Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 Sosialurin Oyggjablaðið ama lag Tað eru ikki bert hvørjir-sum- helst-sálmar ið Karl velur, tá lestur er Tað kann sjálvandi ikki blíva við í nógv ár aftrat. Eg meini - eg eri jú 86 ár URGULEIKARI - Eg lærdi at spæla ein vetur undir krígnum. Og tað er tað sum eg havi lært, sigur 86 ára gamli Karl Hendriksen, urguleikari í Mikladals kirkju Mynd: Jens Kristian Vang Karl, kirkjan og Knút Í sálmabókini eru 592 sálmar, og ymiskt man vera, hvørjir sálmar verða sungnir á teimum ymisku støðunum. Og ikki minst, hvørjar sálmar ið tann einstaki dámar. - Eg haldi, at sangurin “Nú takki Gudi øll” er ein fantastiskur sangur, slær Karl fast. Tað er eisini so, at ein gamal sálmur kann fáa eitt nýtt lív við einum nýggjum lagi. Karl vísir her til sálmin “Kirkjan hon er eitt gamalt hús”, har Knút Olsen hevur gjørt eitt sera vakurt lag. Ongar pípur Flestu kirkjur kring oyggjarnar hava pípuurgu í dag. Eitt undantak í so máta er Mikladals kirkja, har tey í síni tíð brúktu eitt pumpu-orgul - eitt harmonium, tey kalla. Eina skifti varð tosað um, hvørt kirkjan átti at fingið sær eina pípuurgu. Semja varð tó um, at hetta var ein heldur kostnaðarmikil loysn. Í dag verður eitt elektroniskt klaver - av slagnum Yamaha Clavinova - ístaðin brúkt, tá Karl spælir til sálmasangin. - Hetta er í fínasta slag, sigur Karl Hendriksen, sum er skjótur at 6 fólk Í Mikladali eru einans skrásettir 32 íbúgvar. Tí er eisini rættiliga misjavnt, hvussu nógv fólk leita sær í kirkjuna ein vanligan sunnudag. Meðan tey onkutíð bert eru seks fólk í kirkju, kunnu tey aðrar vanligar sunnudagar vera bæði 12 og 20. - Men dýra biðidag vóru rættiliga nógv fólk í kirkjuni, tí eitt barn úr Klaksvík skuldi doypast her. Tá var góður sangur, sigur Karl við einum brosi.