Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 Sosialurin Rólant Waag Dam Spyrt tú onnur í Kollafirði, hvat Grettir Hammer og Jóhan Fagraklett gera, tá teir ikki sigla sum maskinmenn við ávíkavist Vermland og Saksaberg, er tað helst eingin, sum við vissu kann siga, hvat teir takast við. – Tey halda øll, at vit eru nakrir garasjubiksarar, men nú er tað blivið eitt sindur meira seriøst, siga teir, eftir at hava sitið á fundi við tríggjar risastórar amerikanskar fyritøkur í tilsamans ein tíma á Crowne Plaza Hotel í Keypmannahavn mikudagin. Fyrst og fremst vóru afturmeldingarnar frá amerikanska oljufelagnum Chevron positivar, men eisini umboð fyri Lockheed Martin, ið mennir rúmdartøkni, vóru áhugaverdar. Men hvat er, ið teir báðir kollfirðingarnir hava, sum ger teir áhugaverdar millum nakrar av tungvektarunum í amerikanska vinnulívinum? – Vit hava gjørt eitt súgvihøvd, sum sýgur olju. Tað kann brúkast at súgva olju úr kjølinum í einum maskinrúmi, ella í havnakrókum og á opnum havi. Hugskotið er, at súgvihøvdið flýtur omaná og sýgur, soleiðis at tað arbeiðir uppi frá og niður og oljan verður tikin fyrst og vatnið verður eftir, greiðir Jóhan Fagraklett frá. Súgvihøvdið er roynd­ ar koyrt umborð á fleiri skipum og hevur, sam­ bært teimum báðum garasjubiksarunum, roynst sera væl. Enn halda teir tó kortini rímiliga tætt at kroppinum, tá tað kemur til lýsingina av teirra hugskoti, tí patentið er ikki komið upp á pláss enn. Men tá hetta er avgreitt, kann møguliga okkurt spennandi spyrjast burtur úr. – Vit skulu seta okkum aftur í samband við Chevron, tá patentið er liðugt, tí teir hildu hetta vera sera áhugavert og vildu hoyra meira um hetta, fortelja Grettir Hammer og Jóhan Fagraklett. Súgvihøvdið í amerikanska herin Nøkunlunda somu boð fingu teir frá Lockheed Martin, har eitt umboð hevði kontaktir í amerikanska herinum. – Hon skuldi vera millumgongumaður fyri okkum, soleiðis at vit koma í samband við røttu fólkini har. Undir øllum umstøðum metti hon, at súgvihøvdið hevði verið áhugavert hjá teimum, nú teir skulu til at skifta partar av flotanum út, fortelur Grettir Hammer, sum eins og Jóhan Fagraklett heldur, at teir hava fingið nógv burturúr. – Eingin ivi um tað. Hetta hevur verið sera áhugavert og vit hava havt nógvar góðar diskussiónir. Nú vóna vit bara, at okkurt ítøkiligt fer at koma burtur úr sambandinum Chevron ella Lockheed Martin, flenna teir báðir garasjubiksararnir úr Kollafirði. rolant@sosialurin.fo Garasjubiksararnir imponeraðu Chevron herurin Eisini Lockheed Martin vísti lítlu fyritøkuni úr Kollafirði áhuga. Tað, sum ger Grettir Hammer og Jóhan Fagraklett áhugaverdar hjá hesum stóru fyritøkunum, er eitt súgvihøvd, sum teir hava ment og sum fyritøkurnar báðar møguliga kunnu brúka Maskinmenninir Grettir Hammer og Jóhan Fagraklett vóru bara væl nøgdir við sínar fundir á U.S. Green Partnerships sendikvinnan í Danmark, sum hevur bjóðað føroysku fyritøkunum við á U.S. Green Partnerships. Hetta gjørdi hon, eftir at hon hevði vitjað í Føroyum og Jóhan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, spurdi hana um ikki nakrar føroyskar fyritøkur kundu sleppa upp í part á U. S. Green Partnerships. Síðani hava Kitty May Ellefsen og Invest. fo samskipað og syrgt fyri føroysku luttøkuni. Hetta er eisini fult í tráð við verkætlanina Invest.fo, heldur Kitty May Ellefsen, tí uppgávan hjá Invest.fo er at marknaðarføra Føroyar sum eitt íløguland, men eisini at slóga fyri, soleiðis at føroyskar fyritøkur koma í samband við útlendskar fyritøkur. rolant@sosialurin.fo Johannes Egholm Hansen og Dávur Reinert Hansen fyri Vágafloghavn á Crowne Plaza Hotel Páll Højgaard Vesturbú frá Føroya Tele, Selmar Nielsen, arkitektur og umboðini fyri Green IQ tosa saman eftir loknar fundir Kitty May Ellefsen hevur samskipað føroysku luttøkuna vegna Invest.fo og Vinnumálaráðið samstarv væl nøgdir