mikudagur 19. mai 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
ung familja
á húsum
Snorri Brend
Kaffiroykurin merkist longu í gong
ini í húsunum hjá Jonu og manni
hennara, Eystan í Lon.
Hon er júst afturkomin úr Klaks
vík, har hon hevur gjørt ymisk
ørindi, samstundis sum skúla børn
ini vóru hjá heilsu systrini.
Koppar og tallerkar og ein góð
kaka standa á borðinum. Dekkað
er snøgt sagt upp til eitt áhugavert
prát, um tað at vera heimagangandi
húsmóðir á bygd.
Maðurin arbeiðir í Klaksvík,
meðan Jona hevur sjálv valt at vera
heima hjá børnunum í hugnaliga
heiminum á Húsum.
– Ja, báturin siglir soleiðis, at eg
kundi saktans arbeitt í Klaksvík,
um eg ynskti tað. Men vit hava ein
son við ADHD, og tí eri eg heima hjá
honum og hinum báðum børn un
um sum eru 3 og 6 ár, sigur Jona.
Henni dámar væl at ganga
heima, men viðgongur tó, at tað
eru dagar har hon gerst rættiliga
fíntfølandi og kanska fær eitt
herðindi av reinligheitsvanvidi.
– Men eg fyritrekki kortini at
vera heima við hús, soleiðis at onkur
altíð er her, tá tey koma inn. Ja, tá
eg skal siga sum er, so havi eg altíð
dámað tað at kunna vera heima hjá
børnunum, slær hon fast.
Eingin skipað dagrøkt er í
kommununi, men skal hon okkurt
ørindi, kann hon bara spyrja onkra
av hinum heimagangandi hús
møðru num á Húsum.
Tær eru í somu støðu sum hon.
8 ár
Jona í Lon er sjálv ikki ættað av
Hús um, men er fødd og uppvaksin
í Klaksvík. Men foreldur hennara
vóru hiðani.
Umstøðurnar skuldu kortini
laga seg soleiðis, at hon búsettist í
hesi vøkru og hugnaligu bygdini á
Kalsoynni.
28 ára gamla kvinnan var rætti
liga ung, tá tey fingu sítt fyrsta
barn – í roynd og veru ikki meiri
enn 16. Aftaná at tey bæði giftust,
fekk maðurin arbeiði á eini smolt
støð sum varð bygd millum Húsar
og Syðradal.
Fyri at lætta um hjá teimum í tí
dagliga, tóku tey rætt og slætt bara
avgerð um at flyta til Húsar sum
eina roynd, væl at merkja.
– Men eg veit ikki. Vit hava búð
her síðani tá – og tað eru longu átta
ár síðani, sigur Jona við einum brosi.
Tað var kortini ikki til eitt ókent
stað, at Jona flutti. Sum barn hevði
hon ofta verið og ferðast herúti, og
tá hon haraftrat hevði arvað eini
hús frá ommuni, var ikki ringt at
taka ta endaligu avgerðina.
– Tja, vit flutta bara inn í hesi
húsini, og hava síðani gjørt ymiskt
við tey.
Uppfinnsom
Tað er sjálvandi ein stórur munur
á einum stórbýi sum Klaksvík og á
eini lítlari bygd á útoyggj.
Spyrt tú Jonu og hinar møð ur
nar á Húsum, er neyvan nakar ivi
um, at tær kunnu taka undir við
henni:
– Eg haldi, at tað er sera gott fyri
børnini at búgva herúti. Her er frítt
hjá teimum at vera, og tey kunnu
spæla uttandura sum tey vilja, slær
Jona fast.
Húsar er ein lítil bygd, men hetta
forðar kortini ikki uppfinnsomum
fólkum at skipa fyri ymiskum til
tøkum.
Fyri børnini er rættiliga nógv
á skránni gjøgnum vikuna. Skúla
børnini eru ein dag um vikuna
og svimja í Klaksvík. Annars eru
KFUMskótar í bygdini, barna
dansur og ein lítil vøllur er mitt
í bygdini. Eitt vikuskifti herfyri
var so at siga øll bygdin savnað til
vikuskiftislegu á Selatrað.
– Og jú, sjálvandi hittast
vit,
konurnar
eisini
til
bindiklubbar. So tú skilir,
at samanhaldið er gott
okkara millum, sigur Jona,
og manar samstundis alt
tosið um bygda klandur í
jørðina.
Eingin handil
Tað eru sjálvandi nógvir
fyrimunir við at búgva í
eini so lítlari bygd. Men
vansar eru eisini við at
búgva á útoyggj.
– Ein stórur vansi er, at
her eru so fá arbeiðspláss,
vísir Jona á.
Ein onnur tænasta, sum
fólk í stórbýum neyvan hugsa
stórvegis um, er møguleikin at fara
til handils, tá ein vil. Soleiðis er ikki
á Húsum í dag.
Eitt skifti var ein handil í bygd
ini, men nú er nakað síðani at hann
lat aftur. Men fyri Jonu er hetta ikki
nakar trupulleiki sum so.
– Tað er skjótt at sigla av Syðra
dali til Klaksvíkar, so eg haldi ikki
at tað ger nakað serligt. Tey flestu
eru í Klaksvík av og á, og um ikki
annað, so kann ein bara læna frá
onkrum øðrum, um ein stendur
og manglar okkurt.
– Eg havi lært meg at keypa
ordiliga inn, og at proviantera so
mikið, at ein altíð eigur tilfar inni,
t.d. um ein kaka skal bakast. Nei, eg
hugsi ikki so nógv um, at vit ongan
handil hava her, sigur Jona í Lon.
snorri@sosialurin.fo
Húsar – Nei, eg haldi ikki, at eg havi mist nakað sum helst við at ganga
heima hjá børnunum. Tað eru sjálvandi dagar, har tað ikki er líka stuttligt at
ganga heima við hús. Men eg hevði ikki kunnað hugsað mær nakað annað,
sigur 28 ára gamla, Jona í Lon sum er mamma at trimum børnum
Eg havi lært meg at keypa
ordiliga inn, og at proviantera
so mikið, at ein altíð eigur
tilfar inni, t.d. um ein kaka
skal bakast