Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 21. mai 2010 2 VIKUSKIFTI Reyðir menn í kjóla Gamla gula húsið Redaktørur: Inna Törnroos Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Elna Høgenni og John A. Poulsen / Mynd: Jens Kristian Vang 4 KAPPIng: Elna HøgEnni og JoHn a. PoulsEn vunnu bRúdlEyPskaPPingina 6 BAKgrund: you TubE 7 TIPS: bEsTilTuR móTi 8 90 SEKund: mikkJal HElmsdal 10 SAMrøðA: niclas HERi JákuPsson – fRá sTRongd Til lívsglEði 12 rEPorTASJA: HEimsaTlasið skal EnduRskoðasT 14 TIl ArBEIðIS: gunnvá EiRiksdóTTiR 15 uMAfTurAfTuruM: Høgni dJuRHuus 16 rEPorTASJA: nýggJuR fElagsskaPuR vil fáa lEsandi HEimafTuR 18 SPyrST So lIVST: RigmoR svaRaR 19 Mín BESTA uPPSKrIfT: dEssERTkøka við fRukT 23 TAð HEndur: konsERTiR, bøkuR, sEndingaR osfR 24 VIKuMyndIn: bEsTa myndin í vikuni Tað nívir mítt nostalgiska hjarta, at vakra, gula húsið í Hoydølum nú skal standa tómt. Har tók eg míni fyrstu trilvandi fet út í vaksnamannalívið, tá eg 15 ára gomul flutti úr Sørvági til Havnar at ganga á studentaskúla. Kostdeildin gjørdist tann trygga ramman, har vit bygdabørn fingu tríggj ar góðar máltíðir, plus tvær millum­ máltíðir – oftani við heimabakaðari kaku. Fyrstu tvey árini deildi man kamar, og triðja árið slapp man í egið kamar. Eg búði á Dreingjakostdeildini, og vit hildu okkum nokk vera eitt sindur skrapp ari enn genturnar á Gentukostdeildini. Sentrum í húsunum var mynttelefonin og uppi halds­ stovan við teimum gomlu slitnu sofunum og sjónvarpinum. Eg búði har í trý ár – 1988­1991, og stutt eftir, at eg flutti út, var húsið gjørt um til skúla bygning, og bygdabørnini flutt út í býin. Sjálvandi var kostdeildin brandfarlig, tað vistu vit nokk øll sum búðu har. Men kraft igu krókarnir undir vindeyganum, og lín ur nar í skuffunum, vóru okkara tryggleiki, at vit nokk sloppu út, um tað endaði galið. Onkutíð minti onkur okkum á, at húsið, vit búðu í, var eitt gamalt sanatorium, og nógv fólk vóru deyð har inni. Eg má siga fyri mín part, at tað rørdi meg ikki nevnivert. Omma mín var ein av teimum mongu, sum fekk tuberklar undir øðrum heimsbardaga, og tá týsk bombuflogfør flugu yvir Føroyum, vóru hon og hinir sjúklingarnir fluttir niður í kjallaran. Omma, ið tá var batnað nakað, gjørdist sjúk av kuldanum í kjallaranum og doyði frá manni og fýra smáum børnum. Myrka søgan hjá gula húsinum var onki, ið skuggaði lívsgleðina, tey árini eg búði har. Eg eri glað fyri tíðina í húsinum, og eri vís í, at um kostdeildin ikki tók ímóti okkum bygda børnum, høvdu nokk nógv av okkum ongan tíð fingið húgvuna á høvdið. INNIHALD Javnstøða Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com – Steðgið! Tað er reyður maður… ella… ehh… kona! Andlitsbrøgdini eru undrandi, tá ein dama í kjóla sigur fólki, at tey nú skulu bíða við at fara tvørturum vegin. Reyði maðurin hevur fingið kjóla og er nú vorðin til eina konu. Við einum smíli Spuringurin um hví ljóskurvarnar skulu vera so mannsdomineraðar var av fyrstan tíð reistur í Viborg. Har skuldu nýggjar ljóskurvar setast upp, og í tíðini framm an undan høvdu tey tosað nógv um javnstøðu á býráðnum. Tey vistu tó ikki reiðiliga, hvussu tey skuldu fáa meiri javnstøðu inn í býar myndina. Men so sló tað tey, at tað sjálvsagt var upplagt at fáa javnstøðuna inn umvegis ljóskurvarnar, sum allíka­ væl skuldu skiftast. Tí bílegði kommunan nakrar ljós­ kurvar, har ímyndirnar ikki vóru menn, men kvinnur í kjóla. Femininu ljós­ kurv arnar vóru tó settar upp við einum smíli – og ikki eini ítøkiligari ætlan um at kollvelta býtið millum kynini. Men hugskotið hevur breitt seg um Flatlond, og nú eru eisini reyðar konur at síggja í ljóskurvunum í danska høvuðs staðnum. Socialdemokraturin Thor Buch Jensen í sosialu nevnd í býráðnum í Keypmannahavn var heitur fortalari fyri hugskotinum, og nú byrja kvinnurnar so smátt eisini at hjálpa fólki til gongu tvørturum keypmannahavnsku veg­ irnar. Myndirnar er tiknar á HC Ander­ sens Boulevard í miðbýnum í Keyp­ manna havn. AlsAmt fleiri stAðni í DAnmArk eru rEyðu og grøNu menninir, sum HjáLpA gongufólki trygt tvørturum vEgIN, skiftir út við kvINNur í kjólA. jAvNStøðA skAl vAlDA, verður sAgt klumman Inna Törnroos myND: Jens Kristian Vang Reyðar kvinnur og grønir menn. Kynsbýtið skal var so javnt sum gjørligt – eisini í trafikkinum. Tað halda alsamt fleiri býráð í Danmark, sum nú skifta nakrar av maskulinu ljóskurvunum út við femininar. myNDIr: eydna sKaale