mikudagur 19. mai 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83
Sosialurin
Oyggjablaðið
húsast
BARNAVINARLIGT
– Tað er ein framtíð fyri bygdini, - tað bæði
halda vit og vóna vit, sigur 28 ára gamla
húsmóðurin, Jona í Lon. Hon eigur trý børn,
sum øll trivast í hugnaligu bygdini
Mynd: Jens Kristian Vang
4
undir
Aðrastaðni í blaðnum
verður tosað um skúlan á
Húsum og framtíðina hjá
hesi lítlu bygdini á eini av
útoyggjum okkara.
Ein veruleiki er, at ein
rættiliga stórur partur av
børnunum eru í og undir
skúlaaldur. Veruleikin
er, at tað eru sjey børn í
bygdarskúlanum og fýra
børn undir skúlaaldur. Av
teimum eiga Jona í Lon og
maðurin tvey teirra.
Rákið í dag gongur ímóti
størri skúlaeindum, og at
niðurleggja teir smærru.
Í Kalsoynni eru tveir
bygdaskúlar – á Húsum
og í Mikladali. Og her
bendir mangt á, at annar
skúlin má lata aftur.
Fyri mong á Kalsoynni er
tað ein spurningur, um
ein ikki átti at havt henda
eina skúlan liggjandi á
Syðradali, har ferjulegan
er.
– Haðani frá er í øllum
førum ikki ov langt at
flyta lærararnar millum,
vísir Jona á.
TRÍVIST HEIMA
– Eg trívist sera væl sum heimagangandi húsmóðir, sigur Jona í
Lon, sum er mamma at trimum børnum á Húsum. - Tað er eisini gott
hjá børnunum at vita, at onkur er við hús tá tey koma inn
Mynd: Jens Kristian Vang