Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-19, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 19. mai 2010 · Nr. 83 Sosialurin Jan Müller Enn ein brunnur skal borast á landgrunninum. Ein partur av føroysku krøvunum til oljufeløgini er, at tey skulu brúka føroyskar vørur og tænastur í tann mun tey eru kappingarfør. Í hvønn mun brúkar ENI føroyskar vørur og tænastur, nú tað fer at bora aftur á landgrunninum spurdu vit stjóran á Jarð­ feingi, Petur Joensen. – Nú er tað altíð so, at vit kundu ynskt okkum, at tað var meira, men soleiðis sum regluverkið er skrúvað saman, hevur man valt, at føroyskar fyritøkur skulu hava ein møguleika fyri at bjóða, men at tær skulu vera kappingarførar. Og tað er ikki lætt. Tær verða við í nøkrum førum, men vit kundu altíð ynskt okkum, at tað var eitt sindur meira. – Men kunnu tit ikki seta teimum strangari krøv? – Tað vil altíð vera ein javnvág. Tað vit á Jarðfeingi leggja allarstørstan dent á er, at boringin verður framd væl og virðiliga, og at hon verður gjørd trygt. Vit kunnu illa blanda okkum meira uppí tað enn, at feløgini geva før ­ oyingum ein møguleika, har tey hava møguleika at vera við. Av teimum stóru upp­ gáv unum eru t.d. flúgv ing, supply bátar og útgerðar­ støðin. Har gevur tað seg sjálvt, tí tað er eitt lógarkrav, at vørur skulu um føroyskan kaikant. Annars eru tað smærri sáttmálar, sum talan kann vera um. Ballansugongd – Er tíðin komin til at endur­ skoða okkara reglar og kanska seta oljufeløgunum harðari treytir um nettup at brúka føroyska vørur og tænastur meira? – Eg haldi vit saktans kunnu vera betjentir at minna tey væl og virðiliga á, at hetta eru treytirnar, og at tær skulu fylgjast, men tað er eisini ein ballansugongd. Tað vit hava við at gera eru ikki nøkur anonym feløg men tað eru fólk. Seta vit teimum alt ov stór krøv, at tey føla, at Føroyar eru eitt heldur torført land at arbeiða í, so kann tað hava eitt sindur av negativari ávirkan. Petur Joensen sigur víðari, at tað kann gott vera, at vit skuldu stramma eitt sindur til. Hinvegin er tað eisini av markað, hvat vit hava av føroyskum fyritøkum, tí nógv ar av uppgávunum eru sera specialieraðar uppgávur. Og haraftrat kemur enn ein avbjóðing, sum føroyskar fyritøkur hava, nevniliga at tað er so langt millum boringarnar. Ein kann ikki vænta, at tær skulu vera klárar annað og triðja hvørt ár til, at nú skulu tær giera seg til eina oljuboring. Og hetta er so nakað, sum vit mugu taka hædd fyri sigur stjórin á Jarðfeingi. jan@sosialurin.fo í juni Rætt at minna olju­ feløg á treytirnar Petur Joensen og Meinhard Eliassen á Jarðfeingi Mynd Jan Müller Krøv – Eg haldi vit saktans kunnu vera betjent at minna oljufeløgini á, hvørjar treytirnar eru, og at tær skulu fylgjast, men tað er eisini ein ballansugongd sigur stjórin á Jarðfeingi Tað vit frá Jarðfeingi leggja allarstørstan dent á, er, at boringin verður framd væl og virðiliga, og at hon verður gjørd trygt. minni enn fyri einki at finna, so eru vónirnar so leiðis, at gongur ikki sum vónað og ætlað, so verður man vónsvikin. Og tí fer tað at hava eina negativa effekt beint eftir eina turra bor­ ing, men vit vita eis ini, hvat vit hava av poten­ tiali uppá longri sikt at royna eftir, og tí vænti eg heldur ikki, at vón­ brotið fer at vara so øgi­ liga leingi, um tað skuldi verið so. Fleiri skot í byrsuni – Hetta er so ikki sein­ asta skotið í byrsuni. Tit hava jú eisini tveir Stat­ oilbrunnar á skránni. – Vit vóru sera fegnir um, at Statoil saman við øðrum feløgum átók sær at bora tveir brunn ar aftrat. Og tað er sjálv­ andi við til at halda áhug anum fyri økinum uppi. Skuldi tað hent, at hesin brunnurin, sum ENI borar, ikki innihelt tað stóra, so er tað nógv betri at vera í tí støðu, at tveir brunnar standa og bíða. jan@sosialurin.fo