Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 Sosialurin Ítróttur Ólavur Øre Hansen Seinastu árini hevur EB/Streymur staðið seg sera væl í steypa kapp­ ingini. Seinastu trý árini hava sunda lags menn verið í finaluni um Løg manssteypið. Teir vunnu kapp ingina í 2007 og 2008, meðan Vík ingur foraði teimum í at vinna steyp ið til ognar í fjør. Spurningurin er so, um EB/ Streym ur skal koma í finaluna um Løg mans steypið fjórða árið á rað, ella B36 klárar at steðga sunda­ lags monnum, eins og teir gjørdu í fyrsta umfari av Vodafonedeildini í ár. Fyrri hálvfinaludysturin verður spældur í Gundadali í annaðkvøld kl. 18.30. Ymiskar fortreytir Eftir eina flúgvandi byrjan uppá lands kappingina, har B36 millum annað vann á EB/Streymi, so hava teir hvítu og svørtu úr høvuðs­ staðnum, so at siga mist flogið. Liðið hevur ikki vunnið ein dyst síðani í triðja umfari, og sunnudagin tapti B36 heili 5­1 móti NSÍ í Gundadali. Meðan formkurvan hjá B36 er dalandi, so gongur tað betur hjá EB/Streymi. Eftir eina skala byrjan uppá kappingina, gongur nú betur hjá sundalagsmonnum, sum hava vunni seinastu tveir dystirnar í Vodafonedeildini. Dagsformurin avgerð Hóast formkurvan hjá B36 og EB/ Streymi peika í hvør sín rættning, so meta báðir venjarnir at talan verður um ein javnan dyst, har dags formurin verður avgerðandi. Tískil er tað týdningarmikið sam­ bært venjarunum hjá B36 og EB/ Streymi, at teirra lið er væl fyri­ reikað til uppgávuna. Tað ræður um at fáa eitt so gott útgangsstøði inn an returdystin í Sundalagnum. Lagt er upp til eina spennandi uppgerð millum B36 og EB/Streym, tá tey skulu spæla fyrru hálv­ finaluna í Gundadali hós kvøldið kl. 18.30. post@sosialurin.fo Alt er opið løgmanssteypið EB/Streymur hevur møguleika at koma í fjórðu steypafinaluna á rað. Men fyrst skulu teir basa B36 í hálvfinaluni, og tað kann gerast trupult. Báðir venjarnir vænta ein javnan dyst hóskvøldið, har dagsformurin verður avgerðandi Megna sundalagsmenn at koma í finaluna fjórða árið á rað, ella klárar B36 at steðga teimum, eins og teir gjørdu í fyrsta umfari av Vodafonedeildini Ólavur Øre Hansen Tað verður uttan iva ein spenn­ andi dystur millum tvey lið, sum standa seg væl í Voda­ fonedeildini í løtuni. Fugl firð­ ingar vunnu í síðsta lands­ kapp ingar dysti á HB, með an Víkingur vann truplan úti dyst í Vági. Góða gongdin hjá ÍF og Víkingi sæst aftur á stiga talv­ uni, har Víkingur er numm ar tvey og ÍF nummar trý. Tískil er lagt upp til eina spenn andi og intensa granna­ upp gerð, millum tvey form­ sterk lið, sum vilja gera alt fyri at vinna dystin. Av tí sama verð ur tað dagsformurin sum kem ur at avgerða hvat av lið­ unum fær betri útgangsstøði inn an returdystin í Sarpugerði 8. juni. Ikki tapt í Fuglafirði ÍF og Víkingur hittust eisini í hálvfinaluni í steypakappingini í fjør, tá felagsliðið úr Gøtu og Leirvík vann báðar dystirnar, áðrenn teir í finaluni vunnu á EB/Streymi. Sostatt hava vík­ ingar góð minnir frá Fuglafirði, har teir higartil hava havt gott tak á ÍF, tá teir hava spælt á Fløtu gerði. Vikingur er enn eitt ungt lið, so at skilja, at felagið hev ur bert gott og væl tvey ár á baki. Men enn hevur felags liðið úr Gøtu og Leirvík ikki tapt í Fuglafirði, hvørki í lands­ ella steypakapping. So er spurn­ ingurin um Víkingur klárar at halda fast í góðu gongdini á útivølli móti fuglfirðingum. Kunnu fáa hevnd Tað er eingin ivi um, at fugl­ firðingar eru uppsettir til dystin hóskvøldið. Tað ræð­ ur um hjá ÍF at hevna tapið í hálv final uni í fjør, og tað gerst bert við at vinna móti Víkingi í hálvfinaluni. Tí skulu fuglfirð­ ingar hava eitt gott útgangs­ støði innan retur dystin. Hóast fuglfirðingar kanska ikki hava hagtølini við sær í heima dystum móti Víkingi, so hava fuglfirðingar í ár víst, at teir í mun til undanfarin ár, hava eitt sera serkt lið. Tað varð stað fest sunnudagin tá teir vunnu á oddaliðnum HB, og tað hevur einki annað lið megna í Vodafonedeildini higar til. So er spurningurin bara, hvussu leikur fer fram, tá ÍF og Víkingur bresta saman á Fløtu­ gerði hóskvøldið kl. 18.30. post@sosialurin.fo Grannar bresta saman løgmanssteypið Tað er lagt upp til eitt brak av einum dysti, tá ÍF og Víkingur bresta saman í fyrra hálvfinaludystinum í kappingini um Løgmanssteypið hóskvøldið. Umframt at talan er um hálvfinaludystir, so er talan eisini grannauppgerð millum tvey formsterk lið, og tað ger ikki dystin minni spennandi Hóast tap í báðum dystum, hevur 19 ára gamli Høgni Eysturoy víst máltev við at skora móti bæði Víkingi og NSÍ Mynd: Hilmar Jan Hansen Súni Olsen hjá Víkingi, tykist vera í topp-formi í løtuni Mynd: Álvur Haraldsen