mikudagur 19. mai 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. apríl 2010
Sosialurin
33
Á vitjanini í
Neskaupstaði fingu
føroyingarnir høvi
til at heilsa uppá
gamlar íslendskar
trolaramenn, sum
høvdu siglt saman
við føroyingum
Teir vóru
• Birgir Sigurðsson, sum var dekkari
á Egil Reyða, stýrimaður á Goðanesi
og stýrimaður og skipari á Gerpi.
• Herbert Benjamínsson, sum var
bátsmaður á Egil Reyða, Goðanesi
og Gerpi.
• Axel Óskarsson, sum var tele
grafistur á Egil Reyða og Goðanesi.
Hann upplivdi bæði forlissini
• Halldór Thorsteinsson, sum var
dekkari á Gerpi
• Jakob Vigfússon, sum eisini var
dekkari á Gerpi
Stóð eisini á hjá Gerpi
Birgir
Sigurðsson
var
beiggi
skiparan á Goðanesi, sum doyði á
Flesjunum. Hann er eisini pápi Karl
Johann Birgisson, sum skipaði fyri
vitjanini í Neskaupstaði.
Birgir er nú 80 ára gamal. Hann
er ein royndur trolaraskipari og
var til skips, inntil hann var 70
ára gamal. Hann hevur somuleiðis
upplivað eitt sindur av hvørjum.
Hann var skipari á fyrsta sinni við
trolaranum Gerpi í 1959. Teir vóru
á veg til New Foundland og sigldu
fram við Kappanum í illveðrinum,
tá ið Hans Hedtoft gekk burtur. Teir
fingu ein sjógv, sum gjørdi skaða á
brúnna, men teir kundu tó halda
áfram.
Tað var beint eftir Hans Hed
toft
vanlukkuna,
at
íslendski
trolarin Juli koppaði av yvirísing
og sakk. 30 mans, teir nógvu av
Hafnarfjørðinum, fórust. Gerpir
var á somu leið.
Gerpur var tann trolarin, sum
Bæjarútgerðin
í
Neskaupstaði
útvegaði sær sum nýbygning fyri
Egill Rauða.
Birgir hevur siglt saman við
nógvum føroyskum fiskimonnum,
sum hann gevur besta skoðsmál.
Hann kendi eisini fleiri av teimum
gomlu føroysku trolaraskiparunum
sum Hans Paula og Kaj Johannesen.
Kona Birgir, Guðriður, er av
føroyskari ætt. Abbi hennara var
Jógvan Hjelm úr Vági, pápabeiggi
kenda skiparan Thorvald Hjelm.
Vanlukkan við Egil Reyða
Vanlukkan við Egill Rauði var nógv
kend í síni tíð. Manningin taldi
34 mans, og av teimum vóru sum
nevnt 19 føroyingar. Teir byrjaðu
ein nýggjan túr nýggjársdag í 1955.
Tann 26. januar var av ringasta
veðri uppi á Vestfjarðunum, sum
er nærmasta land til fiskileiðina
á
Halanum,
tiltikið
sum
eitt
illveðursøki, sum føroysk fiskiskip
eisini hava royndir av. Hetta er
ikki minst galdandi um veturin, tá
ísingin av skipunum ger tey til eina
deyðsfellu. Her eru eisini mong skip
burturgingin.
Júst hendan dagin frysti 14 stig.
Hvussu harðbalið tað kundi vera,
kom júst til sjóndar hendan dagin.
Tað fyrsta, sum hendi á degnum
var, at tveir bretskir trolarar fórust
við ikki færri enn 50 monnum.
Neyðarkall av Egill Rauða
Mikudagin tann 26. januar kl.
18.45 hoyrdu teir á trolaranum
Austfirðingur
neyðarkall
frá
Egill Rauða, sum segði seg vera
strandaðan innarlaga við Grønulíð
ikki langt frá Ísafjørðin. Tað var
longu blivið myrkt, og tað var av
ringasta veðri. Egill Rauði hevði
eins og onnur skip leitað sær inn
undir land at kroka. Skiparin var í
messuni og skaffaði, og tað stoytti
í somu løtu, sum hann var komin
upp á brúnna aftur. Tað var ein
skopuningur, sum tá stóð til róðurs.
Men hann gjørdi sjálvtsagt bert tað,
hann hevði fingið boð um.
Vegna umstøðurnar vistu teir á
Egili Reyða ikki heilt nágreiniliga,
hvar skipið var strandað.
Sambandið við skipið hvarv
longu kl. 19.30, tí sjógvur var komin
at telefonini. Nógvir trolarar fóru
at leita eftir Egill Rauða, men illa
gekk at finna hann vegna myrkur,
kavarok og illveður. Manningin
hevði roynt at skjóta rakettir og
at blussa, men hetta hevði ikki
riggað vegna tað vánaliga veðrið
og kavarokið.
Men kl. 21 funnu trolararnir
Egill Rauða. Tað var sera óreint í
sjónum, og tí kundu trolararnir ikki
koma nóg nær til at kunna skjóta
bjargingarlínu yvir á Egill Rauða.
Bjargingarbátarnir hjá trolarunum
vórðu settir út, og teir royndu
at koma tað nærri strandaða
trolaranum, men hetta riggaði
heldur ikki.
Kl. 21 fór eitt bjargingarlið við 10
monnum av Ísafirði við einum báti,
og komu teir fram kl. 23.30. Tá var
staðið, har trolarin var strandaður,
upplýst av ljóskastarum frá trol
arum, sum vóru komnir hagar. Men
bjarging frá sjónum tyktist ikki at
vera møgulig sum var.
Bjargingarlið mátti
ganga í 9 tímar
Tá fóru menn at hugsa um møgu
leikan at bjarga monnunum frá
landi, hóast vegurin higar tyktist
at vera ófarbarur. Hóast hetta varð
eitt lið av bjargingarmonnum sent
avstað frá Ísafirði. 10 mans av trolar
anum Austfirðingur skuldu vera
teimum til hjálpar saman við stýri
manninum á vaktarskipinum Ægir.
Har trolarin stóð, bar als ikki til
at seta fólkið á land. Tað nærmasta
staðið, bjargingarmenninir kundu
verða settir á land, var á Hesteyri,
sum er so langt burturi, at tað tók
9 tímar at ganga. Tað var eisini sera
illgongt, eins og tað eisini mátti
gangast um fjøll, og hetta var í
ringastu veðurlíkindum. Vegvísari
teirra var ein ungur drongur, Gisli
Jónsson, bóndasonur har á leiðini,
sum var tann einasti, sum var
staðkendur. Bóndagarðurin var
niðurlagdur, og familjan var flutt
til Ísafjørðin. Tað var so heppið,
at
bjargingarliðið
hitti
hann
tilvildarliga í býnum á veg í biograf,
tá tað skuldi fara avstað. So Gisli
hevði bert at skunda sær at lata seg
í til ferðina, og so at fara við. Teir
fóru til gongu við útgerð kl. 5 um
morgunin, og teir komu ikki fram
fyrr enn kl. 1 seinnapartin.
Men nakað samstundis fóru
tveir bátar avstað frá Ísafirði, og
vóru hesir Andvari og Páll Pálsson.
Hetta vóru 1516 tons bátar. Hildið
var, at hesir bátar vóru so passaligir
í stødd, at teir kundu koma so nær
Egill Rauða, at teir kundu skjóta
línu umborð. Ein av teimum
trolarunum, sum vóru komnir til
hjálpar, var Goðanes, og skiparin á
honum fór umborð á Andvari fyri
at hjálpa teimum at skjóta línuna
yvir á Egill Rauða. Siglt varð so nær
boðunum sum gjørligt, og síðani
varð roynt at skjóta bjargingarlínu
yvir á neyðstadda trolaran.
Kl. 9.10 var farið at lýsa fyri
degi, og nú skuldi hetta roynast.
Tá sást eisini, at skipið var brotnað
av um miðjuna, og brimið skolaði
yvir báðar partarnar av skipinum.
Roynt varð at skjóta fleiri ferðir,
og fjórða skotið eydnaðist. Kl. 10.15
var fyrsti maðurin hálaður yvir á
Andvari. Tá vóru lidnir 15 ½ tími
síðan strandingina. 13 mans vórðu
bjargaðir umborð á Andvari. Hesir
vóru allir sera illa fyri, sum teir illa
klæddir og oljudálkaðir vóru drignir
langan tein gjøgnum sjógvin.
Bjargingin frá landi
Bjargingarmenninir á landi komu
fram kl. 13. Hetta var fyrstu ferð,
at walkietalkie hevur verið brúkt
í eini slíkari støðu. Teir royndu
eina ferð at fáa samband við
bjargingarfólkið á sjónum, men
teir fingu ikki samband. Hetta var
heppið, tí høvdu teir tá fingið at
vita, at bjargingini var byrjað frá
sjónum, høvdu teir helst vent aftur.
Tað er als ikki vist, at tað tá hevði
gingist so frægt at bjarga fólkinum,
sum tað gjørdist.
At fáa fólkið í land var nógv
skjótari, tí vrakið var heilt nær landi.
Hetta var eisini nógv lagaligari fyri
fólkið. Bjargingin frá sjónum varð
Egil Reyði - kundi blivið størsta føroyska vannlukka
Norðfjørður var ein góð havn, har tað eisini komu nógvar føroyskar sluppir
Helst føroysk manning. Ber nakar kenslu á hesar?
Føroyskar sluppir á Norðfirði
Framhald á síðu 34