mikudagur 19. mai 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83
Sosialurin
Oyggjablaðið
Nógv ár eru liðin síðani koyrandi varð til Trøllanesar, men
enn er arbeiðið ikki heilt liðugt. Ein slíkur tunnil skal eisini
eftirhyggjast og tryggjast við jøvnum millumbilum. Tað
arbeiðið varð somuleiðis gjørt fyrr í hesum mánaðinum
í Trøllanestunlinum, sum er 2248 metrar langur
Hóast bilarnir ikki eru so nógvir
í Kalsoynni, slíta teir so líðandi
uppá landsvegin. Av og á mugu
vegastrekkini umvælast, og tað eru
teir hjá Landsverki í ferð við nú
Fólkatalið í Mikladali hevur fylgt gongdini á
so mongum øðrum útoyggjum - tað hevur verið
minkandi. Seinastu hagtølini vísa, at í bygdini
búgva einans 32 fólk, harav flestu teirra eru
kvinnur. Tær eru 19 í tali, meðan menninir altso
bert eru 13. Í 1993 búðu 66 fólk í Mikladali
MIKLAR KVINNUR
TUNNILSTRYGD
SEIÐABERG
ASFALT
KALSOYINGUR
Tingmaðurin fyri
Sambandsflokkin, Bjørn Kalsø
býr á Syðradali. Hann skal
eisini við Sam til Klaksvíkar og
víðari til Havnar, har fundur
skal vera í fíggjarnevndini.
– Vælkomnir í oynna, var heilsan
hansara til miðlafólkini. - Gott
at tit eisini hugsa um okkum
Hennibeth Kalsø er farin oman á støðna við ferjuleguna í Syðradali,
saman við soninum. Við sær hava tey tráðuna, og við sær hava
tey eisini eina vón um at okkurt verður at fáa hesa løtuna