Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 10 - 16. januar 2002 Nr. 10 - 16. januar 2002 7 – Forsætisráðharrin staðfesti, at føroying- ar eiga allan avgerð- arrættin. Danska stjórnin staðfesti harumframt, at full- veldisætlanin full- komiliga er slept, sigur Edmund Joensen, formaður fyri tingbólkin hjá Sambandsflokkinum VITJAN Heri á Rógvi Sambandstingmenn vóru í teirri serstøðu, at teir høvdu tveir fundir við danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen, mána- dagin. Formaðurin fyri ting- bólkin hjá Sambandsflokk- inum, Edmund Joensen, sum kennir danska forsæt- isráðharran so mikið væl, at umtalar hann stundum bert sum Anders, var eftir fund- in, millum tingmanningina og Anders, væl nøgdur við fundin. – Hann var púra greiður í sínari talu. Hann staðfesti – her á fundinum eins og aðrastaðni – at føroyingar eiga allan avgerðarrætt, um vit vilja vera í ríkinum ella ikki. Danska stjórnin stað- festi harumframt, at full- veldisætlanin fullkomiliga er slept, sigur Edmund Joensen. Sjálvur helt Edmund ikki, at henda stjórnin hevði orsøk til at hava ein annan tóna enn undanfarna stjórnin. Stjórnin hevur staðfest, at føroyingar hava lagt fullkomiliga á annan bógv, og Edmund metir, at tað á henda hátt kann hugsast sum ein nýggj byrjan. – Tað, sum vantaði á hes- um fundinum var, at onkur í samgonguni reisti seg upp og orsakaði alt tað rumblið, sum teir hava staðið fyri hesi seinastu fýra árini. Hetta má vera eitt øgiligt virðingstap fyri samgong- una, sigur Edmund Joen- sen. Fyrrverandi løgmaðurin á Oyri leggur dent á, at hetta uppleggið frá Anders Fogh Rasmussen passar ógvuliga væl saman við tí, ið Sambandsflokkurin hev- ur borið fram í Nýskipanar- uppskotinum, sum Sambandsflokkurin legði fram fyri nøkrum árum síðani. – Hóast tað er komin ein nýggjur forsætis- ráðharri, so er ikki eingin munur í mun til Nyrup. Tað er heldur einki nýtt í felagsfráboðanini, og eg dugi ikki síggja, hví tað skal standa skrivað innanfyri ríkisfelagsskapin, sigur Heini O. Heinesen, formaður fyri tingbólkin hjá Tjóðveldisflokkinum VITJAN Heri á Rógvi – Eg dugi ikki at síggja tær stóru broytingarnar. Støðan er status quo. Mann hevur samtykt eina ætlan í Før- oyum, sum koyrir regluligt, men eg haldi ikki, at tann danska støðan yvirfyri føroyingum er broytt, sigur Heini O. Heinesen. Kunoyartingmaðurin hevði júst verið á fundi saman við hinum 31 ting- monnunum við danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen, tá ið vit hittu hann. Heini greiðir frá, at teir fingu allir høvi til at spyrja og forsætisráðharrin lurtaði eisini eftir øllum sjónar- miðum. Sjálvur tók Heini O. spurningin upp viðvíkjandi sjálvsavgerðarrættinum, har hann legði dent á, at høvdu Føroyar valt at loyst frá Danmark, er tað neyð- ugt at Fólkatingið skal siga gott fyri tí, áðrenn hetta verður veruleiki. Danski forsætisráðharrin skýrdi spurningin fyri ov aka- demiskan. Sjálvur heldur Heini, at hetta er eitt av teimum økjunum, sum tað enn vantar at fáa greiðu á. Sum heild sá Heini O. rættiliga lítið nýtt í støðuni nú við Anders Fogh Ras- mussen. – Hann er meira kon- kretur og møguliga er tónin vorðin betri, men tað er í veruleikanum ikki talan um nakað nýtt. Poul Nyruo royndi eisini at sparka bólt- in til føroyingar, soleiðis at vit sjálvir skuldu finna útav, hvussu vit skuldu gera, sigur Heini O. Heinesen. Heldur ikki felagsfráboð- anin frá Løgmanni og for- sætisráðharranum fall í góða jørð hjá Heina O. Heinesen. – Tað er heldur einki nýtt í felagsfráboðanini, og eg dugi ikki síggja, hví tað skal standa innanfyri ríkis- felagsskapin. Eg eri ikki serliga glaður fyri, at mann skrivar undir upp á, at tað skal vera innanfyri ríkis- felagsskapsins mørk, sigur Heini O. Heinesen. – Eg eri ógvuliga glað fyri, at danir melda soleiðis út. Tað, sum mann kann harmast um, er, at ein tílík felags útmelding av hesum slag ikki kom longu í 1998, sigur Helena Dam á Neystabø VITJAN Heri á Rógvi Helena Dam á Neystabø er flestum kunnugt uttan- flokka á tingi í løtuni. Hon hevur tó staðið í fremstu røð í fullveldistilgongdini síðani 1998 sum forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum og landsstýrismaður. Hon er tó bæði givin sum landsstýrismaður og sum forkvinnan í Sjálvstýris- flokkinum, men hon hevur boðað frá, at hon stuðlar politikkinum hjá samgong- uni. Sjálv var Helena Dam á Neystabø við á fundinum millum Løgtingið og for- sætisráðharran mánadagin. – Fundurin var góður. Eg haldi eisini, at tað sømir seg væl, at danski forsætisráð- harrin hevur fund við Løgtingið, sigur Helena Dam á Neystabø. Partur av tilgongdini Sjálv kennir Helena seg um ein part av sjálvstýrisupp- skotinum og sjálvstýristil- gongdini. – Mín egni leiklutur hevur verið at lagt lunnar undir eina semja. Tað hevur eisini altíð verið mítt ynski, at ein breið semja varð funnin í Føroyum. Eg eri ógvuliga glað fyri, at danir melda soleiðis út. Tað, sum mann kann harmast um, er, at ein tílík felags útmelding av hesum slag ikki kom longu í 1998, sigur Helena Dam á Neystabø. Ein stigvís gongd móti føroyskum sjálvstýri hevur altíð verið tað mest ynski- liga, og tað, sum Løgmaður og forsætisráðharrin hava sagt nú, metir Helena Dam á Neystabø eisini sum gleðiligt. Hon kallar tað fyri ein sigur fyri tey, ið hava virkað fyri føroyskum sjálvstýri. –Tað er nú fullkomiliga upp til okkum sjálvi at avgera, hvussu og hvat vit nú gera. Ein danskur for- sætisráðharri vil sjálvsagt altíð gera sítt til, at ríkið verður varðveitt, men tað týdningarmesta er, at vit nú sjálvi kunnu avgera. Hetta er ein endalig stað- festing av, hvørja loysn vit fara at gera eftir í sjálv- stýrismálinum, sigur Helena Dam á Neystabø. Nógv varð tosað, áðrenn Anders Fogh Rasmussen kom til Føroya, um at tónin millum Føroyar og Dan- mark skuldi betrast. Helena heldur fyri, at útgangs- punktið er eitt heilt annað nú. Eisini heldur hon klimaið vera vorðið betri, men tingini eru eisini øðr- vísi nú enn tey vóru fyri nøkrum árum síðani. Ikki minst fegnast He- lena av teirri orsøk, at tosið um fýra ára skiftistíð ikki er ein møguleiki longur. Ikki tikið avgerð Sjálvstýrisflokkurin og Helena Dam á Neystabø vóru heitir talsmenn fyri at halda fólkaatkvøðu um fullveldistilgongdina, men hendan var av ongum. 30. apríl skulu føroyingar aftur í valhølini, og tá fæst at vita, hvønn føroyski veljarin ynskir at ráða her á landi. Helena Dam á Neystabø er samd í tí, at fólksins dómur verður sagdur tá. Hon hevur tó ikki gjørt upp við seg sjálva – í øllum førum ikki alment – hvussu hennara politiska yrkisleið fer at síggja út í framtíðini. Hon sigur seg ikki hava tikið støðu til henda spurn- ingin. Heldur ikki vil hon svarað spurninginum, um hon hevur fingið nakra á- heitan frá nøkrum politisk- um flokki. Helena Dam á Neystabø: Nú er ein onnur støða Edmund Joensen: Eitt tap fyri samgonguna Heini O. Heinesen: Eingin broyting Helena Dam á Neystabø er fegin um, at ein stigvís sjálvstýristilgongd eftir øllum at døma verður leisturin í framtíðini. Sjálv hevur hon tó ikki tikið støðu til, hvar hennara politiska framtíð verður, men ein avgerð liggur ikki langt frammi í tíðini. Mynd: Jens Kristian Vang Fyrrverandi løgmaður, Edmund Joensen, fegnist um, at danska stjórnin hevur staðfest tann politikkin, sum Sambandsflokkurin eisini hevur sett út í kortið. Mynd: Jens Kristian Vang Heini O. Heinesen er als ikki glaður fyri, at Løgmaður hevur skrivað undir upp á, at tilgongdin skal skipast innanfyri ríkisfelagsskapin Mynd: Jens Kristian Vang. – Tað, sum Anders Fogh Rasmussen førir fram, samsvarar ikki heilt við politikkin hjá Sambandsflokk- inum, hóast hann eisinin hevur flutt seg. Tað samsvarar als ikki við fullveldis- ætlanina hjá lands- stýrinum, men tað er fult og heilt í tráð við okkara politikk og við tað, sum vit løgdu fram á teimum viðgitnu kaffifundun- um við samgonguna í 1999, sigur Jóannes Eidesgaard VITJAN FOGH Eirikur Lindenskov – Sjónarmiðini hjá Anders Fogh Rasmussen eru fult í tráð við sjálvstýrispolitikk- in hjá Javnaðarflokkinum. Hetta sigur Jóannes Eid- esgaard, formaður Javnað- arfloksins, sum er sera fegin um, at forsætismála- ráðharrin hevur gjørt púra greitt, at sjálvstýrisleist- urin, sum Javnaðarflokk- urin hevur lagt í uppskot- inum um sjálvstýrslóg, uttan trupulleikar kann fáa undirtøku í stjórnini og á fólkatingi. – Eg gjørdist eisini sera fegin, tá forsætisráðharrin á tíðindafundinum í Tingnesi varð spurdur um ognarrætt- in til ráðevnini í undir- grundini, sum Tjóðveldis- flokkurin hevur sátt so nógvan iva um seinastu tíðina. Anders Fogh Ras- mussen gjørdi púra greitt, at undirgrundin hoyrir til ríkisfelagsskapin, men at eingin ivi er um, at tað sum møguliga er í undirgrund- ini, tað eiga føroyingar, og tað kann eingin taka frá okkum, sigur Jóannes Eid- esgaard. Fogh og Nyrup líkir Á Føroyavitjan síni hevur Anders Fogh Rasmussen ikki dult fyri, at hann vil »rætta álitið uppaftur« millum Føroyar og Dan- mark, og hann tosar um »eina nýggja byrjan«. Jóannes Eidesgaard held- ur, at tað í roynd og veru ikki er nakar munur á fyrr- verandi forsætisráðharr- anum, Poul Nyrup Rasmus- sen og Anders Fogh Rasmussen. – Anders Fogh Rasmus- sen sigur ikki annað enn tað, sum Poul Nyrup Ras- mussen hevur sagt, síðani samgongan saðlaði um í fullveldismálinum og fór at arbeiða eftir heimastýris- lógini. Anders Fogh Ras- mussen er meira kontantur enn Poul Nyrup Rasmussen var, og hann dugir betur at smílast, heldur Jóannes Eidesgaard, sum annars dámar væl framferðarháttin hjá nýggja forsætisráðharr- anum. Løgin fagnaður Men formaður Javnaðar- floksins undrast á fagnaðin hjá Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg. Hann heldur, at ambitiónsstøðið hjá samgonguni er dalað sera nógv. – Tað hongur illa saman, tað sum hesir menn nú siga. Hugsa vit um fólkini, sum fóru upp á gólv á Gamla Apoteki í mai 1998, tí nú skuldu Føroyar loysa frá Danmark, so er tað løgi, at hesir somu menn nú eru so ovurfegnir um, at forsætis- málaráðharrin lovar teim- um at yvirtaka eftir heima- stýrislógini. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at tað er einki nýtt í tí, at vit kunnu yvirtaka mál, sum hvørki standa á lista A ella lista B í heimastýris- lógini, tí hetta hava vit gjørt fyrr. – Hetta eru møguleikar, sum hava staðið opnir í 54 ár, sigur hann. – Eg veit ikki, hvat Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal halda um veljaran, men eftir mínum tykki halda teir veljararnar fyri tað turra spott, og tað prógvar best yvirlýsingin frá fundinum millum And- ers Fogh Rasmusen og løgmann, har tosað verður um »overtagelser af yder- ligere sagsområder inden for grundloven og rigs- enhedens rammer«. Jóannes Eidesgaard held- ur, at fullveldi nú liggur langt frammi í tíðini. Hvussu langt frammi vil hann ikki siga. Fogh partur av bankamálinum Á vitjanini í Føroyum segði Anders Fogh Rasmussen, at størsta orsøkin til »vánaliga tónalagið« millum Føroyar og Danmark var at finna »i den ulykkelige bank- sag…«, sum undanfarna stjórnin handfór so illa. Um hetta sigur Jónnes Eidesgaard, at er fyri so vítt rætt. – Men vit eiga tó eisini at hava í huga –· fyri at tað søguliga skal vera í lagi – at Anders Fogh Rasmussen ver skattamálaráðharri í stjórnini hjá Schlüther, sum sat við valdi, tá Sjóvinnu- bankin fór av knóranum, og tá Fíggingargrunnurin og Fiskavirking vórðu »upp- funnin«. Tí heldur Jóannes Eides- gaard, at tað tykist, sum um hann roynir at turka alla skuldina upp á fyrrverandi stjórnina, og at tað bara er partvíst rætt. – Eisini er vert at hava í huga orðini, sum Anders Fogh Rasmussen varð nógv kritiseraður fyri, tá hann í mars 1998 sum næstfor- maður í Venstre segði, at «nu lægger vi låg på banksagen…«. Hesi orð, sum Jóannes Eidesgaard heldur, kanska vóru orsøk- in til, at Sambandsflokk- urin misti fólkatingsum- boðanina í 1998. Føroyingar gera sjálvir av Tá forsætisráðharrin hitti løgingsmenn seinnapartin mánadagin, spurdi Jóannes Eidesgaard hann um sjálvs- avgerðarrættin, sum so ofta verður havdur á lofti í tinginum. Serliga tjóð- veldismenn føra fram, at hava vit brúkt okkara sjálvsavgerðarrætt eina- ferð, eitt nú til eina skipan innan fyri ríkisfelags- skapin, so kunnu vit ikki brúka hann einaferð afturat, t. d. til fullveldistøkuna. – Men hetta sópaði And- ers Fogh Rasmussen av borðinum. Hann segði, at tað stendur altíð upp til okkum føroyingar sjálvar at gera av, um vit vilja úr ríkisfelagsskapinum ella ikki, sigur Jóannes Eides- gaard. Loysnin er ein sjálvstýrisskipan Formaður Javnaðarfloksins er sannførdur um, at tann einasta loysnin, sum kann savna næstan allar føroysk- ar flokkar, er ein nýggj sjálvstýrisskipan. Hann skilir eisini á forsætis- ráðharranum, at hetta er tað hann leggur upp til. – Tað, sum hann førir fram, samsvarar ikki heilt við politikkin hjá Sam- bandsflokkinum, hóast hann eisinin hevur flutt seg. Tað samsvarar als ikki við fullveldisætlina hjá lands- stýrinum, men tað er fult og heilt í tráð við okkara politikk og um tað, sum vit løgdu fram á teimum viðgitnu kaffifundunum við samgonguna í 1999, sigur Jóannes Eidesgaard. – Tjóðveldismenn skiltu ikki boðskapin, tá vit løgdu hann fram, men nú ein danskur forsætisráðharri leggur sama boðskap fram fyri teir – á donskum, nú jubla teir, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur støðið verða lagt, soleiðis at ein nýggj samgonga eftir valið kann fáa í lag eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark – eina sjálvstýrisskipan innan fyri ríkisfelagsskapin. Jóannes Eidesgaard um boðskapin frá Fogh: Alternativið hjá andstøðuni er loysnin Jóannes Eidesgaard er sera fegin um greiða boðskapin frá Anders Fogh Rasmussen, sum hann heldur leggur støðið, soleiðis at ein nýggj samgonga eftir valið kann fáa í lag eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark – eina sjálvstýrisskipan innan fyri ríkisfelagsskapin C M Y K 7 6