Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 26 Sosialurin Rólant Waag Dam Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyskar fyritøkur, sum í hesum høpinum eru evarska lítlar líkamikið um tær hava tvey ella hundraðtals starvsfólk, koma á tal við umboð fyri Boeing, Lockheed Martin, Generel Electric, Honeywell og Johnson Controls. Men júst hetta var tað, sum hendi á Crowne Plaza Hotel í Keypmannahavn mikudagin, tá Invest.fo, sum er ein verkætlan hjá Vinnumálaráðnum, hevði borið so í bandi, at sjey føroyskar fyritøkur tóku lut á U. S. Green Partnership. Hetta er tað, sum verður rópt ein matchmaking event, har risastóru fyritøkurnar leita eftir komandi samstarvsfeløgum og kundum. Boeing til Føroya Eitt beinleiðis úrslit av degnum er, at Boeing kemur til Føroya 21. juni at vitja bæði SEV og Vágafloghavn. Lockheed Martin og Generel Electric hava somuleiðis víst áhuga at koma henda vegin í oktober, umframt at fleiri av føroysku fyritøkunum hava selt seg so mikið væl, at tær skulu tosa saman aftur við amerikansku fyritøkurnar. Kitty May Ellefsen, sum vegna Vinnumálaráðið og Invest.fo hevur samskipað føroysku luttøkuna, er sera væl nøgd við U.S. Green Partnerships. – Men okkara uppgáva var at geva bóltin upp, nú er tað upp til einstøku fyritøkurnar at spæla hann víðari og smíða meðan jarnið er heitt, sigur hon. Nógv bendir eisini á, at tað er júst tað, fleiri av føroysku fyritøkunum eru í holt við í løtuni. Hvat kann spyrjast burtur úr hesum kann bara tíðin vísa, men greitt er tó, at tað ikki er tilvild, at amerikonsku fyritøkurnar hava tosað við eitt nú SEV, Føroya Tele, Vágafloghavn, Green IQ og Røkt. – Hetta hevur verið lang tilgongd. Øllum fyritøkum stóð í boði at vera við. Tær, sum sýndu áhuga, hava síðani lýst fyritøku sína og síni hugskot, sum amerikonsku fyritøkurnar síðani hava hugt uppá. Av hesum soldaðu amerikonsku fyritøkurnar nakrar frá, men tær sjey, sum eftir vóru, hava allar havt eini tveir ella tríggjar fundir við amerikonsku fyritøkurnar, greiðir Kitty May Ellefsen frá. Hon byrjaði longu fyri tveimum mánaðum síðani at samskifta við amerikonsku fyritøkurnar og vísir tískil á, at tær føroysku fyritøkurnar, sum vóru við á Green Partnerships í Keypmannahavn mikudagin, vóru har tí tær veruliga høvdu nakað, sum amerikonsku fyritøkurnar mettu vera áhugavert. – Men sjálvandi vóru eisini fundir, har einki spurdist burtur úr, sigur Kitty May Ellefsen. Føroyar sum íløguland Tað er amerikanska Amerikanski heims ­ ídnaðurin og Føroyar amerika Sjey føroyskar fyritøkur, almennar eins væl og privatar, fundaðust mikudagin við risastórar amerikanskar fyritøkur, har tey tosaðu um møguligt samstarv og fingu góð ráð frá hvørjum øðrum. Í dag hava bæði Boeing, Chevron og aðrar fyritøkur framvegis áhuga í føroysku fyritøkunum Green IQ á fundi saman við trý umboð fyri Lockheed Martin. Hesin fundurin endaði ikki úrslitaleysur og fara tey víðari við prátinum næstu dagarnar samstarv