Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 28 Sosialurin Oyggjablaðið Spælir við sa Snorri Brend Hvønn einasta sunnudag og hvønn einasta halgidag, langt áðr enn kirkjuklokkan boðar til guds tænastu, er Karl Hendriksen til reiðar. Heima hevur hann vant sálm ar nar, sum skulu syngjast henda dagin: Fýra, um tað er deknagudstænasta. Fimm, um prest ur er á vitjan. Hansara partur skal í øllum før um ikki liggja eftir. - Tað var annars systkinabarn mítt, Líggjas Eliasen sum var urgu leikari her. Eg haldi, at hann man hava spælt í eini 60 ár til- samans. - Tá hann doyði, varð heitt á meg um at spæla. Eg játtaði at spæla, so leingi sum eg kundi og so leingi sum eg hevði kreftirnar til tað, greiðir Karl frá. Men so leggur hann aftrat: - Tað kann sjálvandi ikki blíva við í nógv ár aftrat. Eg meini - eg eri jú 86 ár. Lærdi ein vetur Mangar eru søgurnar um ta tíð- ina, tá urgan gjørdist fast invent- ar í føroysku kirkjunum. Líka síðani tá, hava tað verið menn og kvinnur sum hava røkt hesa tæn- as t una eitt kirkjuár fyri og annað eftir. Karl Hendriksen lærdi sjálvur at spæla, meðan hann lærdi á bed ingini í Klaksvík undir seinna verald ar bardaga. Sum ein part av frí tíð síni avgjørdi hann at læra seg at spæla uppá eitt ljóðføri. Hetta kom ikki av ongum, tí í heimi hansara var ljóðføri at spæla uppá, og tað er tað enn í hugna ligu húsunum hjá honum og konuni Elinborg í Mikladali. - Har í Klaksvík var ein kvinna, sum æt Maria Petersen - hon var for restin kona Alfred Petersen. Hjá henni lærdi eg altso at spæla uppá urgu ein vetur. - Men tað vardi bert tann eina vetur in. So tað er tað einasta sum eg havi lært, sigur Karl. Seinni flutti hann til Havnar, og her eigur hann mangar løtur sum urguleikari við møtini í Meinig heitshúsinum í Havn. Prestur vitjar Uttan trúgvar tænarar í kirkjuni, var ikki gjørligt at hildið guds- tænastur í teimum mongu før- oysku kirkjunum. Ein teirra sum er við í hesum rætti liga stóra liði av óløntum tænar um, er Karl, sum saman við hinum kirkjutænarunum í Mikladali altíð er til reiðar, tá kirkjuklokkan kallar til gudstænastu ella aðrar kirkju- ligar tænastur. Gjøgnum eitt ár verða tí hild- nar eitt rættiliga stórt tal av gudstænastum her, bæði sunnu- dagar og halgidagar. Í flestu førum lesur deknurin lestur. - Ja, skipanin er soleiðis, at prestur er her úti 5. hvønn sunnudag. Og tá hava vit altíð altar gongd, greiðir Karl frá. Sálmar eftir innihaldi Tá lestur verður lisin í kirkjum okkara, er tað í mongum førum dekn urin sum velur sálmarnar, sum hóska til innihaldið í teirri skriv aðu prædikuni. Í sálmabókini er eitt yvirlit yvir sálmar, ið kunnu verða sung nir eftir 1. ella 2. tekstarøð. Skipan in er so, at í ár verða tekstir nir eftir 2. tekstarøð, tí vit hava eitt líkaár, 2010. Her í Mikladali er tað Karl sum velur teir fýra sálmarnar út, sum verða sungnir í sambandi við dekna gudstænastuna. Men tá prestur er, er tað hann sum velur sálm ar nar og ringir sálmanumrini norð ur til Mikladals. Og tað eru ikki bert hvørjir- sum-helst-sálmar ið Karl velur, tá lestur er. Tí ein urguleikari í Mikla dali fyrireikar seg eisini til gudstænastu hvønn einasta sunnu dag. - Eg plagi at lesa teir tekstirnar ígjøgnum sum hoyra til henda dagin, og so velji eg sálmarnar út frá tí. snorri@sosialurin.fo Eg haldi, at sangurin »Nú takki Gudi øll« er ein fantastiskur sangur Mikladalur - Høvdu fingrarnir bara orkað eitt sindur betri, sigur Karl Hendriksen, sum er urguleikari við kirkjuna í Mikladali. Hann lærdi at spæla undir krígnum og spælir við sama lag, nú hann er farin langt upp um eftirlønaraldur