fríggjadagur 21. mai 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84
vikuskiftisblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað er ikki altíð, at tað
spælir væl av, tá ið menn
bjóða kvinnum at dansa,
men ein hending frá Århus
sunnukvøldið er tó rættiliga
sermerkt.
Ein maður beyð eini
23 ára gamlari kvinnu at
dansa á náttklubbanum
Train, men kvinnan hevði
ikki hug at dansa við mann
inum. Maðurin gjørdi ikki
mætari, enn at hann legði
fót fyri kvinnuna, sum datt.
Og síðani sparkaði hann
kvinnuna í knæið.
Kvinnan varð flutt á
sjúkrahús, og har varð
staðfest, at hon hevði brotið
handliðið, tá ið hon datt.
k
ringvarpið fær nú níggju
milliónir eyka í inntøku,
eftir at løgtingið broytti
lógina um kringvarpsgjald so
leið is, at 3.000 húski – sum higar
til eru sloppin undan at rinda, nú
skulu rinda kringvarpsgjald. Tað
er sjálvandi at fegnast um, at fíggj
arliga grundarlagið undir Kring
varp inum verður bøtt – og um hesar
eyka krónurnar eru pengar, sum
Kringvarpið nátúrliga átti at fingið
í kassan, so er tað eisini í ordan.
Men tað er ikki í ordan, at løgting
ið framvegis loyvir Kringvarpinum
at kappast við privatu miðlarnar
á lýsingarmarknaðinum. Her fer
fram ein óhugnaliga ójøvn kapping.
Løgtingið loyvir Kringvarpinum at
krevja inn kringvarpsskatt – sam
stundis sum Kringvarpið sleppur
at selja lýsingar og á tann hátt at
und irbjóða privatu miðlarnar, sum
als ongan almennan stuð ul fáa av
nøkrum slag. Her fer fram ein brak
andi almenn kapp ingar avlaging.
Tað sum undrar okkum, sum
reka privat miðlavirksemi, er hand
lingsloysi hjá politikarunum. Fyri
fleiri árum síðani samtykti løg
tingið, at lýsingarnar í Kring varp
inum skuldu niðurlagast eftir fimm
árum. Eftir fimm árum skuldi løg
tingið tryggja fíggjarliga grundar
lagið undir Kringvarpinum – uttan
lýsingarinntøkur. Men einki hendir.
Eingin politikari er førur fyri at
skera ígjøgnum.
Tað er sama søga sum við fólka
skúlinum. Landsstýriskvinnan legði
fram eitt áhugavert uppskot um
ratio nali seringar – sparingar, har
spardi peningurin skuldi koma skúl
anum til góðar. Men hvat hendir?
Nú skulu glæsiligu rationali ser ing
ar nar brúkast sum spar ingar.
Nú Kringvarpið fær níggju
milli ónir í eykainntøku, so kundi
tú hildið, at nú verða lýsingarnar
»niður lagaðar«. Men so er ikki.
Tvørturímóti dubbar Kringvarpið
seg í kappingini um lýsingarnar.
Tað liggur í orðinum – public
ser vice – at Kringvarpið er ein
al menn ur
tænastustovnur
og
ikki
ein
handils lig
miðla fyri
tøka. Kring varpið skal virka 100%
óheft av øllum áhugamálum, bæði
politiskum, átrúnaðarligum og ikki
minst handilsligum og á tann hátt
framleiða
dygdargóða
kunning
utt a n ávirk an frá nøkrum – og ikki
minst, at eingin skal kunna seta
spurn ar tekin við journalistiska
inte gr i tetin.
Hesar níggju milliónirnar fløva
uttan iva í kringvarpskassanum
– men ójavna og ósunna almenna
kappingaravlagingin tekur kvørkra
tak um privatu miðlarnar. Vit
mugu ikki koma har til, at vit bara
hava eitt alment lýsingafongt
kringvarp, har publikum ikki veit,
um tað er keypt ella selt.
Eingin politikari er førur
fyri at skera ígjøgnum
Í hesi vikuni sendi Rás2 av
Sandoynni.
Rás2
fólkini
vóru víða á oynni, og tos að
var við lokalfólk um ferða
møguleikar og annað virk
semi í oynni. Rás2 legði eisini
leiðina framvið hjá einum tí
kendasta
sand oy ing inum
í landinum, út varps mann
inum Elis Poul sen.
Elis var fyrikomandi og
blíður, og kapp ingar neyt
arnir fingu eitt gott prát í
góðveðrinum í Skopun.
Á myndini síggjast Elis
Poulsen, Heri Simonsen,
Sjúrður Joensen og Mirjam
Pætursdóttir.
ALmEnn kAppingArAvLAging
Í gjárkvøldið vóru fyrru
hálvfinalurnar
í
steypa
kapp ingini í fótbólti. B36
og EB/Streymur spældu í
Havn, og í Fuglafirði hittust
ÍF og Víkingur. Hvørki Út
varp ið ella Rás2 søgdu frá
dystunum, og nógv hava
spurt, hví so er – ikki minst
tí útvarpsstøðirnar van liga
gera nógv burtur úr fót
bóltinum.
– Vit plaga ikki at útvarpa
fyrru
hálvfinalurnar
í
steypa kappingini. Tað hava
vit ikki gjørt seinnu árini,
og tað gjørdu vit heldur ikki
hesaferð, sigur Solby Eliasen,
programleiðari í Kring varp
in um.
– Hinvegin fara vit at
útvarpa seinnu hálv final ur
nar, tá spenningurin er enn
størri, og avgerðin fellir, sigur
hon.
Stjórin á Rás2 sigur, at
rásin kundi hugsa sær at
útvarpa hálvfinalurnar, men
at tey vilja ikki standa lið
um lið við Útvarpið til somu
dystir.
– Vit fáa ikki rykt út
allastaðni eftir einum degi, tí
vit hava ikki linjur allastaðni.
Men høvdu vit vitað av í
góðari tíð, at Útvarpið ikki
fór at siga frá, kundu vit
gjørt tað. Tí høvdu vit gjarna
vilja fingið eitt samstarv,
har Útvarpið segði, hvørjar
dystir tey ætla at útvarpa,
og hvørjar tey ikki fara at
útvarpa,
sigur
Jonhard
Hammer.
Solby Eliasen sigur, at
tey fingu ein fyrispurning
frá Rás2 um útvarpingina
hóskvøldið, og tá svaraðu tey,
at tey fóru ikki at varpa út.
– Vit hava áður tosað sam
an við Rás2 um útvarpingina,
og tað skuldi borið til at gjørt
tað frameftir eisini, sigur
Solby Eliasen.
Jonhard Hammer sigur,
at Rás2 fer at fylgja seinnu
hálvfinalunum.
– Eg havi í morgun gjørt
eina eksklusiva avtalu við
Víking og EB/Streym um,
at vit útvarpa seinnu hálv
finalurnar hjá teimum ímóti
ávíkavist ÍF og B36,
sigur Jon hard
Hammer.
Hví útvarpar eingin?
Legði fót fyri kvinnu
sum ikki vildi dansa
Lívið er
ein fløkja
Sjúrður Skaale
kjak á Síðu 12
Kreppan
í Klaksvík
kann koma
aftur
eyðgunn SamuelSen
kjak á Síðu 12
Rás2 vitjaði Elis
Mynd: Birgir Waag Høgnesen
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo