mikudagur 16. januar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 10 - 16. januar 2002
Nr. 10 - 16. januar 2002
5
– Oljan var ikki tikin
upp á tungu á fund-
inum. Heldur vóru
tað umhvørvismál, ið
vit prátaðu um, sigur
Eyðun Elttør, lands-
stýrismaður og for-
maður fyri Sjálv-
stýrisflokkin, nú
hann hevur fingið
høvi at tosa við
danska forsætisráð-
harran
VITJAN
Heri á Rógvi
Tað var við at nærkast ein-
um nýggjum degi, tá vit
hittu Eyðun Elttør í tele-
fonini. Júst afturkomin frá
borðhaldið, har danski for
sætisráðharrin hevði verið
heiðursgestur.
– Eg eri glaður fyri vitj-
anina. Vit fingu prátað væl
saman, og hann var eisini
ógvuliga kontantur í sínum
úttalilsum, sigur Eyðun
Elttør.
Sjálvur er Eyðun Elttør
landsstýrismaður í olju- og
umhvørvismálum, og hann
var fyri kortum eisini vald-
ur sum formaður fyri Sjálv-
stýrisflokkin.
Hóast umhvørvismál ikki
er tað, ið vit eru von við at
hoyra Eyðun Elttør tosa
mest um, var tað hetta, ið
hann tók upp, tá ið danski
forsætisráðharrin sat hinu-
megin borðið.
– Við sjálvt borðhaldið
nevndi Anders Fogh Ras-
mussen, at hann var fegin
um, at føroyingar nú høvdu
fingið góð úrslit í olju-
leitingunum, men annars
var ikki eitt orð talað um
oljuna okkara millum, sigur
Eyðun Elttør.
Í staðin fyri at tosa um
olju, var tað sostatt eina-
mest havumhvørvið, sum
Eyðun Elttør tosaði við
ovasta danska politikaran
um.
Havumhvørvið er eitt
málsøki, ið enn ikki er
yvirtikið, og sum støðan er
nú, liggur ein stórur partur
av førleikanum í Danmark.
Føroyski olju- og um-
hvørvismálaráðhar rin
greiddi Anders Fogh frá, at
føroyingar fegnir vildu
yvirtaka hetta málsøki eis-
ini. Sjálvur er Eyðun Elttør
eisini rættiliga væl nøgdur
við svarið, hann fekk.
– Eg fekk eitt positivt
svar. Eg skal taka hetta
málið við danska umhvørv-
ismálaráðharran
(Hans
Christian
Schmidt
úr
Venstre, blðm), sum er
nýggjur í starvinum, og tað
verður so upp til okkum at
fáa hetta í rættlag, sigur
Eyðun Elttør.
Landsstýrismaðurin
heldur, at flest allir lands-
stýrismenn fingu líknandi
positiv svør upp á sínar
fyrispurningar frá danska
forsætisráðharranum.
Á tíðindafundinum hjá
Anders Fogh Rasmussen og
Løgmanni, Anfinn Kalls-
berg, varð eisini spurning-
urin
um
undirgrundini
reistur.
Eyðun Elttør metir, at
svarið frá danska forsætis-
ráðharranum til spurningin
um undirgrundina er í tráð
við tað, ið hevur verið
frammi fyrr, og hetta stað-
festir avtaluna millum Før-
oyar og Danmark.
Sjálvur metir Eyðun Elt-
tør ikki, at Anders Fogh
Rasmussen hevur í hyggju
at skipa soleiðis fyri, at
blokkurin skal avtakast við
oljupengunum sum høv-
uðsgrundarlagið.
Passar til flokkin
Sum floksformaður dámar
Eyðuni Elttør eisini væl
Fælleserklæringen, Anders
Fogh og Løgmaður lótu frá
sær.
– Mann kann gott siga, at
eg eri fegin um hetta. Hetta
skuldi borið í sær, at tað fer
at bera til at fremja yvirtøk-
urnar. sigur Eyðun Elttør.
Hann heldur, at hetta við
yvirtøkunum passar væl til
flokkin og tað, ið flokkurin
hevur sagt áður.
– Vit kunnu sjálvsagt seta
spurnartekin við, hvussu
væl eydnaðar yvirtøkurnar
hava verið higartil, men nú
eiga vit at hyggja frameftir.
Vit hava tørv á góðum
samstarvi í staðin fyri
klandri, sigur Eyðun Elttør
at enda.
– Hetta er ein ringur
dagur fyri Sambands-
flokkin og Tjóðveldis-
flokkin. Vit hava nú
fingið greitt at vita, at
vit sjálvi kunnu av-
gera, hvussu verður
við føroyskum sjálv-
stýri, sigur Óli Breck-
mann
VITJAN
Heri á Rógvi
– Hetta er ein fínur dagur
fyri øll sjálvstýrisfólk. All-
ar forðingar eru nú burtur,
og vit hava nú fingið greitt
at vita, at vit sjálvi kunnu
avgera, hvussu verður við
føroyskum sjálvstýri, sigur
Óli Breckmann.
Millum fundarluttakar-
arnar á fundinum millum
Løgtingið og Anders Fogh
Rasmussen var sjálvsagt
eisini Óli Breckmann úr
Fólkaflokkinum. Fyrrver-
andi
fólkatingsmaðurin
hevði frammanundan vitj-
anini hjá Anders Fogh borið
upp á mál, at hann metti
Anders Fogh vera nógv
meira ektaðan enn Poul
Nyrup Rasmussen. Eftir
fundin spurdu vit eisini
Óla, um Fogh nú hevði
verið meira ektaður enn
undangongumaður hansara
í forsætisráðharrasætinum.
– Hann er minni innvikl-
aður enn Poul Nyrup og
nógv meira beinleiðis í
talumátanum, sigur Óli
Breckmann.
Stóri atkvøðuslúkarin hjá
Fólkaflokkinum
tóktist
eisini rættiliga væl nøgdur
við bæði fund og vitjanina
sum heild hjá Anders Fogh
Rasmussen. Hann kallaði
tað - eins og Anders Fogh
sjálvur – fyri eina nýggja
byrjan.
– Hetta er meira í tráð við
politiska veruleikan, og
føroyingar hava nú møgu-
leikan. Føroyskt sjálvstýri
er ein prosess, ið vit sjálvir
hava sett ígongd, og nú
hava fingið staðfest, at
sjálvt ein donsk Venstre-
stjórn ikki vil forða før-
oyingum at taka sjálvstýri.
Hetta er ein ringur dagur
fyri Sambandsflokkin og
Tjóðveldisflokkin,
sigur
Óli Breckmann.
Eisini tann so nógv um-
talaði tónin helt Óli Breck-
mann vera vorðnan betri.
Óli helt fyri, at Anders
Fogh var munandi mildari í
orðavalinum, og hann nýtti
eisini vendingar, sum oftani
verða nýttar fyri at slætta
sjógv í politikki.
Spurdur, um hann helt, at
Venstre og Fólkaflokkurin
nú riggað betri saman enn
Venstre og Sambandsflokk-
urin, segði Óli, at hetta var
sjálvsagt og hava Fólka-
flokkurin og Venstre altíð
hóskað betri saman enn
Sambandsflokkurin
og
gamli
bóndaflokkurin,
Venstre.
Eyðun Elttør:
Tosaðu um umhvørvi heldur enn olju
Óli Breckmann:
Allar forðingar eru burtur
–Vit hava tikið eitt
sjey míla fet við
nýggja útspælinum
frá dønum, sigur
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður í í
sjálvstýrismálum
VITJAN
Heri á Rógvi
Høgni Hoydal er væl
nøgdur við vitjanina hjá
Anders Fogh Rasmussen í
Føroyum. Hann undirstrik-
ar, at hetta er eitt stórt fet
fyri fullveldistilgongdina.
– Vit hava tikið eitt sjey
míla fet við nýggja útspæl-
inum frá dønum, sigur
Høgni Hoydal, sum heldur,
at sum støðan er nú, so eru
Javnaðarflokkurin og Sam-
bandsflokkurin tapararnir
av vitjanini hjá Fogh. Hevði
Javnaðarflokkurin hildið
fast við tað, ið teir søgdu
undan valinum í 98, so varð
komið heilt langt í full-
veldistilgongdini, leggur
Høgni afturat
Aðrir hava ført fram, at
fullveldistilgongdin verður
steðgað við alla við hesari
avgerðini, men hetta heldur
Høgni Hoydal vera púrasta
burturvið.
– Hetta er heilt tvørtur-
ímóti. Hetta er í veruleik-
anum júst sama uppleggið,
ið varð skotið upp í sam-
bandi við ætlaðu fólkaat-
kvøðuna í maj, og nú hevur
danska stjórnin eftir øllum
at døma góðtikið hetta,
sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum sigur seg vera
greiðan yvir, at danski
forsætisráðharrin við hes-
um ætlar at fjálga um ríkis-
felagsskapin og fáa før-
oyingar at vera verandi
innanfyri.
Tað hevur verið ført
fram, at bólturin liggur hjá
føroyingum í løtuni. Hesum
er Høgni Hoydal samdur
við. Men hann hevur ligið
hjá føroyingum alla tíðina,
sigur Høgni.
Í pettinum í felagsfrá-
boðanini,
sum
Anfinn
Kallsberg og Anders Fogh
Rasmussen skrivaðu undir,
har tað verður tosað um, at
yvirtøkurnar skulu henda
innanfyri ríkisfelagsskapin
og grundlógina, vísir Høgni
Hoydal á, at hetta er sjónar-
miðið hjá donsku stjórnini,
sum hann als ikki er
samdur við, men bara má
konstantera.
– Vit meta ikki grund-
lógin sum okkara grundlóg,
men bert sum eina vanliga
lóg. So fyri okkum er einki
broytt, sigur Høgni Hoydal.
Tá hann verður spurdur,
um hetta kemur óvart á
hann, og hvønn leiklut hann
heldur, at komandi løg-
tingsvalið fær, svarar hann:
– Eg havi havt samband
við politikararnir, tá ið eg
var á fólkatingi, so hetta
kemur óvart á meg. Kom-
andi løgtingsval verður ein
fólkaatkvøða um fullveldi
og eitt lagnuval, sigur
Høgni Hoydal.
Óli Breckmann fegnast yvir,
at Anders Fogh ikki ætlar at
forða fyri føroyskum
sjálvstýri, soleiðis sum
undangongumaður hansara
hevði lyndi til at gera.
Mynd: Jens Kristian Vang
Høgni fegnast
Eyðun Elttør var sum so
mangur annar væl nøgdur
við vitjanina hjá Anders
Fogh Rasmussen. Teir báðir
tosaðu tó mestsum einki um
olju
Høgni Hoydal er fegin um
útspælið frá donsku stjórnini
Danska stjórnin vil
ganga við til at lata
føroyingar yvirtaka
málsøki innan fyri
karmarnar av Ríkis-
felagsskapinum og
grundlógini. Tað er so
upp til føroyingar
sjálvar at gera av, í
hvussu stóran mun
og við hvørjari ferð
hetta verður gjørt
sigur danski for-
sætisráðharrin
Anders Fogh Ras-
mussen. Hann ynskir
eina nýggja byrjan í
viðurskiftunum
millum Føroyar og
Danmark og heldur
útspæl sítt vera ein
góðan og praktiskan
hátt at nútímansgera
heimastýrið uppá.
FORSÆTIS-
RÁÐHARRAVITJAN
Jan Müller
Tað vóru tveir vælhýrdir og
eftir øllum at døma ikki
sørt samdir stjórnarleiðarar,
sum hittust til tíðindafund í
Tinganesi mánadagin. Eftir
ein væleydnaðan fund, har
Anders Fogh Rasmussen og
Anfinnur Kallsberg skriv-
aðu undir eina felags
frágreiðing borðreiddu teir
fyri øllum Føroya fólki
niðurstøðuna frá fundunum
í Nesinum mánadagin.
Anders Fogh Rasmussen:
- Tað hevur frá byrjan verið
mítt ynski at fáa skapt álit
aftur millum Danmark og
Føroyar og fáa ein virðilig-
an tóna í aftur viðurskiftini
millum báðar ríkispartar-
nar. Eftir tær sera positivu
og konstruktivu samráðing-
arnar við løgmann havi eg
góðar vónir um, at hetta fer
at bera til.
Danski forsætisráðharrin
ger greitt, at tað er Føroya
fólk, sum sjálvt avger sína
framtíð. Um føroyingar
ynskja sjálvstýri, fer
danska fólkatingið sjálv-
andi at góðkenna tað. -So
finna vit skilagóðar fíggjar-
ligar og fyrisitingarligar
loysnir fyri tí. Men eg skal
ikki dylja fyri, at tað er
støðan hjá bæði stjórnini og
mær sjálvum, at vit vóna, at
vit eisini í framtíðini kunnu
varðveita ein ríkisfelags-
skap, sum eg meti vera ein
felagsskap millum trý javn-
bjóðis fólk, tað føroyska,
tað grønlendska og tað
danska.
Forsætisráðharrin vísir á,
at vit liva í eini menningar-
tíð, og tað er tí náttúrligt at
nútímansgera Heimastýrið
innan fyri karmarnar av
Ríkisfelagsskapinum.
Stjórnin fer tí at vera væl-
viljað fyri eini slíkari nú-
tímansgerð av heimastýrin-
um og vil fegin tosa við
føroyingar
um,
hvussu
heimastýrið stigvíst kann
átaka sær politisku, fíggjar-
ligu og fyrisitingarligu
ábyrgdina av málsøkjum. -
Vit hava tosað um nøkur
ítøkilig mál og støðan hjá
stjórnini er, at føroyingar
kunnu yvirtaka mál innan
fyri karmarnar av ríkis-
felagsskapinum í tann mun
landssstýrið
setir
fram
ynski um tað. Nógv av tí
krevur so nýggja lóggávu í
fólkatinginum, sum stjórn-
in fer at stuðla.
Anders Fogh Rasmussen
sigur, at stjórnin er fús til at
lata føroyingar yvirtaka
løgreglu og rættarskipan, tá
tað arbeiðið, sum longu er í
gongd, er liðugt. Um ynski
er um at yvirtaka flog-
vallarmálið og fólkakirkj-
una, so er eisini grundarlag
har at fara undir samráð-
ingar við tí fyri eygað at
finna skilagóðar loysnir.
- Eg havi skilt, at tað
eisini er eitt ynski frá før-
oyskari síðu at kunna taka
ábyrgdina av familju- og
arvarætti,
spurninginum
viðvíkjandi útlendingalóg-
gávuni og vinnulóggávuni.
Fyri øll økini havi eg
sagt, at hóast tey í løtuni
liggja uttan fyri Heima-
stýrislógina, so vil stjórnin
ganga við til at fara undir
samráðingar at fáa ta lóg-
gávu, ið skal til eina yvir-
tøku, um hetta er eitt før-
oyskt ynski. Tað fer so at
henda út frá tí prinsipp-
inum, at í tann mun økini
verða yvirtikin, so verður
blokkurin lækkaður sam-
svarandi, soleiðis at fíggj-
arliga ábyrgdin kemur at
liggja í Føroyum sigur
Anders Fogh Rasmussen.
Ríkisfelagsskapurin
Hann vísir annars á, at tað
er umráðandi at Ríkis-
felagsskapurin hevur tað
gott, og tí vilja danir eisini
virða føroysk ynski um at
yvirtaka mál. -Ríkisfelags-
skapurin verður styrktur av
at vit finna skilagóðar og
pragmatiskar loysnir. Seta
føroyingar tí við eina
fólkaatkvøðu ynski fram
um at gerast sjálvstøðug
tjóð, so fara vit sjálvandi at
virða tað. Men mítt ynski
er, at vit kunnu varðveita
Ríkisfelagskapin. Og hann
verður sterkastur, tá føroy-
ingar sleppa at yvirtaka tey
mál, sum eru innan fyri
karmarnar
av
hesum
felagsskapi.
Danski forsætisráðharrin
sigur, at teir hava einki
ynski um at halda fast uppá
nakran, sum ikki ynskir at
vera saman við teimum.
Men hann heldur tó, at tað
eru so nógv søgulig, ment-
anarlig og familjubond
millum føroyingar og danir,
at tað er náttúrligt at halda
fast um Ríkisfelagsskapin,
men leggur aftrat, at tíðin er
komin til at nútímansgera
hann.
Tá talan er at finna ein
leist at ganga eftir, tá
málsøki skulu yvirtakast
sigur Anders Fogh Ras-
mussen, at hann hevur ikki
enn tikið støðu til, um tað
rætta er at broyta Heima-
stýrislógina ella at gera
lóggávu fyri hvørt einstakt
øki sær, sum verður yvir-
tikið. – Eg vil fegin lurta
eftir, hvat føroyingar sjálvir
vilja, men tað mest einfalda
vil vera at broyta Heima-
stýrislógina. Og verður sett
ynski fram um tað, so eru
vit sinnaðir til tess. Men eg
havi skilt, at føroyingar eru
ymiskir á máli um tað. Eru
ikki ynski um tað, so ber til
at finna onnur modell.
Danski forsætisráðharrin
vil annars hava føroyingar
meira við í viðgerðina av
uttanríkismálum, sum við-
víkja Føroyum. Tá tað eru
altjóða samráðingar, sum
hava beinleiðis týdning fyri
Føroyar, so heldur hann, at
umboð fyri Føroyar skulu
vera við, hóast tað verður
fólkatingið, sum í síðsta
enda skal góðkenna møgu-
ligar avtalur.
Blokkurin
Tá tað ræður um blokkin úr
Danmark, so er tað greiða
meiningin hjá Anders Fogh
Rasmussen, at hesin er ikki
nøkur gáva til føroyingar
men eitt gjald til Føroyar at
rinda fyri uppgávur, sum
eru uppgávur hjá Ríkis-
felagsskapinum. Tí haldur
hann ikki, at støddin á
blokkinum skal lagast eftir,
hvussu tað gongur í bú-
skapinum. Gjaldið verður
ásett eftir uppgávum, sum
føroyskir
myndugleikar
útinna vegna Ríkisfelags-
skapin.
Hann fegnast um, at tað
gongur væl í føroyska bú-
skapinum í løtuni men hann
heldur ikki, at blokkurin
skal minka fyri tað. – Eg
havi einki ímóti, at danski
staturin
sparir
nakrar
pengar,
tá
føroyingar
yvirtaka, men tað er ikki
okkara tørv fyri at kunna
spara á fíggjarlógini tað
snýr seg um, tá føroyingar
vilja yvirtaka málsøki og
gjalda fyri tey.
Uppá fyrispurning, hvar
munurin millum politikkin
hjá Nyrup stjórnini og
nýggju
stjórnini
liggur
sigur Anders Fogh Ras-
mussen, at tað er meira ein
spurningur um, hvussu
tónin er í samráðingunum. -
Vit royna eina nýggja og
konstruktiva leið, har vit
fyrireika okkum gjølla og
væl til at kunna vera partur
í eini prosess, har føroy-
ingar yvirtaka mál – og har
tað sjálvandi er upp til
føroyingar sjálvar at taka
avgerð um tað.
Danski forsætisráðharrin
heldur ikki, at tað er nøkur
orsøk til ósemju, konflikt
ella fyri tað konfrontatión
millum Føroyar og Dan-
mark eftir hetta. - Um
føroyingar vilja yvirtaka, so
vilja vit medvirka. Tað er
upp til føroyingar sjálvar at
taka avgerð um tað og í tí
anda vóni eg eisini, at eg
havi lagt upp til positiv og
konstruktiv
viðurskifti
millum londini.
Anders Fogh Rasmussen
ger í hesum sambandi enn
einaferð púra greitt, at tað
nú verður upp til føroy-
ingar sjálvar at avgera, hvat
man vil yvirtaka ella ikki.
- Hetta má so blíva vera
eitt innanhýsis føroyskt
stríð, sum eg ikki ætli at
leggja meg út í. Vit leggja
okkum als ikki út í nakað
føroyskt valstríð, tá vit siga,
at vit vilja ganga bæði
teimum
føroyingum
at
møti, sum vilja yvirtaka
nógv og teimum, sum ikki
vilja fremja so nógvar
yvirtøkur. Í báðum førum
vilja vit medvirka til, at tað
føroyska fólkið ynskir,
verður fullført.
Løgmaður fegin
Løgmaður, sum er ovur-
fegin um útspælið frá
donsku stjórnini (Sí eisini
samrøðu við løgmann í
Sosialinum
týsdagin,
blaðm.) vísir á, at við felags
niðurstøðuni frá fundinum í
Tinganesi mánadagin ber
nú til hjá Føroyum at
yvirtaka mál eitt fyri og
annað eftir og er hetta eisini
í tráð við málsetningin í tí
sjálvstýrissamtykt, sum er
gjørd á tingi.
- Vit síggja her ein prak-
tiskan hátt at røkka longur á
sjálvstýrisleið og vil upp-
gávan nú liggja heima í
Føroyum. Tað er her ar-
beiðið skal gerast eftir at vit
hava fingið staðfest, at
hetta kann gerast í sam-
starvi við donsku stjórnina.
Og tað eri eg sera fegin um
at hava fingið staðfest.
Løgmaður
vísir
á,
at
trupulleikin higartil hevur
verið at fáa tey málini, sum
ikki eru nevnd í Heima-
stýrislógini, við í tjakið um
yvirtøkur og við hesum
nýggja
útspælinum
frá
donsku stjórnini er loyst
upp fyri tí.
Anders Fogh
staðfestir:
Føroyingar
eiga oljuna
FOGH OG OLJAN
Jan Müller
- Rættarstøðan er sól-
arklár. Hvat viðvíkur
ognarrættinum
til
sjálva undirgrundina,
so er tað framvegis
Ríkisfelagsskapurin,
sum hevur hann. Men
ræðisrætturin (ognar-
rætturin, blaðm.) til
møguliga olju í und-
irgrundini er farin á
føroyskar
hendur.
Tað er hetta, sum
liggur í avtaluni. Eg
havi onga ætlan um
at broyta nakað í
avtaluni frá 92.
Hetta eru avgjørdu
og greiðu orðini hjá
danska forsætisráð-
harranum, tá Sosial-
urin spyr hann um
tann iva, sum nú í
eina tíð er vorðin
sáddur bæði í Dan-
mark og í Føroyum
um veruliga virðið av
avtaluni, sum gjørd
varð í 1992. Sambart
tí avtaluni verður
bæði lóggevandi og
fyrisitingarligi mynd-
ugleikin yvir møgu-
ligum
ráevnum
í
føroysku undirgrund-
ini latin føroyingum.
Anders Fogh Ras-
mussen er hervið
triði danski forsætis-
ráðharrin á rað, sum
hevur staðfest, at før-
oyingar við avtaluni
frá 92 eiga rættin til
olju og gass í undir-
grundini. Fyrst var
tað Poul Schluter,
sum skrivaði undir
avtaluna, síðani varð
hon konfirmerað av
Poul Nyrup Rasmus-
sen, og nú ger Anders
Fogh Rasmussen enn
einaferð greitt, at
eingi ivamál eru um
rættin hjá føroying-
um til ráevnini.
Fogh við landsstýrið:
Ja til virtøkur innan fyri
Ríkisfelagsskapin
Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri og Anfinn Kallsberg, løgmaður vælhýrdir á tíðinda-
fundi í Tinganesi eftir at tað varð kunngjørt, at føroyingar kunnu gera yvirtøkur innan fyri
karmarnar av Ríkisfelagsskapinum
C
M
Y
K
5
4