Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 24 Sosialurin Oyggjablaðið Ein mikudagur í Kalsoynni Ein mikudag fyrr í mánaðinum var Sosialurin á vitjan í Kalsoynni. Endamálið var at útvega tilfar til hetta Oyggjablaðið. Myndamaður okkara brúkti eisini tíðina til at fanga nakrar bygdamyndir, og verða tær vístar á hesi opnuni. Orð: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang FERÐAST úTFERÐ SAMFERÐSLA Børnini á Kalsoynni hava langt síðani vant seg við sjóvegis ferðasambandið. Her eru nøkur teirra ávegis til Klaksvíkar. Meðan foreldrini kunnu lesa bløð sum liggja í eini eskju, kunnu børnini keypa sær okkurt leskiligt undir tunguna. Onnur stilla fegin upp til myndatøku. Strandfaraskipið Sam er álitið hjá kalsoyingum um teir skulu av oynni. Fleiri ferðir um dagin, bæði árla og síðla, førir hann fólk, bilar og farm um Kalsoyarfjørð Starvsfólk og brúkarar frá verkhúsinum Stíggjur í Saltangará gera alt fyri at hava tað gott saman, annaðhvørt tey eru til arbeiðis ella tey fara útferð í Kalsoynna. Einfalt er at ferðast við bili til eina útoyggj sum hevur gott sjóvegis samband við meginøkið