Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 21. mai 2010 21 VIKUSKIFTI Ein perla í náttúru­ vøkrum umhvørvi Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO­110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Frálíka húsið er eitt valaverk, tá ið talan er um stað, arkitektur, tilfar og handverk. Útsýnið og livimøguleikarnir eru heilt einastandandi – og býbussurin koyrir beint til Havnar. Fyrsta fatanin – uttanfyri og uttanum Tú koyrir inn í snøgga túnið, har nóg mikið av parkeringsplássi er, og har alt er lagt við flísum, beton og asfalt. Tú gongur upp trappurnar til íbúðina / bústaðin í erva og sera snøgga úti­ gólvið / terassuna við goymslurúmi við plássi til grillina og hjalli við plássi til matin. Her er sum ein heil hacienda, har kanst tú liva úti sum í suðurlondum, tá ið veðrið er til tað, tí útigólvið vendir rætt fyri sólini og er væl vart móti lotinum, so tú kanst njóta hvørja løtu beint uttan fyri dyrnar í fulkomnum friði. Ljós og luft Ljósið uttan gongur aftur í innrætt­ ingini innan. Tú fært ljosið við tær, tá ið tú hyggur ígjøgnum stóru vind­ eyguni, ið venda suðureftir og eyst­ ureftir, og hevur sólina í ryggin, so tú sært suður gjøgnum allan fjørðin og yvir á Eysturoyarlandið, Streym­ oyarlandið og suður á Nólsoynna. Panoramaútsýnið yvir fjørðin og landslagið er heilt einastandandi. Her er djóralív og nógv skipaferðsla at síggja og fuglaljóð at hoyra, tí tú ert – hóast í bygdum øki – mitt í náttúruni. Býbussurin til Havnar steðgar nakrar fáar metrar frá, so eingin trupulleiki er at koma aftur og fram til ”stórbýin”, men búgva í barnavinaliga umhvørvinum ”úti á landinum”. Húsini standa væl fyri í náttúruvøkrum, friðarligum, veður­ góðum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg, og dagstovnur, skúli, ítróttarhøll og handil er í bygdini. Stílur og snið Húsið er sera væl bygt og sum spildur nýtt – ein sonn handverkara­ perla. Her hevur meistarligi hand­ verkarin bygt sær sjálvum eini heilt serstøk hús, ið neyvan hevur sín maka til góðsku og dygd. Her er ikki spart uppá tilfar og handverkara­ tímar. Húsini eru heimlig og hava ein innbygdan hugna, og tú kennir teg tryggan fyri vetursins náttúrukreft­ unum. Alt er sera snotiligt og snøgt, haldbært og lætt at halda. Húsini eru bygd til at liva og virka í, og tola eitt sindur av hvørjum. Stóra, ljósa og snøgga rúmið í ovastu hædd kann brúkast, júst sum tað er, men kann eisini væl innrættast og brúkast til mangt og hvat. Innrætting Í niðaru hædd er hjallur, stórt útigólv / terassa, goymslurúm, inngongd, durur, bryggers / vaskirúm, gesta­ wc, hall, matarkøkur / alrúm, borðs­ stova / stova við útgongd til útigólv / altan, hjúnarrúm, stórt baðirúm og 3 kømur. Í ovaru hædd er stórt høli á 82 m2 við útgongd til altan / útigólv, ið kann býtast upp í fleiri smærri rúm. Betondekk er millum niðaru og niðastu hædd. Fakta Adressa ...........Brekkutún 5, Kollafj. Byggiár: ...........1993 / 2009 Hæddir: 2 tær ovastu hæddirnar Gólvvídd: ..........270 m2 Grundøki: .........244 m2 Hjallur: .............Ja Prísuppskot: ...kr. 1.900.000