mikudagur 19. mai 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
Miðvikan
34
Framhald frá síðu 33
Sum
nevnt
í
seinasta
parti
vitjaði ferðalagið á Neskaup
staði
Sildavinnsluna,
sum
er
ein av teimum stóru fiskivinnu
fyritøkunum í Íslandi. Í býnum
búgva eini 1.600 fólk. Saman við
grannabygdunum er lagt saman
í eina kommunu, Fjarðarbygd, har
fólkatalið er um 5.000.
Sildavinnslan varð stovnað
11.desember 1957. Hon eigur fýra
skip, og eru tað tvey nótaskip, ein
ísfiskatrolari og ein frystitrolari.
Nótaskipini hjá teimum veiða
eisini svartkjaft. Afturat hesum
hava teir fiskamjølsvirki og fiska
virki til viðgerð av feskum fiski.
Her er tað eydnast teimum at fáa
fótin innum hjá McDonalds.
Tilsamans arbeiða eini 220 fólk
hjá fyritøkuni, og er hetta tískil ein
fyritøka av stórum týdningi fyri
fólkið á leiðini. Umsetningurin var
í 2009 90 miljonir US dollar, umleið
500 mill. í okkara peningini. Sum
tað skilst gongst heilt væl við
rakstrinum.
Tann størsti parturin av virk
seminum hjá Sildavinnsluni er
fiskamjølsverksmiðjan, sum í fjør
hevur framleitt 174.000 tonn av
ráevni. Sildavinnslan hevur loyvi
at veiða 9% av lodnukvotuni.
Karl Johann sigur, at teir gera
ikki nógv av at keypa kvotur. Men
teir gera rættiliga fitt burturúr
at býta um kvotur. Teir hava til
dømis rækjukvotur, sum teir býta
um við pelagisk fiskasløg.
Uppisjóvarvirkið hjá teimum
tekur fyrst og fremst móti sild og
lodnu.
Teir frysta 3.000 t. av sild, sum
fara eystureftir og eini 5.000 t. av
lodnu til Japan. Afturat hesum
framleiða teir fryst lodnurogn, sum
geva lodnuna nógv størri virði.
Uppisjóvarvirkið
tók
ímóti
40.000 tonsum av sild til fryst
ingar í 2009. Her var arbeitt í
tveyskiftisvakt, 12 tímar hvørja
ferð, eins og í Kollafirði. Hetta
gevur fólkinum eina hampiliga
inntøku. Tað eru framvegis fitt
av polakkum, sum arbeiða á
virkinum.
Annars søgdu tey á Neskaup
staði, at tey merktu ikki nógv
til kreppuna, sum ríður Ísland
sum ein marra. Tey fingu heldur
ikki nakran lut í upplopinum
sum var. Hetta var mest á
Reykjavíkarleiðini. Tað er eisini
her, tey mest merkja sviðan.
Men á hesum leiðum hava tey
mest hildið seg til fiskivinnu, og
har eru umstøðurnar tær somu,
sum tær hava verið alla tíðina.
Sagt varð eisini, at tey sum vildu
arbeiða sluppu at arbeiða.
Vit hittu annars ein føroying
á virkinum. Hetta er Dánjal
Simonsen, ættaður úr Sandavági,
sum er arbeiðsformaður. Hann
hevur búð í Neskaupstaði í eini
20 ár. Hann hevur íslendska konu
og honum dámar væl í Íslandi.
Samstarvið millum Føroyar
og Sildavinnsluna sæst júst í
hesum døgum skip teirra Børkur
er á beding hjá Tórshavnar
Skipasmiðju.
Tað ber til at kunna seg meira
um Sildavinnsluna á www.svn.is
Var við til at leita
eftir pápanum
Ein av luttakarunum á ferðini
Hargarð Tvørfoss úr Norðragøtu
fekk eitt forvitnisligt prát inni
á virkinum. Hargarð var ein av
teimum mongum føroyingum,
sum fór við íslendskum trolara
í 50unum. Hann fór í 1956 við
Austfirðingi, sum hoyrdi heima
á Eskifirði nærindis Norðfjørðin.
Hetta fortaldi hann fyri manni á
virkinum. Í mars hetta ár gjørdist
eitt rættiligt ódnarveður. Ein
bátur Hólmaborg, sum var farin
til Danmarkar at fáa nýggjan
motor, fekk hetta veðrið á seg og
varð saknaður. Austfirðingurin
var við í leitingini eftir bátinum,
men einki kom burtur burtur.
Báturin varð burtur við fýra ella
seks monnum.
Tá kundi hesin maður rørdur
fortelja Hargarð, at pápi hansara
var við hesum báti.
Soleiðis komu hesir báðir at
hittast aftur meira enn 50 ár eftir
at teirra lagnur bóru saman.
Sildavinnslan fjølbroytt fyritøka
Hesi fimm gøtufólkini hava øll sítt serstaka tilknýti til Ísland og Eysturlandið. Frá vinstru av eru tey: Tórður
Mikkelsen. Abbi hansara druknaði á Bakkafjørðinum í 1905. Kaj í Bartalstovu var elsti maður ferðalagnum,
85 ár. Kaj hevur sjálvur róð út á Bakkafjørðinum. Hann er systkinabarn Tórð, og tað var eisini abbi hansara
sum druknaði í 1905. Óluva Tvørfoss hevði ein pápa, sum hevur fiskað nógv ár í Íslandi. Hon hevur altíð
ynskt eftir at sleppa til Íslands, og var hetta hennara fyrsta ferð til higar. Hargarð,maður hennara, sigldi við
íslendskum trolarum í 50-unum. Jákup Jacobsen, sum umboðar nútíðar samband við Ísland. Hann er reiðari á
nótaskipunum í Gøtu, sum landa nógv á Eysturlandinum. Hann letur eisini væl at sínum íslendska sambandi
Trolaramenn, helst føroyingar. Kennist nakar við hesar?
Rætting til seinasta part
Nólsoyingarnar á Vattarnesi
vóru helst har undir seinna
heimsbardaga
Komandi partur
Í
seinasta
parti
av
hesi
røð verður farið norður til
Langanes, serliga Skálar, sum
nógvir føroyingar eisini kendu.
Eisini hava vit søguna hjá
sørvingi, Hans Marius Hansen,
sum búsettist á Skálum
meira og meira tarnað av slíkum,
sum rakst á sjónum. Skjótt gjørdist
aftur myrkt, sum so aftur vildi
tarnað arbeiðinum.
Tá bjargingarliðið á landi kom
fram, góvust teir at bjarga fólkinum
yvir á Andvari. Tað eydnaðist við
fyrsta skoti at fáa bjargingarlínu
umborð frá landi av. Longu kl.
14.40 vóru 16 mans komnir í land,
og tá var eingin á lívi eftir umborð.
Umframt Sofus Skoradal vóru fýra
íslendingar tá sjólátnir.
Teir av manningini, sum komu
á land, vóru eisini illa fyri eins og
hinir, ikki minst av kulda. Men her
høvdu bjargingarmenninir verið so
framskygdir at hava við sær eina
fløsku av konjakk, sum fløvaði væl
í hesi støðuni.
Tað varð havt á orði millum
manna og í bløðunum, hvussu
óttaleysir menninir á Egill Rauða
høvdu verið, og menn undraðust
eisini á, at teir toldu kuldan so væl,
so illa teir vóru klæddir. Menninir,
sum vórðu bjargaðir í land, máttu
til gongu. Men nú var fjøra, og
teir kundu ganga eftir bakkanum.
Hetta var munandi styttri og
lagaligari. Teir gingu kortini bert
til bóndagarðin, hagani Gisli var
ættaður, og her gistu teir. Hesin
bóndagarður hevði staðið tómur
í fleiri ár, og tí var kalt. Men inni
var komfýrur, og teir brutu av
viðinum í húsinum fyri at kyka, so
tað var skjótt, at tað gjørdist heitt.
Men tá vóru teir eisini allir heilt
útlúgvaðir.
Sagt varð um skiparan, at hann
hevði verið teimum ein góð fyri
mynd í at skipa fyri bjargingini.
Alla tíðina hevði hann staðið
upp á brúgvartakinum, har hann
skipaði fyri bjargingini og hjálpti
monnunum
í
bjargingarstólin.
Sjálvur var hann sum ein rættur
skipari farin av skipinum sum tann
seinasti.
Ein av føroyingunum Tórálvur
Mohr Olsen av Sandi, hevur í
útvarpinum og FFblaðnum greitt
frá, hvussu hann upplivdi hesa
hending. Frásøgnin hjá honum
varð endurgivin í Sosialinum, táið
Tórálvur doyði nakað fyri kortum.