mikudagur 19. mai 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
– Hvat er hatta fyri eitt djór?, vil
annar teirra hava at vita.
Teir tykjast sera áhugaðir í
lítlu bókini á donskum máli, við tí
for vitnisliga heitinum »Dyrenes
Lexikon«.
Hetta er ein einfaldur spurningur
hjá 12 ára gamla Óla í Lon at svara
uppá, tí hetta er barnalærdómur
fyri hann.
Svar hansara kemur beinan
vegin:
– Hatta er ein sjóhestur. Og vita
tit hvat ...?, greiðir hann víðari frá.
Hinir báðir lurta við andakt.
– Tað sjáldsama við sjóhestinum
er, at tað ikki er honin sum ber
eggini. Nei, tað er faktist hannurin
sum ger tað. Hygg her, her ein mynd
av tí.
Óli hevur fangað forvitnið hjá
hinum báðum. Annar hevur hug
at stinga nøsina heldur langt fram.
Men tað fær hann altso beinanvegin
at hoyra fyri.
Og hann er skjótur at geva pláss,
soleiðis at allir kunnu fáa tað sama
við.
Lærarin letur bara teir tríggjar
ordna viðurskiftini innanhýsis. Tað
læra teir helst eisini okkurt av.
Stjóratíð
Hetta er ein vanligur mikudagur
á Húsum. Lítið fólk er at síggja í
bygdini henda heldur gráa morg
unin
Onkur bilur er júst farin gjøgnum
bygdina, í samband við fráferðina
hjá Sam av Syðradali. Annars andar
alt av friði í lítlu og hugnaligu bygd
ini her á Kalsoynni.
Eisini í Húsa skúla var friður fyri
eini løtu síðani og ikki ein næm
ingur at síggja ella hoyra. Men tað
kann jú ikki vara leingi aftrat ein
slíkan morgun.
Klokkan er nakrar minuttir í
11, og nú byrja børnini so smátt at
finna pláss síni við skúlaborðunum
til dagsins fyrsta tíma.
Hetta kann tykjast sum eitt slag
av stjóratíð, tá børnini fara so seint
í skúla. Men hetta hevur sjálvandi
sína frágreiðing.
Aftasti bonkur
Fyrr um morgunin var allur tann
sjey næminga stóri skúlin farin um
Kals oyarfjørð til Klaksvíkar at vitja
heilsu systrina.
Tá hetta var fingið frá hondini,
var leiðin aftur løgd umborð á
strand fara skipið Sam sum førdi tey
heim aftur.
Eftir eitt langt fríkorter, har
børn ini kundu støkka inn á gólvið
heima við hús til ein drekkamunn,
byrj aði skúladagurin við skriving.
Líkt er til, at hetta er nakað sum
teimum dámar væl, tí her hoyrist
ikki eitt kis. Øll sita líka hugagóð
og skriva.
Í einum horni á aftasta beinki
sita tveir dreingir lið um lið so
huga góðir og skriva. Teir lata ikki
við seg koma um tað sum hendir
við hitt borðið.
Teir hava helst størri áhuga fyri
skriv ingini, enn djóraheiminum.
Stuttsøgan »Ein skúladagur í K«,
sum mong tilkomin munnu kenna,
Ein skúladag
Húsar - Lat vera!
Ikki stinga høvdið
niður í bókina. Tí so
kann eingin síggja
hesa vøkru myndina,
sigur Óli. Hann
hevur savnað tveir
av skúlafelagum
sínum rundan um
seg. Beint nú er tað
hann sum er lærari
teirra og hann sum
teir skulu líða og
lýða á, her á aftasta
beinki í Húsa skúla
Óli í Lon (uttast høgrumegin)
hevur nógv áhugamál, m.a. dámar
honum væl at savna steinar. Men
serligan áhuga hevur hann fyri
djóralívinum. Og ta vitanina deilir
hann fegin við floksfelagar sínar
Mynd: Jens Kristian Vang
ÁHUGaMÁL
Tað er tó ein drongur sum
ikki situr og skrivar hesa
løtuna. Tað er Óli