Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 22 Sosialurin Nøvn Leygardagin 22. mai 2010 verð ur Palli Haraldsen í Sør­ vági 90 ár. Palli er føddur og upp­ vaks in í Sørvági. Hann er son ur Harald hjá Elsu og Víka­Mariu. Hann er yngst av fýra systkjum. Hann giftist í Sørvágs kirkju 6. januar 1946 við Jettu Nicla­ sen, ættað úr Miðvági. Brúd­ leypið varð hildið Uppi á Fossi í einari stórari barakk. Um 200 fólk vóru til brúd­ leypið. Jetta og Palli fingu fimm børn: Axel, sum búði Havn og andaðist 5. desember 2005, 59 ára gamal, Harald, sum býr í Hoyvík, Brynjálvur, sum býr í Sandavági og Tor­ mund og Jónhild, sum bæði búgva í Danmark. Palli hevur verið sjó mað­ ur. Hann sigldi við eitt nú Vesturvarða, Vestur skyn og Vesturvón ­ og var har ­ um framt kyndari við trol­ aranum Brandi Sig mund ars­ son. Hann var eisini bilførari í nógv ár. Hann koyrdi buss hjá Hjarvil Rasmussen og hjá N. Niclasen í Sørvági. Tað var serliga rutukoyring til postbátin Ólav á Fútakletti og til Vesturleið á Miðvági. Seinast í 60­árunum fór hann at koyra tangabil hjá Esso í Vágum ­ seinni Statoil. Har koyrdi hann í samfull 35 ár. Í hesum starvi var fryntligi "Oljupalli" mangan góður at heita á hjá fólki, tá oljan var uppi. Í bókini Postur í Føroy um greiðir Alfred Olsen í Vest manna frá um syndar ligu hendingina tann 29. de sember 1958, tá beiggi hans ara Karmal druknaði. Hetta var í samband við, at postbáturin Ólavur ikki fekk lagt at á Fútakletti. Teir settu ein lítlan bát út at sigla millum Ólav og lendingina. Báturin holvdist, og brøð urnir Karmal og Alfred Ol sen, sum ikki dugdu at svimja, end aðu á sjó num. Tá hin bróð urin, Torkil, ið var um borð á Ólavi, skuldi loypa á sjógv fyri at bjarga teimum, kravdi Palli Harald­ sen, ið var eitt av ferða fólk­ un um, sum skuldi við Ólavi hendan dag in, at Torkil skuldi hava ein enda á sær. Alfred sigur, at um Torkil ikki hevði havt ein enda á sær hendan dagin, høvdu helst allir tríggir brøð urnir latið lív. Her tók Palli eina sera skilagóða avgerð, sum tey avvarðandi vóru honum sera takksom fyri. Hást høgan aldur er Palli virkin og álitið á Harran fyllir gerandisdagin. Hann hevur sungið við streingja­ kórinum í Sørvági til fyri heilt fáum árum síðan. Palli og Jetta eru røsk at ferðast bæði innan lands og uttanlands. Palli koyrir til Havnar í heilum ­ og tað er ongin trupulleiki at koyra bæði suður og vestur aftur sama dag. Og so eru tey eisini nærum hvørt summar og vitja børnini í Danmark. Tey ganga høgt upp í familjuna, at tey trív­ ast og teimum gongst væl. Abbabørnini hava havt mang an góðan biltúr við Palla og hava nógv góð minn ir at hyggja afturá. Hjartaliga tillukku við 90 ára degnum. Takk fyri alt, sum tú ert fyri okkum. Vit gleða okkum til at hátíðar­ halda hendan dagin saman við tær. Dagurin verður hildin í Sandavági hjá soninum Brynjálvi leygardagin frá kl. 16. Tit, ið vilja gleða hann á føðingardegnum, eru væl­ komin til ein betri bita. Heilsan vit øll Palli Haraldsen 90 ár Fríggjadagin 21. mai kl. 16 letur framsýningin »Huga­ ligt fuglalív« hjá Lív Dam upp í Smiðjuni í Lítluvík. Alt sum er á fram sýn ing­ ini er hondgjørt. Fuglabjørg og drangar eru rekaviður, sum er tilevnaður við rók­ um og holum og eru síð an mál aðir. Har eru t.d. svøvn ­ skarv ar, fransaternur, kulda krákur, sangfuglar, hønu mammur, flyti fuglar, drang ar og fugla bjørg. Fugl ar nir eru til evn aðir úr keram isk um leiri. Teir allar minstu fugl ar nir eru gjørdir úr Fimo­leiri. Fríggja dagin er fram­ sýn ingin opin til kl. 19, leyg­ ar dagin er opið frá kl. 10­19, sunnu dagin og mánadagin er opið frá kl. 14­19. Ólavur Jakob sen spælir guitar undir ferni seringini. Lív í Smiðjuni Andlát Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Johanna Eysturtún, Tórshavn, andaðist á landssjúkrahúsinum hósdagin 77 ára gomul. Bønarhald verður í landssjúkrahúskapellinum sunnudagin kl. 18.00 Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum mánadagin kl. 13.00 Sungið verður úr sálmabókini. Familjunar vegna, Hjørdis, Kirstin og Majken v/fam. Tøkk øllum tykkum, ið sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara: Anna Kathrina Vang kaldbak doyði og varð jarðað, veita vit okkara hjartans tøkk. Starvsfólkunum á Miðstovuni á Lágargarði eiga eina serstaka tøkk fyri tykkara nærlagni, hjálpsemi- og kærleikan tit vístu mammu okkara. Tykkum, ið fylgdu og á annan hátt hjálptu til, veita vit somuleiðis okkara hjartans tøkk. – fyri blómur og kransar – fyri gávur til Zarepta, siga vit hjartans tøkk. Harrin signi tykkum øll Vegna familjuna Haldur, Eyðun, Hjørleif, Annfinn, Karin, Hanna, Arna og Karstin Tøkk Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi tá ið okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma Sigríður Sigurrós Tryggvadóttir Gunnarstein andaðist og varð jarða. Takk fyri blómur, kransar og gávur til krabbameinsfelagið. Familjunnar vegna Gudmund, Sigrun, Elin, Bjørg, Tryggvi og Helga