Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 12 Sosialurin Kjak Eyðgunn Samuelsen býráðslimur Nakað kann vera um tað. Men kanska skyldar borg­ arstjórin fólkaræðinum og ikki minst borgarnum, ið hóast alt hava valt hana, nak að. Hon skyldar teimum at halda givnar samtyktir í býráðnum, millum annað at stýra kommununi fíggj­ ar liga forsvarliga. Ikki minst skyldar hon teimum at peningur, til samtykta røktar heimið er tøkur, tá ið bygg ingin ferð í gongd. Vent hall til avlop Tað var ein ikki sørt errin borg arstjóri, ið fyri kortum profileraði seg við at hava vent hall til avlop. Í Norðlýsinum tann 10. februar 2010, segði hon: »Sum kunnugt varð Klaksvíkar Kommuna á heysti í 2008 – vegna eina kombinatión av manglandi fíggjarstýring og inntøkuniðurgongd – rakt av kreppu og likviditetstroti, sum setti stór krøv til polit­ isku skipanina í býráði og nevndum. Hesa avbjóðing tók bý­ ráðið í størsta álvara og setti neyðug tiltøk í verk, við tí úrsliti, at kommunanr megnaði at venda einum halli á 52,5 mill. í 2008 kr. til eitt avlop í 2009.” Sannleikin er tann, at ein meiriluti í býráðnum sam­ tykti at skerja útreiðslurnar munandi longu á heysti 2008 og ikki minst at hækka skatta­ prosentið. Hetta viðførdi, at inntøkurnar í 2009 ikki vóru 123 mió, sum mett, men 131 mió. Hesin munur á knappar 8 mió í meirinntøku, saman við samtyktu skerjingunum, ið vóru samtyktar innan býráðsvalið, hjálptu væl til at venda gongdini. Eg skal ikki her líta aftur eftir og greiða frá, hvør tók tungu tøkini og hvør, ið ikki atkvøddi fyri hesum tiltøkum. Tað súra við tí søta Sama søgan endurtók seg aftur í 2010. Samgongan megnar ikki einsamøll at taka ópopuleru avgerðirnar. At hækka skattaprosent og samtykkja fíggjarætlanina. Men so skjótt tað kemur til at brúka innkomna pen­ ing in, so stendur ikki á, tá tekur samgongan yvir og tá stendur ikki á at taka avgerðir einsamøll. Seinasta hækkingin av inn­ tøkunum við heilum 5,4 mió og økingina av útreiðsl unum tilsvarandi. Eisini tað megnaði samgongan einsa møll. Uttan at líta aftur um bak, uttan at hugsa um gjørdar avtalur við Fíggjar málaráðið ella at varðveita góða samstarvið við minni lutan. Heldur ikki líta frameftir Tíverri sær heldur ikki út sum um hugurin hjá sam­ gonguni er tann stóri til at líta fram eftir. Um henda inn­ tøkumeting hjá meiri lutanum er røtt, sum vit sjálvandi øll vóna, so er støðan tann, at avsetingarnar til raksturin longu frammanundan eru sera teprar. Likviditeturin hjá kommununi er vánaligur. Tað er lántøka í apríl 2010 og trekningsrætturin í EIK og Føroya Banka, ið eru orsøkin til, at kommunan megnar at svara hvørjum sítt. Lán á 4,4 mió skulu rindast aftur í desember í ár . Avgjøldini av skuldini hækka munandi komandi ár, úr 6,7 mió til 10,7 mió. Til Ósáskúlan skulu 13 mió avsetast í 2011, sam­ stundis sum Ellisheimi av álvara ferð í gongd. Minnilutin hevði vónað, at samgongan hevði viljað litið frameftir, bert nakrar mánaðir ella kanska 1 ár. At tey høvdu tolt at bíðað og sæð, um væntaðu inn­ tøkurnar komu inn og síðan avgjørt, hvussu og hvat peningurin skal nýtast til. Vit óttast fyri, at støðan við kreppu og likviditetstroti aftur kann gerast veruleiki við tí politikki, ið nú verður førdur. Ikki mín stílur at líta aftur eftir Hesi orð eigur borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, sambært Kringvarp Føroya. Hon heldur seg ikki skylda minnilutanum í býráðnum nakað afturfyri, at hann hjálpti meirilutanum at fáa fíggjarætlanina fyri 2010 samtykta. Sjúrður Skaale Tann, sum vil broyta okk­ urt, má eisini seta sær eitt yvirskipað hugsjónarligt mál, fyri at kunna skipa sítt virki. Men hugsjónir kunnu eis­ ini vera skaðiligar. Tær kunnu blinda fólk. Fólk kunnu blíva so gandað av hugsjónarligum lærusetningum, at tey als ikki ansa tí, sum ikki passar inn í hugsjónarinnar abstraktu hugmynd. Hetta er serliga galdandi fyri politiskar og religiøsar hugsjónir. Men tendensurin kann eisini hómast í øðrum viður­ skiftum. Ideologisk málrøkt Nógv megnarfólk hava gjørt og gera eitt risaarbeiði fyri at varðveita og menna føroyskt mál. Og tey eiga allan heiður uppibornan. Øll somul. Sum allir idealistar lata hesi fólk seg leiða av eini hugsjón. Og tað er bæði gott og neyðugt. Men tað kemur fyri, at onkur teirra letur seg blinda av hugsjónini. Tað kemur fyri, at onnur, viðkomandi atlit verða sett til viks, tá tey vilja fremja sína málsligu hugsjón í verki. Tað hendi t.d. tá ein heilur skúlaflokkur dumpaði, tí øll heitini í teirra uppgávum vóru "føroyskað", so næm­ ing arnir ikki skiltu tey. Tað hendi tá tríkantar og fýrakantar blivu til trí­ og ferhyrningar. Tað hendi tann morgunin, tá fólkini í Lamba vaknaðu og fingu at vita, at teirra bygd nú kallaðist Lambi. Og tá Hellurnar bleiv til Hellur, tí tað passaði betur inn í onkra málsliga skipan. Tað hendi tann morgunin tá Knút, Finn, Olaf, Mariann, William og Victor vaknaðu og fingu at vita, at teirra nøvn vóru so skeiv, at nú sluppu fólk ikki at eita so longur. Tað hendi tá fimm bók ­ stav ir, sum vit brúka hvønn einasta dag, brád liga blivu útihýstir úr mál sins grund­ leggjandi a mboðs kassa: Alfa­ betinum. Í tí stóra høpinum eru hesi mistøkini ikki stór. Føroyskt livir enn sítt fríska lív. So vit hava gjørt tað mesta rætt. Men fyri tað er talan um mistøk. Og eisini smá mistøk eiga vit at rætta! Atlasið Tað føroyska heimsatlasið er frálíkt. Eitt stórt framstig. Men eisini har eru smá mistøk. Tí er tað sera gott, at Skúla bókagrunnurin bjóðar fólki at siga sína hugsan, nú onnur útgáva av atlasinum skal gevast út. Tað týdningarmesta av øllum er, at tað ikki bara verður lurtað eftir mál frøð­ ingum, men ­ fyrst og fremst ­ eftir geografum. Landa­ frøðingum. Fleiri hava longu gjørt vart við seg, so tey heitini, sum eru eitt sindur óheppin, verða uttan iva rættað. Men nakað annað sum er óheppið, er, at í atlas­ in um verða lond stav að við støði í tí skerda alfa­ beti num. Við hesum hevur Skúla bókagrunnurin sett sær sjálvum púra óneyð­ ugar avmarkingar. Og tað gagnar hvørki geo grafi kunn­ leikanum ella málinum. Herfyri greiddi Dimma okkum t.d. frá, at ein stórur jarðskjálvti hevði verið í Chile. Men sambært Por­ talinum hevði skjálvtin verið Chile – á góðum føroyskum! Hugsjónir kunnu vera góðar. Lívið er ein fløkja, og hava vit ikki eina hugsjón, sum skipar veruleikan, kann vera trupult at halda skil á honum. Tað føroyska heims­ atlasið er frálíkt. Eitt stórt framstig. Men eisini har eru smá mistøk. ➔