mikudagur 19. mai 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83
42
Sosialurin
Bora Anne Marie
7. brunnurin Ætlanin er at seta hol á aftur føroysku undirgrundina umleið 10. juni.
Jan Müller
Boripallurin West Phoenix
er nakað seinkaður og fer
eftir ætlan at seta borin í
undirgrundina um hálvan
juni. Men hvussu hevur
gingist við fyrireikingunum
til henda sjeynda brunnin á
landgrunninum spurdu vit
Meinhard Eliassen á Jarð
feingi. Hann sigur, at tey
hava havt góða tíð til at
gjøg numganga alt tilfarið í
sam bandi við boringina. Tað
fekk Jarðfeingi longu í 2008.
Ætlanin var at bora í 2009,
men av tí at boripallurin
ikki varð klárur tá varð
avgjørt at útseta boringina
til í ár. ENI fekk endaliga
bori loyvið 15. apríl í ár. Stutt
frammanundan hevði ENI
fingið neyðugu loyvini frá
Umhvørivsstovuni í sam
bandi við nýtslu og útláti av
tilfari umborð á pallinum.
Meinhard Eliassen, sum
m.a. hevur við trygdina at
gera, sigur, at eftir ætlan skal
boripallurin verða liðugur
við sína uppgávu í norskum
sjógvi fyri Total hálvan mai.
Síðani fer pallurin inn í
norska havn at gera nakrar
umbyggingar. Tær taka eina
góða viku og kemur pallurin
til Føroya í juni. Boringin er
ætlað at taka einar 75 dagar.
Vit fáa tí vónandi okkurt at
vita um úrslitið beint eftir
ólavsøku.
Meinhard Eliassen hev ur
saman við fólki frá Skipa
eftirlitinum vitjað umborð
á pallinum og sýnað hann.
Pallurin, sum er milllum teir
mest framkomnu í heim
inum, varð bygdur í Suður
korea fyri tveimum árum
síðani. Tøknin umborð er
tann allarnýggjasta, sum
finst á marknaðinum.
Stórar vónir
Uppá fyrispurning hvat jarð
frøðingarnir hjá Jarðfeingi
siga til útlitini fyri, at Anne
Marie brunnurin verður
eitt lønandi fund, nú aðrir
jarðfrøðinar hava sagt seg
hava stórar vónir til pro
spektið,
sigur
Meinhard
Elias sen, at teir eru sum so
nógvir aðrir jarðfrøðingar
hjá ymsum oljufeløgum,
rætti liga spentir uppá júst
henda brunnin.
– Vit vita, at oljuleiting er
eitt lottarí í nógvum førum.
Vit vóna, at hesaferð fer tað at
eydnast okkum at raka rætt.
Eisini Petur Joensen,
stjóri á Jarðfeingi er sum
vera man sera spentur um
henda
sjeynda
brunnin.
Sjálv ur heldur hann ikki,
at tað er so løgið, at einki
veru ligt fund enn er gjørt
við Føroyar, tí økið er nýtt,
og bert fáir brunnar boraðir
í mun til onnur øki.
– Okkara jarðfrøðingur,
Heri Ziska plagar at vísa
eina mynd, tá hann heldur
fyrilestrar, sum vísir, at
bæði í vídd og dýpd eru vit
komin sera stutt, so her er
nógv eftir at royna. Okkara
uppgáva er nú at halda
feløgunum til, og so fáa vit
at síggja.
– Skuldi hesin brunnurin
verið turrur, fer tað ikki at
hava eitt sera negativt árin
á alt tað føroyska økið?
– Menniskjað er soleiðis
inn rættað, at sjálvt um vit
innast inni vita, at sann lík
indi fyri at finna eru nógv
Vit vita, at olju
leit ing er eitt lottarí
í nógvum førum. Vit
vóna, at hesaferð fer
tað at eydnast okkum
at raka rætt.
Boripallurin West
Phoenix kemur til
Føroya umleið 10. juni
Meinhard Eliasen og John
Mikkelsen frá Skipaeftirlitinum
á eftirlitsvitjan umborð
á West Phoenix.
boripallur