Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 10 - 16. januar 2002 Nr. 10 - 16. januar 2002 3 Nógvir føroyingar hava gjøgnum árini gjørt vart við seg sum úrmælingar á yms- um økjum ella fyri ymiskt brøgd. Ikki er ov nógv sagt, at millum hesar føroysku úmælingar teljast nógvir skiparar, sum ikki er so løgið, havandi í huga tann stóra leiklut fiskivinnan og føroyska sjófólkið hava havt, og hava fyri hetta land. Ein av hesum skiparum, sum eisini telist millum hesar mongu úrmælingar, er Jóhan á Plógv úr Sanda- vági, og nú Jóhan rundar tey 80 árini, verður henda heilsan send honum og familju hansara. Jóhan á Plógv er sonur Martinu, ætta úr Sørvági, og Albert Thomassen, ætt- aður úr Sandavági. Jóhan er føddur og vaksin upp í Sandavági, sum næstelstur av 6 systkjum – 5 brøður og 1 systir. Sum flestu ung- lingar í Føroyum í tríatiár- unum, søkti Jóhan á Plógv sum ungur sjógvin. Bert 13 ára gamal fór Jóhan til prest at biðja um at blíva fermd- ur, so hann kundi sleppa til skips, og fór hann í 1935 sín fyrsta túr við “Vón” hjá Sigurð Simonsen í Fugla- firði. Sjólívið bleiv eisini lívsstarv hansara, og sum bert 20 ára gamal fór Jóhan á skiparaskúla, og sum 23 ára gamal hevði hann tikið skiparaskúlan og longdina, og var klárur at takað ábyrgdina at føra skip á seg. Stóra fyritøkan tá í tíðini í Sandavági var hand- ils- og fiskavirkið hjá J. E. Thomsen, sum eisini gjøg- num árini átti nøkur skip, og beinanvegin Jóhan var liguður við skiparaútbúgv- ingina, fekk hann eitt av skipunum hjá hesi fyritøku, “Royndina Fríðu” at føra. Neyðugt var enntá við ser- loyvi til tann bert 23 ára gamla skiparan, sum eftir tá galdandi lógini var ov ungur at verða skipari. Jó- han førdi “Royndina Fríðu” í 3 ár, og eftir hetta førdi hann “Havstein” í 3 ár. Hareftir keypti Jóhan, saman við Eivindi Rasmus- sen í Sandavági, koltrolaran “Venus”, sum Jóhan síðani førdi í 4 ár. Í 1946, tók handilsmað- urin J. E. Thomsen stig til at seta á stovn Sandavágs Trolarafelag, sum stutt eftir broytti navn til Samvinnu- felagið, og sum við sínum 56 árum á bakið nú man verða eitt tað elsta virkandi reiðaríi í landinum. Rættu- liga stórur partur av sigl- andi fólkinum í Sandavági tá í tíðini tók undir við hes- um stigi hjá handilsmann- inum, og tá samanum kom mundu eini 50 partaeigarar verða í felagnum, og mill- um hesar var eisini Jóhan á Plógv. Fyrsta skipi hjá hesum felag æt “Høgi- fossur” – ein koltrolari sum bleiv keyptur úr Onglandi í 1947. Í 1956 keypti felagið enn ein trolara – “Jegvan Elias Thomsen” – og fekk Jóhan henda trolaran at føra. Jóhan førdi “Jógvan Elias Thomsen” í 17 ár, so at siga hvønn túr. Eitt stutt skifti førdi hann eisini “Leiv Øssurson”. Fimti og seksti árini vóru eitt heilt serligt tíðarskeið í føroyskari fiskivinnusøgu við nærum fríum fiski- skapi. Skifti frá slupptíðini til hesar kraftmiklu trol- ararnar var stórt, og mun- andi lættari var nú at søkja fjarskotnar fiskileiðir. Mangt er sagt og skrivað um hesa tíðina við fiski- skapi undir Vesturgrøn- landi, Newfoundlandi og í Barentshavinum, heilt eyst- ur í Hvítahavið, og blóðið rennur skjótari í æðrunum á einum og hvørjum fiski- manni, tá vit síggja myndir frá hesi tíðini av skips- dekkum fullum av stórum toski. Men alt fær ein enda, og tá fiskimarkini í sjeyti- árinum vóru flutt út á 200 fjóðringar, broyttist alt hetta. Men hóast Sam- vinnufelagið, og teir menn ið vóru drívmegin í hesum felag, høvdu verið við til at tryggja Føroyum tey søgu- ligu rættindi til botnfisk, sum føroyskir flakatrolarar enn tann dag í dag dúva uppá í Barentshavinum, so fekk hetta felag ikki tillutað ein stert tá býtt varð, og hóast landsins myndug- leikar hava havt ríkilig høvi til at rætta uppá hetta mistak, so er tað ikki hent enn. Eitt stutt skifti í 1974 førdi Jóhan eisini stásiliga flakatrolaran “Vesturvón” í Sørvági, og gjørdi skipið tann skjótasta flakatúrin nakrantíð við Jóhan sum skipara, tá skipið eftir bert 1 mánaða kom heim við fullari last. Men í Samvinnufelag- num vóru menn ikki bang- nir fyri at ganga nýggjar og egnar leiðir, og tá ein annar úrmælingur, vestmenning- urin John Dam, í 1969 legði lunnar undir rækjuveiðu á opnum havið í Norðurat- lantshavinum, gekk ikki long tíð til at eisini Sam- vinnufelagið avgjørdi at royna seg í hesi vinnu, og lótu teir byggja nýtt rækju- skip, sum kom til landið í 1975, og fekk hetta skip eisini navnið “Høgifossur”. Bróður Jóhan, Herluf Thomassen, sum eisini var skiparalærdur, førdi hetta skip stóran part av tíðini. Men umframt at Sam- vinnufelagið fór uppí rækjuvinnuna, fór Jóhan eisini sjálvur, saman við svágrinum, Godtfred Joen- sen í Miðvági, og soninum Atla á Plógv, um nøkun- lunda somu tíð uppí rækju- vinnuna, tá teir keyptu stóra trolaran “V. U. Hammers- haimb”, sum Jóhan og sonurin Atli skiftust at føra í 5 ár. Tíverri hepnaðist ikki so væl við hesum annars stóra og stásiliga skipið, sum ikki færri enn tvær ferðir varð herja av elds- bruna, men hetta tíðar- skeiði var tó tað sum nógv minnast sum eitt tað veru- liga rækjuævintýri í før- oyskari fiskivinnusøgu. Í 1980 avgjørdi Jóhan at fara í land, eftir at hava silgt sum skipari út í eitt í 37 ár, og bleiv tá settur at stjórna virkseminum hjá Sam- vinnufelagnum, sum hann tá var blivin størsti einstaki partaeigarin í, og hevur hann trúðliga røkt hetta starvi til henda dag. Í 1984 tók felagið sítt størsta stig nakrantíð, tá felagið lat byggja nýggjan rækjutrol- ara – núverandi “Høgifoss- ur” - sum var tann størsti rækjutrolarin í Norðurat- lantshavinum til fyri fáum árum síðani. Hetta skipið hevur hesi árini, meðan Jóhan hevur verið stjóri í felagnum, ført rækjur fyri umleið kr. 600 mill. til landið, umframt at hava verið við til at tryggja Før- oyum søgulig rækjurættindi í Barentshavinum og á Flemish Cap. Jóhan á Plógv hevur gjøgnum árini røkt mong álitisstørv. Tvey tíðarskeið var hann limur í bygda- ráðnum í Sandavági, men annars hevur hann ikki verið uppi í politiskum virksemi. Jóhan var í nógv ár formaður í Felagnum Rækjuskip og luttók javnan saman við umboðum fyri landsstýrið, sum limur í føroyskum sendinevndum, sum fóru uttanlands til fiskirættindasamráðingar. Jóhan var eisini í fleiri ár nevndarlimur í flakavirk- inum Snarfrost í Miðvági, sum Samvinnufelagið var við til at leggja lunnar undir. Fyri øll tey mongu ið kenna Jóhan, og sum gjøg- num arbeiði á sjógvi og landi, hava havt samband við hann, er hann ímyndin av einum av teimum góðu og siðiligu skiparunum og vinnulívsmonnunum, sum njótað stóra virðing alla- staðni. Og í privata lívinum njóta abbabørnini gleði av hansara barnagóða lyndi, sum ivaleyst er lagt honum í blóðið av móðurini. Jóhan giftist í 1946 Ragnhild, dóttir Óla Jákup Petersen á Steig í Sanda- vági. Tey eiga 4 børn, John- finn, Marjun, Atla og Aibritt, og hóast Jóhan var nógv burtur meðan børnini vóru smá, so hava Ragnhild og Jóhan megna at lagt nógv gott niður í børn síni, við eini uppaling ið byggir á kristnu trúgv foreldranna, har trúfesti, erligheit og sakligheit eru meginreglur- nar. Jóhan er burturstaddur á føðingardegnum, men eg vil tó nýta høvi til at ynskja tær hjartaliga tillukku á føðingardegnum, við ynsk- um um blíðan byr í kom- andi tíðum, og somuleiðis at ynskja konu og børnum tínum tillukku við manni og pápa. hj Ein heilsan til Jóhan á Plógv, skipara, á 80 ára degnum 16. januar Minningarorð um Jonnu Andreasen, Streymnes At Jonna ikki er okkara ímillum longur er so ófatiligt, at vit skilja tað als ikki. Hon kom jú glað og væluppløgd, sum altíð, til arbeiðis henda morgunin og ynskti okkum øllum eitt gott nýggjár. Løtu seinni, mitt sum vit standa í okkara arbeiði, bleiv hon sjúk, og eitt døgn seinni, ikki longur okkara millum. Jonna var ein persónligheit, altíð glað, og vit nýttu at arbeiða saman við henni. Hon var so erlig og vit vistu altíð, hvar vit høvdu hana. Hon var samvitskufull – hennara partur lá ongantíð eftir, og kaffipausurnar saman við henni vóru altíð so hugnaligar og skemtiligar. Góða Jonna, minnið um teg fer altíð at búgva í hjørtum okkara. Tankar okkara leita til Eyðun, børnini, svigarson og ommubørnini. Tit hava mist so ómetaliga nógv. Má Harrin hjálpa tykkum í sorgini. Ærað veri minnið um Jonnu Andreasen. Starvsfelagarnir Blokadan hjá Føroya Lærarafelag mótvegis Mentamálastýrinum stendur við. Hon hev- ur við sær, at allar skrivligu próvtøk- urnar í 9. og 10. flokki í ár verða av ongum, um ikki Mentamála- stýrið í tólvta tíma avgreiðir viðurskift- ini viðvíkjandi savns- røktini og KT-vørð- unum í fólkaskúl- anum FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Føroya Lærarafelag noktar framvegis limum sínum at gera skrivligu uppgávurnar til próvtøkurnar í 9. og 10. flokki fyrr enn Mentamála- stýrið hevur fingið viður- skiftini viðvíkjandi savns- røktini og KT-vørðunum í fólkaskúlanum í rætt lag. Fíggjarmálastýrið vil vera við, at landsins myndug- leikar bert eiga at rinda fyri tað námsfrøðiliga viðvíkj- andi KT-vørðunum, meðan kommunurnar eiga at rinda fyri tað tekniska. Savns- røktina eiga kommunurnar skylduna at røkja og harvið gjalda alla sum hon er. Tískil skal Mentamála- stýrið avgreiða hesi viður- skifti við kommunurnar, men tað er ikki gjørt hóast longdar freistir og eina blokadu. Eina blokadu, ið fær álvarsligar avleiðingar fyri teir nógvu næming- arnar í 9. og 10. flokkunum kring landið longu í summ- ar. Blokadan, sum hevur ógvuliga álvarsligar avleið- ingar við sær, varð sett í verk í fjør summar. Lærar- ar, sum vanliga gera upp- gávur til próvtøkurnar til fráfaringarroynd fólkaskúl- ans og víðkaðu fráfaring- arroynd fólkaskúlans, eru sostatt ikki farnir til verka. - Hóast tað ikki er okkara uppgáva at samráðast við kommunurnar um savns- røktina og KT-vørðarnar, hava vit boðið okkum til at hjálpa Mentamálastýrinum hesum viðvíkjandi, men tey leggja ikki í okkara hjálp, hóast tey ikki koma víðari í samráðingunum. Menta- málastýrið vil hava okkum at avlýsa blokaduna kortini, men tað kemur ikki uppá tal. Tey hava fingið ríkiligt av tíð fyri at fáa viður- skiftini uppá pláss, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærara- felag. Til fánýtis Mentamálastýrið hevur eft- ir øllum at døma til fánýtis roynt at fingið kommunur- nar at yvirtaka fíggjarligu skyldurnar av savnsrøktini og KT-vørðunum. Sum skilst góðtekur Kommunu- samskipan Føroya, at kommunurnar varða av søvnunum og amboðunum, men felagsskapurin vil hava pengar at gjalda røkt- ina fyri frá landinum. - Smáu kommunurnar góðtaka als ikki av, at tær eiga uppgávuna og útreiðsl- urnar av savnsrøktini, sigur Elsa Birgitta P. Petersen. Uppgávugerð er ikki tænastuskylda, og tí kann Føroya Lærarafelag nokta limum sínum at gera hetta arbeiðið, til viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum eru komin upp á pláss. Undir vanlig- um umstøðum fara ávísir lærarar, sum Mentamála- stýrið heitir á, longu við skúlaársbyrjan undir upp- gávugerð til próvtøkurnar árið eftir, og hesar plaga at verða lidnar áðrenn árslok, tá ið tær skulu prentast. - Málið við savnsrøktini hevur verið ein brennandi spurningur seinastu tredivu árini. Limir okkara hava gjørt tað ókeypis øll hesi árini. Freistin hjá Menta- málastýrinum til at fáa viðurskiftini uppá pláss var 1. august 2000. Somuleiðis hevur freistin at fáa við- urskiftini hjá KT-vørðunum í rætt lag verið long, uttan at nakað er hent. Álit er skrivað, sum útgreinar arbeiðsøkið hjá teimum. Og hóast vit hava boðið okkum fram til at hjálpa Mentamálastýrinum at sannføra kommunurnar um teirra skyldur, hendir einki. Hvør rindar fyri hvat ger okkum ikki mun, bara okkara limir fáa tað teir eiga at fáa um teir gera arbeiðið. Fyri at lærara kunnu undirvísa, skulu høli, tól og amboð vera í lagi. Men hvør røkir tey, er ikki trupulleikin, men limirnir hjá okkum skulu fáa lønina um teir gera tað, sigur Elsa Birgitta P. Peter- sen. Forkvinnan í Føroya Lærarafelag er væl greið yvir, hvørjar avleiðingar blokadan hevur fyri næm- ingar. - Ábyrgdina av, at næm- ingarnir ikki sleppa til skrivliga próvtøku í summ- ar, hava Mentamálastýrið og kommunurnar. Mentamálastýrið kann valla heita á onnur um at gera skrivligar uppgávur til próvtøkurnar í føroyska fólkaskúlanum enn akkurát føroyskar lærarar. Skúlin er júst yvirtikin og tískil hevði verið pínligt, um landsins skúlamyndugleikar verða noyddir av landinum, eitt nú niður til danska kenslu- málaráðið, eftir próvtøku- tilfari, ið eru ætlaðar donskum næmingum. Ein annar líka áhugaverdur spurningur er, hvussu leingi foreldur lata sær hesa støðu lynda. Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Menta- málastýrinum, hevur onga viðmerking til málið. Eingin næmingur til próvtøku í ár Hendir einki munagott rættiliga skjótt, sleppur eingin næmingur í 9. og 10. flokki í føroyska fólkaskúlanum til skrivliga roynd í summar. Og tær fær stórar avleiðingar fyri næmingarnar Savnsmynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2