kalsoynni. Tá tey vóru flest, í 2003, vóru tey 147 í tali. Men tað eru kortini tey sum hava hug at bøta uppá hetta, og ynskja at seta føtur undir egið borð í Húsa kommunu. – Vit hava faktist umsóknir frá fólki sum vilja búseta seg her hjá okkum, vísir Kristian Hansen á. – Talan er í hesum føri um fólk sum hava tilknýti til bygdina. Kommunan er í løtuni í ferð við at keypa eitt øki frá Jarðarráðnum til hetta, men enn eru hesar sam­ ráðingar ikki lidnar. – Eg vóni, at hetta kann fáast uppá pláss í ár, sigur borgarstjórin, og vónar, at fleiri fara at gera sum hetta parið. – Tí tað eru tey sum hava bíðað nokkso leingi. Fá arbeiðspláss Í nógvum av teimum smærru bygd­ unum, sum Oyggjablaðið hevur vitjað í vár, hava umstøðurnar verið javnlíkar teimum her á Húsum: Hvørki í Æðuvík, Fámjin ella Sand vík er nakar handil ella nakað arbeiðspláss. Men fólk trívast kort­ ini undir hesum umstøðum. Á Kalsoynni eru onkur al menn arbeiðspláss, men einasta veru liga privata arbeiðsplássið er smolt­ støðin í Knúksdali, millum báðar bygd irnar í kommununi. Har starv­ ast fýra fólk. – Ja, tað er gott fyri bygdina at hava slík føst arbeiðspláss, vísir Kristian á. – Annars arbeiða tey flestu burt­ uri – summi í Klaksvík og summi eru til skips. Eingin forðing Ein stórur spurningur hjá nógvum smærri bygdum er støðan hjá tí lítla bygdarskúlanum. Á Húsum er ein skúli, har tað í løtuni ganga sjey næmingar úr 1. til 6. flokk. Enn er ringt at siga, hvussu leingi næmingar fara at ganga í hesum skúlanum. Húsa skúli hevur eisini havt sína egnu framhaldsdeild, men næm­ ingarnir ynsktu heldur at ganga saman við næmingum í skúlunum í Klaksvík. Kristian Hansen sigur, at tey hava tosað um skúlaviðurskiftini í framtíðini. Eitt uppskot er at børnini ganga í oynni til 4. ella 5. flokk, og fara síðani víðari í skúla í Klaksvík. – Hetta burdi ligið væl fyri, tí ferðasambandið til Klaksvík er rætti liga gott. Eg síggi so onga forð­ ing fyri tí, slær borgarstjórin fast. Vilja búseta seg á Húsum Húsar – Jú, tað er ein framtíð er at búgva á útoyggj, slær borgar­ stjór in Kristian Hansen fast. – Her eru nógvar familjur og nógv børn, so tað er lív og vøkstur og trivnaður her á Húsum. 1,2 mió Tað sjáldsama við Kals oynni er, at teir 108 íbúgv arnir her eru í tveim um kommunum sum í roynd og veru hava býtt oynna í tvey. Norð asta helvtin, ið um fatar bygd irnar Trølla nes og Mikla dal, eru við í Klaks víkar kommunu, meðan tær báðar sunnaru, Húsar og Syðradalur, eru við í Húsa kommunu. Húsa kommuna hevur havt onkrar óformellar fundir við Klaksvíkar kommunu um at gera annað hvørt eina avtalu um samstarv ella bein leiðis um samanlegging. – Enn er málið bara í byrjunarfasuni, slær borgarstjórin í Húsa kommunu fast. Hóast kommunan er lítil, ella kanska júst tí, krevur tað sítt at reka eina slíka kommunu. Av hesi orsøk røkka tær 1,2 mió krónurnar í skattainntøku ikki til stórt annað enn nøkur smærri kommunal arbeiðir. – Nei, tað leypa bert nakrar fáar 100.000 krón ur av um árið. So tú skilir, at vit megna ikki at fara undir nakað stórt arbeiði, slær Kristian Hansen fast. FraMTÍÐ Hóast fólkatalið á Húsum er tað lægsta í mong ár, er borgarstjórin, Kristian Hansen bjartskygdur. – Fleiri fólk vilja búseta seg her, sigur hann Full­ mannað Húsa kommuna kom fyrr í ár í ta sjáldsomu støðu, at neyðugt var við eykavali til bygdaráðið. Umstøðurnar høvdu gjørt tað so, at bert tveir limir vóru eftir í bygda­ ráð num, og varð neyðugt við vali av írestandi komm unustýrisliminum. Valið varð hildið fyri einum mánaði síð ani, og varð Dora Joen sen av Húsum vald í bygda­ ráðið. Í bygdaráðnum sita nú hesi: Kristian Hansen, Páll Sørensen og Dora Joensen. Tiltakslimirnir eru Jóanes Joensen og Símun Høgnesen. Sambært fundar­ skránni skuldi næsti fund ur verða mikudagin í næstu viku. Men borg­ arstjórin væntaði, tá vit tosaðu við hann fyrr í mánaðinum, at óhugsandi var ikki at ein eykafundur varð áðrenn. snorri@sosialurin.fo Tað leypa bert nakrar fáar 100.000 krónur av um árið. So tú skilir, at vit megna ikki at fara undir nakað stórt arbeiði