Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 21. mai 2010 12 VIKUSKIFTI Heimsatlas Uni Arge uniarge@gmail.com Spyr við kaffiborðið, hvussu landið, har Salvador Allende varð rikin frá vald inum í 1973, skal stavast, og tú skalt hoyra málageipan. Onkur lang­ ar nevan í borðið og sigur, at tað skal stavast Chile, og onkur annar mót­ mælir og krevur, at tað skal stavast Kili. Meira fólk kjakast, kensluligari verða tey, og tá orða drátturin er lið­ ugur, er ongin semja funnin, og fólk reis ast við gron frá borðinum. Kili og Chile standa fram vegis steyrrøtt hvørt upp ímóti øðrum. Eins og við so mongum øðrum spurn ingum, ið snúgva seg um mál og tjóðskap, hevur verið sera trupult at fáa føroyingar at semjast, síðan Heims atlasið hjá Føroya Skúlabóka­ grunni kom út fyri 17 árum síðan. Heims atlasið var søguligt, tá tað kom, tí ongan tíð áður var atlas við heimsins landa nøvnum og plássum givið út á før oyskum. Frammanundan høvdu føroy ing ar sitið og terpað landafrøði við donskum og enskum bókum. Chile var Chile, Litauen var Litauen, og Bulgarien æt Bulgarien. Føroya Skúlabókagrunni var greitt í 1993, at Heimsatlasið kundi fara at elva til orðadrátt, ikki minst tí fólk vóru so von at síggja flestu av heims­ ins landa nøvnum við danskari og ensk ari stav seting. Tá so eitt nú Chile var vorðið Kili, kendu fleiri tað sum, at kenda orðamyndin var skeiklað. Nóls­ oyggin líktist brádliga Stóru Dímun, og soleiðis átti tað ikki at vera. Fleiri av søgdu Kili og kravdu at fáa Chile aftur, og síðan hava andstøðingar til al menna atlasið mangan speirikið tað í lesarabrøvum. Tey ungu nøgd Um ørindini hjá andstøðingunum vóru, at Heimsatlasið skuldi endur­ skoð ast, fáa teir loksins sín vilja, tí Før oya Skúla bókagrunnur er nú í ferð við at gera nýtt føroyskt atlas. Atlasið verð ur ætlandi liðugt um tvey ár, sigur Niels Petersen, stjóri á Før oya Skúla bóka grunni. Arbeiðið er liður í eini ætlan at gera umfatandi undir­ vísingartilfar í landa frøði. Royndirnar síðan 1993 hava víst, at fólk hava greið ar mein ingar um spurningin, og tí hevur Skúla bóka grunnurin í sein astuni eggjað fólki til at siga sína hugsan um arbeiðið, m.a. á fundi í Miðla hús inumn miku kvøldið. – Tá vit gjørdu Heimsatlasið í 1993, var ongin stovnur at gera landa frøð­ iliga fakmálið. Tí var neyðugt, at grunn urin sjálvur, málfólk uttanífrá og Mál nevndin gingu saman um at gera atlasið. Sjálvur hevði eg sum ritstjóri enda ligu ábyrgdina av arbeiðinum, og hóast nógv hevur verið funnist at eini 6­8 orðum í atlasinum, haldi eg, at tað var sera væl eydnað, og unga ættar liðið í skúlunum hevur tikið væl ímóti tí. Eldra ættarliðið hevur havt eitt sind ur verri við at góðtaka summi orð í atlas inum, sigur Niels Petersen. Tá hann verður spurdur, um at­ finn ing arnar, ið hava verið frammi ímóti Heimsatlasinum, verða tiknar til eftir tektar, nú nýtt atlas verður gjørt, svarar hann ikki greitt, og tað ger Birgir Kruse, ritstjóri, heldur ikki. Teir vilja fyrst og fremst hava almenn ingin at siga sína hugsan. Men spyrt tú teir nærri um orð sum Sikiloy, Borgundarhólm, Høvdastað, Grøn høvdaoyggjar og Fjón, hómast ein møguleiki fyri, at hesi orð kunnu verða endurskoðað og broytt. – Nógv hevur verið gjørt burtur úr orðum sum hesum, og tónin hevur ofta verið rættiliga happandi. Eitt nú er Heimsatlasið lagt undir at hava doypt London til Lundunarborg og hava gjørt Cape Cod til Toskarhøvda. Eisini hevur Heimsatlasið fingið skyldina fyri at kalla Roskilde fyri Róar keldu. Men hetta hevur bara verið speiskt skemt og er ongan tíð hent. Nú verður nýtt atlas gjørt, og í tí sam bandi endurskoða vit so ver andi atlas, sigur Birgir Kruse og minn­ ir eins og Niels Petersen á tað góða, sum kom burtur úr Heimsatlasinum. Málsligur hevdsrættur Í hesum sambandi vísa teir á, at tilsamans 7.000 orð eru í Heims atlas­ inum, men at orðadráttur hevur verið í 17 ár um tey somu 6­8 orðini. Eisini vísa teir á kortið á síðu 14 og 15 í Heimsatlasinum, sum avmyndar hav leiðirnar kring Føroyar. Lúsabanki hevur har fingið navnið Ytstibanki, Bill Baileybanki eitur Ytribanki, og Rockall eitur Rokkurin. Eisini verða nøvn sum Íslandsryggur og Hetlands­ renna nevnd. Hesi nøvn vóru ikki skrivað í nakað atlas, áðrenn Heims­ atlasið kom, og tá føroyska sam­ ráð ingar nevndin, ið sam ráddist um landgrunsmarkið við bretar í níti ár­ unum, sá kortið, ognaði hon sær tað og brúkti føroysku heitini ímóti bret­ um í samráðingunum. – Samráðingarevndin vísti á, at før oyingar høvdu føroysk heiti fyri hesi støð, og at vit á tann hátt høvdu hevdsrætt yvir teimum. Hetta vís­ ir, at nakað so týdningarmikið sum hevds rætt ur eisini hongur uppi í tí at gera kort og geva plássum nøvn. Ein upp tekning á sama korti í Heims atlas­ inum vísir, at føroyska sjó markið er 276.000 ferkilo metrar. Til saman ber­ ingar er danska sjó markið 166.000 ferkilometrar, sigur Niels Petersen, ið seinni frætti frá før oysku sam­ ráð ingar fólkunum, at Heims atlasið ávirk aði samráðingarnar við bretar. Navnagáva á landøkjum er eitt gamalt politiskt amboð til tess at kunna krevja rættin til økini, og tí ber hetta amboðið við sær ikki sørt av imper ialist iskum undirtónum. Eitt Heimurin á føroyskum endurskoðast Fáar bøkUr hava verið so nógv UmrøddAr sum HeimsAtlAsið, ið Føroya skúlabókagrunnur gav út í 1993. nøvn sum kili, sikiloy og borgUndArHólmUr Fullu mongum Fyri bróstið, men HeimsAtlAsið er selt í 11.000 eintøkum síðan tá. nú ger Føroya skúlabókagrunnur nýtt AtlAs og vil hava fólk at siga sína hugsan um málið. – eini 6-8 nøvn hava verið nevnd sum óheppin í HeimsAtlAsinUm. men tað mesta í tí var gott, og nú endUrskoðA vit tað, sigur niels Petersen, stjóri á skúlabókagrunninum