Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge – Tað sum ger eitt lið til eitt gott lið er at tað stendur saman og stríð­ ist víðari. Eg helt ikki teir vóru so dominerandi í fyrra hálvleiki, men vit góvu teimum eitt mál. Vit svaraðu væl aftur í seinna hálv leiki og eg haldi tað sigurin var uppi borð­ in, sigur Jákup á Borg eftir dystin. Tað var mjørkakent og váttligt í Gundadali, tá liðini komu á vøllin. Váti vøllurin gjørdi at spælið gekk skjótt fyri seg og til tíðir so skjótt at menn kláraðu ikki at fylgja við. Onkuntíð fyrr hevur áskoðaratalið verið hægri til eina hálvfinalu í steypa kapp ingini enn tað var í gjár. Tað sá einki út í fyrra hálvleiki hjá B36, tá B36 leikarin, Høgni Eystur oy, var óheppin og spældi EB/Streyma framherjan, Arnbjørn Hansen, púra leysan. Arnbjørn var tryggur og krepputosið í B36 kundi byrja, nú tað hevur gingið so illa í hond í seinastuni. Tað B36 liðið sum fór til hálvleiks kom ongantíð út aftur. Tað gjørdi hinvegin tað B36 liðið, ið millum annað koppaði HB í steypakappingini og vann tríggjar teir fyrstu dystirnar í lands kapp­ ingini. Seinni hálvleikur var bara átta minuttir gamal, tá fyrrverandi EB/ Streyma leikarin, Bárður Olsen, smekk aði til uttanfyri brotssteigin og javnaði fyri B36. Tíggju minuttir seinni legði Hjalgrím Elttør B36 á odda 2­1. – Taktikkurin var at liggja tættir í verjuni og so spæla uppá skjót­ álop. Vit vóru bara ikki tættir nokk í teimum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki komu vit so út aft ur við tveimum framherjum og tað riggaði væl betri, sigur Jákup á Borg. Í seinna hálvleiki hevði B36 onkrar góðar møguleikar at økja um leiðsl una, men heimaliðið tók ikki av. Sundalagsmenn høvdu eis­ ini onkrar royndir á B36 málið, men tær góvu onki úrslit. – Eg eri bara sera fegin um at vit hava vunnið hendan dystin, hav­ andi í huga gongdina seinastuni. Vit hava nú vunnið fyrra dystin av tveimum, og tað skal nógv til á Streymnesi áðrenn vit koma í final­ una, sigur Jákup. Tað var annars nógv ferð á dyst­ inum, sum til tíðar var væl leiktur við málmøguleikum í báðum end­ um. Tað var eisini dramatikkur í luft ini upp til fleiri ferðir, tí menn góvu seg alt teir áttu. Tíverri kostaði tað Símun Joesen hjá B36 ein skaða. Eisini var tað harmuligt at síggja Inga Højsted lata seg skifta út við skaða, stutt eftir at hann var komin inn. – Tað var sera erguligt hjá teim­ um, men Herbert í Lon er á veg aftur og vit hava sterkar menn at seta í staðin. Tað hevur verið ein tung gongd í seinastuni, men vón­ andi er hetta vendin sum fær okk­ um í gongd aftur, sigur Jákup á Borg at enda. Líkamikið hvør av hesum báðum liðnum kemur í finaluna, so vístu bæði í gjár, at tey hava uppiborið annað plássið í steypafinaluni. trondur@sosialurin.fo B36 raknaði við Í seinna hálvleiki komu vit so út aft ur við tveimum framherjum og tað riggaði væl betri Jákup á Borg góður dystur Leikferðin var høg, og stundum var spælið heilt gott í fyrru hálvfinaluni millum B36 og EB/Streym, har hvita havnarfelagið átti munin Mynd: Hilmar Jan Hansen Frøðin var stór á bæði leikarum og viðhaldsfólkið Mynd: Hilmar Jan Hansen løgmanssteypið B36 var aftanfyri 1-0 í hálvleikinum, men vendi í seinna hálvleiki dystinum til ein 2-1 sigur