Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 Sosialurin Oyggjablaðið gur í bygdini H og har næmingarnir líkasum tóku valdið í flokkinum, hevur í øllum førum ikki sín uppruna í bygdini H - Húsar. Ógvuslig mynd Tað er tó ein drongur sum ikki situr og skriva hesa løtuna. Tað er Óli. Júst henda tíman hevði hann, í mun til hini, ikki so góðan hug at skriva føroyskt. Hann hevur nógv onnur áhugamál, sum í hesi løtu hava hansara stóra áhuga. Óli situr tí heldur ikki og nemur sær størri kunnleika til føroyskt. Frammanfyri hann liggur bókin »Dyrenes Lexikon« við stuttum teksti og nógvum myndum av al­ heimsins djórum. At henda bókin hevur hansara stóra áhuga, er eingin ivi um. Eitt var hansara vitan um sjóhestarnar, men teir báðir forvitnu skúlafelagar hansara hava ikki fingið svar uppá allar sínar spurningar. Annar teirra hevur sæð eina aðra, heldur ógvusliga mynd. Hann vil hava svar uppá, hvat tað er. – Hatta? Hatta er ein slanga sum er í ferð við at eta eitt egern. 1­2­3, so er tað gjørt. Jú, Óli, hann dugir at svara. snorri@sosialurin.fo Eingin 3. Skúlin á Húsum er sum so mangir aðrir bygdaskúlar kring landið: Allir teir sjey næmingarnir eru í sama høli, hóast teir ganga í fimm ymiskum flokkum - 1., 2., 4., 5., og 6. flokki. Tað vil siga, at eingin næmingur er í 3. flokki hetta skúlaárið. Ein máti fyri at fáa ein størri skúla er, tá tey fara til Klaksvíkar at svimja mánamorgnar. Saman við teimum eru eisini næmingar úr Kunoy og Haraldssundi. Teir sjey næmingarnir í Húsa skúla eru í skúlanum samstundis. Saman við góðu lærarum sínum, standa teir einki aftanfyri aðrar. Bókstavurin K, skal eisini skrivast rætt og væl Mynd: Jens Kristian Vang EITT RÆTT K Hatta? Hatta er ein slanga sum er í ferð við at eta eitt egern