mikudagur 16. januar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 10 - 16. januar 2002
Nr. 10 - 16. januar 2002
9
Anders Fogh Rasmus-
sen er sera fegin um
sín fyrsta túr sum
forsætisráðharri til
Føroya. Hann fegnast
serliga um, at allir
flokkar hava kunna
tikið undir við
hesum, og tónin er
vorðin nógv betur.
Samstarvið við
bróðurflokkin,
Sambandsflokkin, er
líka gott sum tað altíð
hevur verið. Ein
yvirtøka av flogvøll-
inum heldur hann
vera eitt stig tann
rætta vegin.
Politikkurin er tó
tann sami sum altíð
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Tað var fitt av fólki savnað
úti í Tinganesi. Umboð fyri
bæði Løgmansskrivstovan,
Ríkisumboðið og sjálvt
Statsministeriet gingu og
mólu rundan um hvønn
annan, tí tíðin nærkaðist, at
danski
forsætisráðharrin
skuldi avstað aftur til sunn-
aru partarnar av danska
kongaríkinum. Áðrenn tey
mongu
bíðandi
sluppu
avstað úr Tinganesi skuldu
fjølmiðlarnir líka framat.
Skipað var fyri samrøð-
um við tey størru bløðini,
men tað var ikki nógv tíð,
ið var at fáa. Tað snúði seg
tó um at fáa sum mest
burturúr.
Teir báðir menninir, sum
ansa eftir tíðina og hurðini
skiftast um at siga við ein,
at so ella so nógva tíð
verður til okkum, tá ið vit
fáa møguleikan innanfyri
dyrnar úti í Tinganesi, har
tann danski forsætisráð-
harrin ella statsministarin
fær vitjan av tveimum for-
vitnum sálum úr blaðhús-
inum av Argjum.
Eftir at fleiri áviringar
eru givnar, er loksisn pláss
fyri okkum inannfyri dyrn-
ar, og ein framúr fryntligur
og nakað so professionellur
forsætisráðharri og politik-
ari tekur ímóti, og vit sess-
aðust, og myndirnar sleppa
at velja, hvar vit skulu sita.
Listin við spurningum er
langur, men hví ikki byrja
frá byrjanini.
Nøgdur
Er hetta ikki ein sera góð
byrjan fyri tey sum for-
sætisráðharri í Føroyum,
nú allir flokkar - á hvør sín
hátt – hava sagt seg vera
glaður fyri títt útspæl og
framtíðar ætlanir?
Jú, eg havi verið sera
glaður fyri, at allir flokkar
hava meldað aftur positivt
til vitjanina og eisini fe-
lagsfráboðanina, og eg vóni
við hesum, at tað hervir er
skaptur ein nýggjur og betri
tóni millum Føroyar og
Danmark, og tað var eisini
endamálið við vitjanini, og
hetta haldi eg meg hava
nátt. Nú snýr tað seg at
meta um hvørt mál sær
framyvir,
og
yvirtøkur
kunnu fara fram, um altso
blokkstuðulin
í
sama
viðfangi minkar blokkin
Leyp tað hvøkk á tað, at tú
varð so væl móttikin í Før-
oyum, og at tað hevur verið
so lætt?
Vit kenna frá fyrr av, at
tónin millum Føroyar og
Danmark kann vera rætti-
liga harður, so eg eri sera
fegin um, at eg eri vorðin
so væl móttikin av øllum.
Hvussu væntar tú at vera
móttikin, tá ið tú kemur
aftur til Danmarkar og
Føroya nevndina í fólka-
tinginum?
Eg vænti, at hetta verður
móttikið líka positivt sum
her, tí tað, sum vit hava
avgjørt er nakað, ið liggur
innanfyri tær avgerðir, sum
higartil eru tiknar í Fólka-
tinginum. Vit hava eisini
ein rættiliga stóran áhugi
fyri, at betra um viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark.
Tú hevur valt at avtaka
ráðgevandi nevndina fyri
Føroyar, hví valdu tú at
gera hetta?
Tað gjørdi eg, tí eg metti
rætt og slætt, at tað ikki var
tørvur á tí longur. Serliga tá
hugsað verður um, at vit
hava eitt búskaparráð í
Føroyum.
Hvat hendir við flog-
vøllinum, um vit frá før-
oyskari síðu ikki avgera at
yvirtaka flogvøllin?
Vit geva føroyingum
sama tilboð, sum tann
undanfarna stjórnin, at
føroyingar kunnu yvirtaka
flogvøllin sum hann er
uttan at gjalda fyri tað. Eg
haldi eisini, at føroyingar
eiga at yvirtaka flogvøllin.
Vit hava ongar ætlanir um
at nýta pening upp á
flogvøllin, um hann so
verður yvirtikin ella ikki.
Sostatt kann mann væl taka
avgerðina
beinanvegin.
Allir yvirtøkur eru tó
treytaðar av, at føroyingar
sjálvsagt sjálvir ynskja tað.
Tað er tosað og skrivað
rættiliga nógv um henda
góða tónan millum Føroyar
og Danmark. Leggur tú upp
til við nýggja tónanum og
politikkinum, at føroyingar
gerast meira sjálvstøðugar?
Fyrst og fremst má eg
undirstrika, at ríkisfelags-
skapurin er best, um allir
partar hava tað gott í
honum. Tað vil so merkja,
at koma tað ynski úr Før-
oyum eftir galdandi lógum,
so vilja vit eisini loyva tað.
Eg fari ikki sum danskur
statsministari at siga nei til
hetta ella hatta, men vil
sum prinsipp ganga við til
yvirtøkur, men hetta er
treytað av, at vit ikki nerta
við suverenitetin, so tosa
vit um nakað heilt annað.
Tá má blokkstuðulin mink-
ast burtur í einki eftir
stuttari tíð, men so leingi
vil halda okkum til hetta, so
allar broytingar henda eftir
føroyskum ynski.
Tú er kendur sum ein
rættiliga liberalur politik-
ari – kanska mest sum ung-
ur - hvussu kann tað hugs-
ast, at hesin politikkurin
Anders Fogh Rasmussen:
Føroyar megna ikki uttanríkis-
og verjumál
Blokkstuðulin er ikki nøkur gáva, men ein eitt gjald fyri uppgávur, sum verður avgreiddar. Tær broytingar, sum kunnu hugsast at fara fram, henda í sambandi
við broytingar í uppgávubýtinum, t.e. yvirtøkur.
Blokkstuðulin og liberala sjónarmiðið kunnu sagtans samantvinnast, tí hetta er eitt konkret gjald talan er um
Framhald á næstu síðu
Samstarvið millum
Venstre og Sam-
bandsflokkin er eins
gott, ið tað altíð
hevur verið. Politiskt
er útspælið frá
Løgmanni og Anders
Fogh ein sigur til
Sambandsflokkin, og
hetta staðfestir tann
politikkin hjá flokk-
inum, sum Anders
Fogh eisini áður
hevur tikið undir við,
ljóðar tað úr Sam-
bandsflokkinum
VITJAN
Heri á Rógvi
Ein tann mest umtalaði
fundurin undan vitjanini
hjá danska forsætisráð-
harranum var fundurin við
Sambandsflokkin.
For-
maðurin fyri Javnaðar-
flokkin, Jóannes Eides-
gaard, segði undan vitjanini
hjá Anders Fogh Ras-
mussen, at hann helt tað
vera løgið, at forsætis-
ráðharrin valdi at fundast
við ein andstøðuflokk og
ikki allar ella tann størsta.
Lisbeth
L.
Petersen,
forkvinna í Sambands-
flokkinum, segði undan
vitjanini, at Sambands-
flokkurin og Venstre altíð
hava havt eitt tætt samstarv,
og tey høvdu eisini biðið
um ein fund við Anders
Fogh Rasmussen, og hetta
høvdu tey fingið játtað.
Á fundinum mánadagin
við forsætisráðharran var
tað
ein
væl
mannað
landsnevnd hjá Sambands-
flokkinum, sum sessast við
fundarborðið á Hafnia.
Eftir fundin fingu vit
hendur á forkvinnuni í
Sambandsflokkinum, Lis-
beth L. Petersen og næst-
formanninum,
Alfred
Olsen.
Gekk væl
Tey bæði, Lisbeth og Al-
fred, vóru á einum máli um,
at talan var um ein góðan
fund. Ein góður, óformellir
og positivur fundur kallaðu
ovastu fólkini í Sam-
bandsflokkinum fundin við
leiðaran hjá bróðurflokk-
inum í Danmark.
Samstarvið
millum
Venstre
og
Sambands-
flokkin er eins gott, ið tað
altíð hevur verið, vilja tey
ikki lata nakran iva vera
um.
Í
Sambandsflokkinum
kenna tey væl Anders Fogh
Rasmussen, og hann hevur
eisini fleiri reisir verið í
Føroyum áður m.a. fyri at
vitja Sambandsflokkin.
Tað, ið Anders Fogh legði
fram fyri landsnevndina í
Sambandsflokkinum
var
nakað av tí sama, ið Anders
Fogh hevði ført fram fyrr á
degnum.
– Hann tosaði nokk mest
til okkum sum forsætis-
ráðharri enn sum formað-
urin í Venstre. Hann veit jú,
hví hann er her, siga tey
bæði.
Sjálv er Lisbeth í einari
serstøðu, tá ið hon jú er
limur av tingbólkinum hjá
Venstre, og harvið eisini
ein partur av donsku stjórn-
ini, men Lisbeth metir ikki
sjálv, at hon hevur avger-
andi ávirkan á støðutak-
anina hjá donsku stjórnini.
Allir limirnir í stóru
nevndini hjá Sambands-
flokkinum fingu høvi til at
hitta Anders Fogh Ras-
mussen, og tað var eisini
eitt sindur av fjáltri gekk
runt og heilsaði øllum við
fryntligum atburði, áðrenn
hann fór víðari til døgurðan
til við landsstýrismonnum
og øðrum.
Passaðu saman
Alfred og Lisbeth lótu
ongan ivi vera um, at hetta
var ein fundur og ein
politkkur,
sum
passaði
teimum rættiliga væl.
– Hetta er jú fullkomiliga
tað sama, sum stendur í
okkara
Nýskipanarupp-
skotið, har Anders Fogh
eisini sjálvur hevur skrivað
eina grein, sum inniheldur
júst tey somu sjónarmiðini
sum hesi, sigur Alfred
Olsen.
Tað er rættiliga sjónligt,
at ovastarnir í Sambands-
flokkinum eru fegnir um
hetta.
– Politiskt er hetta ein
sigur
fyri
Sambands-
politikkin. Hetta er jú tað,
ið vit hava sagt allatíðina,
sigur Lisbeth L. Petersen.
Tey bæði undirstrika, at
av hesari orsøk var tað
eisini ein øgilga góður
stemningur á fundinum.
Eingin stuðul
Anders Fogh Rasmussen
hevur á Føroya vitjan sínari
ikki roynt at dylja útyvir, at
hann
heldur
tað
vera
mennandi fyri føroyska
samfelagið at yvirtaka ym-
isk mál, eitt nú flogvøllin.
– Sambandsflokkurin er
av teirri fatan, at øll mál –
uttan felagsmál – skulu
kunna yvirtakast, og Før-
oyar skulu eisini sjálvar
gjalda fyri allar yvir-
tøkurnar, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Markið hjá Sambands-
flokkurin er rættiliga líkt
við markið hja Anders Fogh
Rasmussen.
Einasti
munurin er, at Anders Fogh
er av teirra fatan, at rætt-
arskipanin kann yvirtakast,
men heldur ikki her eru
Sambandsflokkurin
og
forsætisráðharrin lagt frá
hvørjum øðrum.
– Vit vilja fyrst og fremst
tryggja, at vit fáa sama
ágóða og somu rættindi,
sum eru tryggjaði í m.a.
grundlógini. sigur Alfred
Olsen.
Eisini var eftir øllum at
døma semja millum Sam-
bandsflokkin og Anders
Fogh viðvíkjandi blokk-
stuðulinum.
– Vit eru samd viðvíkj-
andi tí, at blokkstuðulin
ikki er nøkur gávan, men
heldur
eitt
gjald
fyri
veitingarnar, sigur Alfred
Olsen.
Lisbeth leggur afturat, at
Anders Fogh á fundinum
fleiri ferðir vísti á, at tað
ikki vóru danir, sum vildu
lækka blokkin.
Tá vit spyrja Lisbeth um,
hvørji eru vinnarar og
taparar, nú forsætisráð-
harrin hevur meldað út, vil
hon ikki beinleiðis kalla
nakran vinnarar ella taparar
av flokkunum, men hon
heldur,
at
sambands-
politikkurin og fólki hevur
vunnið við hesum.
Ein sigur til sambands-
politikkin
kemur at ávirka viður-
skifti viðvíkjandi ríkis-
felagsskapinum, og her
verður serliga hugsað
um blokkin?
Blokkstuðulin er ikki
nøkur gáva, men ein eitt
gjald fyri uppgávur, sum
verður avgreiddar. Tær
broytingar, sum kunnu
hugsast at fara fram,
henda í sambandi við
broytingar í uppgávu-
býtinum, t.e. yvirtøkur.
Blokkstuðulin
og
liberala
sjónarmiðið
kunnu sagtans saman-
tvinnast, tí hetta er eitt
konkret gjald talan er
um.
Hvat merkir ríkisfe-
lagsskapurin í roynd og
veru fyri teg, og fær tað
nakrar mentunarligar
fylgjur, um Føroyar fara
úr ríkisfelagsskapinum?
Tað merkir, at trý fólk
eru saman í einum
felagsskapi. Har Dan-
mark sum tað størsta
hjálpir hinum í ymisk-
um málum, har Grøn-
land og Føroyar ikki
megna ella vilja sjálvi.
Tað er natúrligt, at eitt
fólk, sum hevur sítt egna
mál og mentan alla
tíðina tekur spurningum
um
sjálvbjargni
og
sjálvstýri. Eg ætli ikki at
halda nøkrum aftur, um
tey ynskja úr ríkis-
felagsskapinum.
Tað
hevur verið eitt negativt
forhold millum Dan-
markar og Føroyar, sum
mest skyldast banka-
sakina, og eg eri glaður
fyri mátan, ið táverandi
stjórnin viðgjørdi málið
upp á.
Skal eg vera heilt
erligur, so meti ikki, at
Føroyar nakrantíð sjálvi
fara at klára verju- og
uttanríkismál.
Tann politikkurin, sum
tú førir nú, er tað ikki
tann sami sum áður, ið tú
hevur eitt nú skrivað í
Nýskipanaruppskotinum
hjá Sambandsflokkin-
um?
Hetta er júst tann sami
politikkurin sum hava
ført, og eg helt m.a. eina
røðu í 1998, tá eg júst
var valdur formaður fyri
Venstre, í Norðurlanda-
húsinum, har greiddi frá
júst somu sjónarmiðum
fyri Sambandsflokkin-
um. So hesin politikk-
urin er ikki nýggjur.
Framhald av síðu 8
Samstarvið millum Sambandsflokkin og Venstre er betri enn nakrantíð, og politikkurin hjá honum er skræddaraseymaður til
Sambandsflokkin.
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
9
8