fríggjadagur 21. mai 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84
28
Sosialurin
Meginparturin av tilfarinum í alheiminum sæst ikki
Myndin vísir M 101, sum er ein spiralbreyt eins og okkara Vetrarbreyt. Hon er her brúkt sum dømi at lýsa, at stjørnubreytirnar
mugu hava í sær tilfar, sum ikki sæst. Sum greitt er frá í tekstinum skuldi, var hetta Vetrarbreytin, væl meiri tilfar
verið ímillum teknaðu sirklarnar enn innan fyri innara sirkulin. Trupulleikin er, at hetta samsvarar ikki við tað, sum
eygleiðingar vísa, at stjørnubreytir sýnast at hava lítið tilfar uttarlaga á.
Myndin vísir ferðina hjá stjørnunum um miðdepilin í einari breyt sum funksjón
av frástøðuni frá miðdeplinum. Var bara tyngdin frá sjónliga tilfarinum at
halda stjørnunum í ringrás, skuldi ferðin verið sum rás I vísir. Rás II vísir veruligu
ferðirnar, og skilligt er, at serliga tær ytstu stjørnurnar í breytini fara við so
stórari ferð, at annað tilfar enn tað, sum sæst, má vera til staðar í breytini.
Myndin vísir bólkin Abell 1689 við túsundtals stjørnubreytum, sum við tyngdini
eru bundnar hvør at aðrari. Myndin er samansett av einari mynd av breytunum
(gulu knøttirnir), sum varð tikin við rúmdarkikararnum og einari mynd av
røntgengeisling frá gløðandi heitum gassi ímillum breytirnar. Seinna myndin
varð tikin við NASA-farinum Chandra. Á myndini síggjast eisini avlangir ljósbogar.
Teir standast av, at tilfarið í Abell bendir ljósið frá fjarari breytum.
Fritz Zwicky, 1898-1974, sum var føddur
í Bulgaria, var av sveisiskari ætt. Hann
var fyrstur at ávísa, at rúmdin hevur
í sær tilfar, sum ikki sæst.
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 45
Minsti parturin av tilfarinum í al-
heiminum er vanligt tilfar. Megin-
parturin sæst ikki, og hetta verður
tí nevnt myrkt tilfar. Av allari
nøgd/orku er myrka tilfarið knøpp
23 %. Vísindini vita enn lítið um
myrka tilfarið, og hvaðna minni
vita granskarar um myrku orkuna,
sum er knøpp 73 % av innihaldinum
í rúmdini. Kosmologar kýta seg í
hesum árum at skilja hesi fløktu
viðurskifti
Tann parturin av nøgdini/orkuni í
alheiminum, sum er vanligt tilfar, atom,
sum vit og gongustjørnur eru gjørd
úr, er ógvuliga lítil. Verða ástøðini
fyri menningina í alheiminum borin
saman við eygleiðingar, koma granskarar
til tað úrslit, at 4,6 % er vanligt tilfar
(matter), 22,8 % er sonevnt myrkt tilfar
(dark matter) og 72,6 % er myrk orka
(dark energy). Myrka orku vita gransk-
arar næstan einki um. Hildið verður,
at hon drívur alheimsvíðkanina, sum
økir ferðina í okkara tíð.
Av tølunum omanfyri sæst, at av
øllum tilfari (matter) í rúmdini er bara
brotparturin 4,6/(4,6 + 22,8) = 16,8
% sjónligt tilfar. Tað merkir so eisini,
at 83,2% av tilfarinum sæst ikki.
Eins og gongustjørnur mala um sólina
og aðrar stjørnur, mala stjørnurnar
í stjørnubreytum um miðdepilin í
breytunum og stjørnubreytirnar í hópum
av stjørnubreytum mala um miðdepilin
í hópunum.
Fritz Zwicky kannar Coma-hópin
Longu í 1933 varnaðist stjørnufrøðing-
urin Fritz Zwicky, 1898-1974, at
breytirnar í Comahópinum sýntust
at hava alt ov stóra nøgd. Hann roknaði
nøgdirnar, sum breytirnar skuldu havt,
eftir hvussu tær rørdu seg, og hesar
roknaðu nøgdir vóru ógvuliga nógv
størri enn tær nøgdir, sum ljósið frá
teimum bendi á, at tær skuldu havt.
Her var als einki samsvar, og í 1934
skeyt Zwicky tí upp, at stjørnubreytir
hava í sær nógv myrkt tilfar, sum als
ikki sæst, men hvørs tyngdarkraft ávirkar
himmalknøttir nærindis. Samtíðin gav
ikki hesum hugskoti hansara stórvegis
gætur, men eini 40 ár seinni, í 1970-
árunum, tá ið kikararnir vórðu nóg
góðir, at granskarar kundu kanna
rørslurnar hjá einstøkum stjørnum í
stjørnubreytum, varnaðust teir, at her
var sama skilið. Stjørnurnar í stjørnu-
breytunum røra seg sum eru tær
ávirkaðar av tilfari, sum ikki sæst, sí
myndina niðanfyri.
Vantandi tilfar í Vetrarbreytini
Stjørnubreytir eru ovurhonds stórar
oyggjar av stjørnum í rúmdini.
Stjørnurnar í teimum eru vanliga
hundraðtals mia í tali, men so stórar
eru breytirnar, at stjørnutættleikin í
teimum kortini er so lítil, at breytirnar
ikki skuldu hingið saman av tyngdini
frá tí tilfari, sum sæst. Tí hava tær helst
í sær annað tilfar, sum ikki sæst, sonevnt
myrkt tilfar.
Okkara Vetrarbreyt er ein spiralbreyt,
nakað sum M101 á niðastu myndini.
Var hetta Vetrarbreytin, hevði sólin
verið har, sum guli bletturin er, eini
27.000 ljósár frá miðdeplinum. Ferðin
í jøvnu sirkulrørsluni er máld at vera
um leið 220 km/s.
Sambært Newtonskum mekanikki
er rímiligt at siga, at nøgdin innan fyri
okkum, M(r), tað sama kundi verið
savnað í sjálvum miðdeplinum. Og
somuleiðis, at nøgdin uttan fyri okkum
ikki ávirkar rørsluna, t.e., hesin parturin
skapar onga nettokraft á sólina. Verða
formlar settir upp eftir hesi fyritreyt,
er úrslitið, at nøgdin innan fyri okkum
í Vetrarbreytini er 92,7 mia sólnøgdir.
Hetta samsvarar mikið væl vit tað,
sum vit vanliga siga,
N at Vetrarbreytin hevur í sær einar
100-200 mia. stjørnur.
N at miðalnøgdin er um leið hálva
sólnøgd.
N at stjørnutættleikin uttan fyri okkum
í breytini er ógvuliga lítil.
Hetta er alt mikið gott, men nú er
trupulleikin, at staðfest er, at stjørnur
í dupultari frástøðu, 2 r = 54.000 ljósár,
eru máldar at hava ferðir so stórar sum
250 km/s um miðdepilin í breytini.
Endurtaka vit roknistykkið við hesi
frástøðu, fáa vit, at tilfar við nøgdini
239,3 mia sólnøgdir er innan fyri dupultu
frástøðuna. Ímillum okkum og sjónliga
útjaðaran í breytini skuldi so statt verið
tilfar, sum svarar til (239,3 – 92,7)
= 146,6 mia sólnøgdir, men so nógv
tilfar sæst ikki har um vegir.
Granskarar halda tí, at stjørnur og
annað lýsandi tilfar í stjørnubreytunum
bara er ein lítil partur av øllum tilfarinum
í teimum. Meginparturin er “myrkt
tilfar”, sum ikki sæst. Hildið verður,
at myrka tilfarið var orsøkin, at breytirnar
í síni tíð vórðu til, og at hetta tilfar
er tað, sum ger, at breytirnar ikki longu
eru syndraðar sundur. Harafturat kann
tyngdarkraftin frá hesum ósjónliga
tilfari greina, hví stjørnur uttari í
breytunum ganga við “ov stórari ferð”
king miðdepilin.
Aðrir farvegir eftir myrka tilfarið
Granskarar eru sjálvandi grammir at
síggja aðrar farvegir eftir myrka tilfarið,
enn ávirkanina á rørslurnar hjá himmal-
knøttunum. Við rúmdarførunum hevur
t.d. borið til at mált røntgengeisling
í rúmdini, sí myndina omanfyri av
Abell 1689, sum er ein ovurstórur
bólkur við túsundtals stjørnubreytum.
Við Chandra rúmdarfarinum hevur
NASA mált ógvuliga sterka røntgen-
geisling. Hetta kom óvart á gransk-
ararnar, og serliga løgið var tað, at
geislingin sýntst at koma frá tóma
rúminum ímillum breytirnar. Gjølligar
kanningar hava víst, at keldan til
geislingina er gløðandi heitt gass
ímillum breytirnar. Hóast gassið er
serstakliga tunt, er tað um eitt so stórt
øki, at nøgdin í tí er fleirfalt (sjónligu)
nøgdina í breytunum. Gassið er tó ikki
nóg mikið at greina rørslurnar hjá
breytunum.
Tyngdarlinsur
Myndin av Abell 1689 vísir eisini eitt
annað fyribrigdi, sum granskarar brúka
at meta nøgdina í einum bólki eftir.
Stóra nøgdin í Abell-bólkinum
sneiðir rúmið uttan um bólkin. Tað
ávirkar ljósið frá fjarum breytum, sum
verður bent, tá ið tað fer fram við
bólkinum ávegis til okkara. Tí síggjast
hesar fjaru breytir sum bogar í myndini
omanfyri. Stundun síggjast fleiri myndir
av somu breyt! Nøgdin í Abell 1689
virkar sum ein tyngdarlinsa, sum ávirkar
ljósið frá fjarum breytum eins og ein
vanlig glaslinsa ávirkar ljós. Samsvar
er ikki ímillum nøgdina, sum kann
verða mett eftir røntgengeislingini og
ta nøgd, sum kann verða ásett eftir
linsuárininum á ljósið. Munurin kann
stava frá myrkum tilfari.
Stjørnufrøðin er elligomul vísindi,
men kosmologiin er ikki gomul, og
avbjóðingarnar eru sum skilst stórar,
tí viðurskiftini, sum kosmologar takast
við, eru ógvuliga fløkt.